Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mars 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 49 - 11. mars 2010 - Umstøðurnar hjá lærarum og næm- ingum í Tanzania kunnu als ikki sam- metast við tær í Før - oy um. Her ger sjálvt tann minsta hjálp in góð an mun, sigur havn ar maðurin Sigurd Lam hauge, sum í hes um døgum er við í eini skúla verk- æt lan í Tan zan ia Menningar­ saMstarv Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Dar es Salaam: - Tey hava snøgt sagt einki her, stað- fest ir Sigurd Lamhauge. Í vetur fekk hann ein heilt serliga uppgávu. Hen- da miðaði eftir at fáa út bún- að av alskyns slagi til ein skúla, sum liggur fáar kilo- metr ar frá tanzaniska høvuðs staðnum, Dar es Salaam. Seinastu 14 dagarnar hev ur hann verið á skúl a- num, fyri at tryggja sær, at øll útgerðin kom á rætta pláss, varð uppsett og at lær ar arnir duga at brúka út gerð ina, sum er fingin til vega. Hann er nú komin so langt við uppgávu sínari, at sein asta hondin verður løgd á verkætlanina fyrrapartin og seinnapartin í dag. Í morgin fer hann avstað og kemur til Føroyar sunnu- dagin, og fer til arbeiðis mána dagin. - Henda vitjanin í Tanza- nia hevur víst mær, hvussu nógv ið lítið hevur at siga, og hvussu stórt gagn, ið sjálvt tann minsta hjálpin kann gera. - Ja, tey eru ovurfegin fyri sjálvt ta minstu gávuna, men hvussu er tað við okk- um? Eru vit nøgd við tað sum vit hava her í okkara landi?, spyr havnamaðurin, sum Rás2 tosaði við í morgun. Tað var ein lítil kristin sam koma í hesum mus- limskt merkta landinum, sum í síni tíð byrjaði skúl- an. Í fjør vendi felags skap- ur in, ið rekur skúlan sær til Uttan ríkisráðið um at fáa borð, stólar og annan út bún að til skúlan. - Tú kanst ikki ímynda tær, hvussu glaðir teir 70 næm ingarnir vóru, tá borð- ini og stólarnir vórðu sett upp í flokshølunum. Slíkt má ein bara uppliva. Minka fátækradømið Verkætlanin, sum nú er um at verða liðug, er partur av tí arbeiðinum, sum føroyska Uttanríkisráðið ger í menn- ing arsamstarvi sínum. Henda ítøkiliga verk æt l- an in byrjaði í fjør, tá felags- skapurin MYODA í Tan za- nia vendi sær til Uttan ríkis- ráðið við fyrispurninginum um hjálp. Felagsskapurin “Mkuza Youth Development As socia tion” - stytt: MYODA - hevur til enda- mál at minka um fátækra- dømið millum tey ungu í Tanzania. Felagsskapurin, ið er ein ikki-stjórn ar- felags skapur, gevur eisini ráð gev ing, veiti hjálp til í verk s et an, útbúgving um hiv/aids og innan vinnu- lívið. Henda umsóknin frá MYODA, sum byrjaði við skúla num í 2004, varð við- gjørd við vælvild í Uttan- ríkisráðnum, og næsta stig- ið varð at lýsa eftir einum samskipara at standa fyri verkætlanini. Sigurd Lam- hauge søkti og varð síðani settur at loysa hesa upp- gávu na. Sjálvur hevur hann áhuga í viðurskiftunum í øðrum lond um, m.a. í triðja heimi- num, og hevur hann eisini havt við Suðuramerika at gera í síni tíð. Í hesum førinum var upp- gávan stutt, ítøkilig og greið: At fáa til vega borð, stól ar og aðra útgerð til henda skúlan, sum liggur í ein um forstaði til høvuðs- staðin. 70 næmingar Hetta er kortini ikki fyrstu Nógv ferðslubrot í Suðuroynni Væl mannaða ferðslupolitiið hevur í dag koyrt runt í Suðuroynni, og fleiri bilførarar hava fingið klipp í koyrikortið. Tíðliga í morgun fór ferðslupolitiið til verka í Suðuroynni, og úrslitið var fleiri klipp. Mest vanliga brotið er, at fólk inni binda børnini í trygdarbelti í bilinum. Men bilførarar sjálvir vóru ikki allir íbundnir, summir høvdu ikki koyrikortið hjá sær, og onkur koyrdi við tokuljósum. Nústaðni sleppa tey í e Ein næmingur hevur longu sett seg við sítt borð. Hann fær nú møguleika at nema sær kunnleika ið kann føra hann út úr fátækradøminum Mynd: Sigurd Lamhauge