Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mars 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 49 - 11. mars 2010 ferð, at Uttanríkisráðið hev ur viðurskifti við henda skúlan í Tanzania. Bæði í 2007 og í 2008 játtaði Uttanríkisráðið pen- ing til skúlan, sum longu tá hevði 70 næmingar, harav níggju teirra vóru foreldra- leys. Hóast skúlin als ikki hevði ta neyðugu útgerðina, varð tørvurin so stórur, at undir víst mátti verða, hóast næm ingarnir sótu á gólvi- num í tímunum. Lærararnir royndu sum frægast at undirvísa, men teim um vantaði kortini ymisk útgerð, m.a. skúla- talv ur, sum eru standard í okkara skúlum. Nú skúlin varð farin til verka, varð neyðugt við næsta leikinum - at fáa út gerð til næmingar og lærar ar til vega. Teir vistu um góðviljan úr Føroyum, og sendu so enn eina um sókn til Uttanríkisráðið um skúlaútbúnað. Rættir lærarar Á fundi í nevndini fyri menn ingarsamstarv undir Uttan r íkisráðnum varð um sóknin viðgjørd við væl vild. Og samtykt varð eisini at fáa ein samskipara at taka sær av innsavning, sending og uppseting. Beinanvegin sum Sigurd var settur sum samskipari, fór hann til verka. Samband varð fingið við Dugna og sølustað teirra, nevnt Tinghúsið á Hjalla, haðani øll útgerðin er keypt. Okkurt av hesi kravdi smærri ábøtur, og hetta tóku timburnæmingar á Tekn iska Skúla í Havn sær av. Onnur útgerð til skúlan varð eisini fingin til vega, til dømis kopimaskina og upp vørpur. Og skúlatalvan hoyr ir sjálvandi við til út gerð ina. - Tað var stuttligt at síggja lærararnar, tá teir fyrstu ferð kundu seta seg aftan fyri ein veruligan lærara pult. Tað var týðiligt at merkja, at teir nú føldu seg sum rættar lærarar, greiðir Sigurd frá. Grand Mistral kemur tvær ferðir á Havnina Í gjár skrivaðu vit um ferðamannaskipið Grand Mistral, sum kemur til Íslands í summar. Men skipið kemur eisini til Føroya tveir ferðir í summar. Tað er Tor Shipping í Havn, sum umboðar skipið, sum kemur á Havnina 21. juli og 10. august. Skipið liggur tá á Havnini alla dagin. Annars tykist talið av ferða- manna skipum at vera vaksandi. Sambært Tor Shipping er talið at ferðamannskipum, sum koma hendavegin vaksandi - umleið 50 ferðamannaskip koma til Føroya í summar, fleiri nýggj reiðarí senda skip hendanvegin. in rættan skúla Burtur úr fátækra døminum Hvønn týdning ein so lítil verkætlan sum henda kann fáa fyri lokala økið, er ilt at meta um. Við avmarkaða fíggjarliga grundarlagi sínum hevur skúl in bert virkað á einum minsta støði. Undirvíst verð ur í støddfrøði, swahili-máli, ítrótti, enskum, al menn ari vitan og í evning hvønn fyrrapart. Tað sjáldsama er, at tað er eitt krav, at børnini hava ging ið í barnagarði fyri at koma í barnaskúla. Orsøkin til hetta er, at tey mugu duga at lesa áðrenn. Nevnast kann eisini, at menningarvirðið við ætlanini er stórt. Bert við sløkum 42.000 kronum kann ein reka hen da skúlan við teimum 70 næmingunum. Sigurd Lamhauge hevur tó gjørt sær sínar hugsanir um, hvat tað vil siga fyri eitt øki at hava, ikki bert ein skúla, men ein skúla sum hevur góð amboð og góða út gerð til undirvísingina. - Tað er heilt víst, at nú børnini rættiliga eru sloppin í skúla, fer hetta at geva teimum ein møguleika at koma út úr fátækradøminum, sigur hann. Menningarsamstarv í dag Høvuðsendamálið við lógini um altjóða menn ing ar- sam starv er at virka fyri at minka um búskaparliga ó javn an í heiminum við burðardyggum menn ing ar- sam starvi. Umframt høvuðsendamálið hevur landsstýrið sett sær sum mál at skapa føroyingum og føroyska sam- felag num royndir, kunnleika og áhuga fyri triðja heimi num og altjóða viðurskiftum sum heild. Fyri at røkka hesum endamáli er avgjørt, at fyrstu ár ini verður menningarsamstarv útint eftir hesi rað fest- ing: Menningarhjálp skal bert latast londum, sum OECD skil mark ar sum menningarlond. Orka skal leggjast í at byggja upp samstarv við al tjóða viðurkendar hjálparfelagsskapir – stjórnarligar sum sjálvbodnar – fyri síðan at vera saman við hesum felags skap um um menningarverkætlanir Har til ber, skal menningarsamstarvið skapa møgu- leik ar fyri virknari, føroyskari luttøku ST mælir ídnaðarlondum til at gjalda 0.7% av brutto tjóð ar inntøku síni til altjóða menningarsamstarv. Í royndum lata hesi lond bert 0.47% í miðal. ST hevur síða ni samtykt, at í 2015 skulu ríku londini halda síni lyf ti, og ávegis er sett sum mál, at í 2009 eiga londini at lata 0,5% av bruttotjóðarinntøku síni til hetta ar beiði. Henda samtyktin hjá ST er einans galdandi fyri sjálv støðug lond og fevnir tískil ikki um Føroyar. Hóast altjóða samfelagið einki væntar sær av okkum, tyk ist politisk semja vera um, at Føroyar eiga at seta sær sum mál at lata munandi meiri av brutto tjóðarinn- tøkuni til arbeiðið. Sum nú er, lata vit 3.5 mió. kr. til menn ing ar sam- starv, sum í 2007 vóru um 0.03% av brutto- tjóðarinntøku. Tað fara við vissu at ganga nógv ár, áðr- enn vit náa málinum um 0.7% av BTI, sum í dagsins tøl um vildi verið 80.5 mió. kr., tó eigur tað ikki at forða okkum at seta sum mál, at økja árligu upp hædd- ina við til dømis 0.02%. At umsita lóg um altjóða menningarsamstarv, er kunn gerð sett í gildi, sum lýsir neyvari treytir og reglur fyri, hvør kann fáa stuðul, og nær og hvussu stuðulin verð ur játtaður. At fremja lógina í verki, er ráðgevandi nevnd sett, sum arbeiðir eftir ásettari fyriskipan. (Kelda: mfa.fo) Útgerðin úr Føroyum er komin uppá pláss. Nú er bert eftir at tøma bingjuna og seta útgerðina upp. - Tey hava hvørki havt borð ella stólar áður, sigur Sigurd Lamhauge, samskipari Áðrenn tey fingu gávuna úr Føroyum kendu tey einki til borð, stólar og talvur. Nú er vent í holuni. Næmingarnir føla seg væl og lærararnir kunnu nú kenn seg sum rættir lærarar