Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mars 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 11. mars 2010 17 S jáldan kemur dúgva úr ravns eggi. HUXA-ung dóm- urin hjá Fólkaflokkinum, næsta ættar liðið, ið skal stjórna flokk- inum hjá Jóannes Bónda og Thorsteini Petersen, er farin í hernað ímóti føroysku fólka- kirkjuni. Muður mælir tað, sum hjartað er fult av, og ongin polit iskur ungdómsfelagsskapur her á landi hevur verið so ideo- logiskt tengdur at móðir flokk- inum sum Viljin/HUXA at so - nevndu Radikalu Sjálvstýrar- unum. Tvær alin av sama vad- mali. K irkjan hevur verið mest týðandi mentanarberin í før oyska samfelagnum í túsund ár. Stabilisatorurin. Katólska kirkj an fyri trúbótina og síðani evangeliska lutherska kirkjan. Hartil skipaðu føroyingar í fullari semju formligu viður- skiftini kring kirkjuna, á egnum grundarlagi, fyri sløkum trim- um árum síðani, verkliga partin hava vit altíð megnað sjálvir, eitt nú hava føroyingar sjálvir bygt kirkjur, í at kalla hvørjari bygd í landinum, hetta hava verið stór tøk, og ein greiðari ábending finst neyvan fyri, at kirkjan var og er andaliga heim- ið hjá dastinum av teimum, sum hava búleikast í landinum síð- ani kristnanina. Sjálvandi ber tað til at kjakast um kirkjuligu viðurskiftini. Eisini um vatntætt skott skal vera ímillum kirkjuna og al - menna myndugleikan. Ung- dómurin hjá Fólkaflokkinum mælir nú til at seta ein skot- tryggan múr ímillum hesi bæði høpi. Hann brúkar alla forsíð- una á fyrrverandi javnaðar blað- num til at útbasúnera sjónar- mið ið um, at allur peningurin – fíggjarliga grundarlagið - skal takast frá kirkjuni, og at stats- kirkjan skal avtakast. Nú ber tað illa til at hava eina stats- kirkju í einum landi, sum ikki hevur ment seg so frætt, at nationalstaturin er karmur um tjóðina, og í øðrum lagi er kirkj an í Føroyum ein fólka- kirkja og ikki ein »stats- kirkja«. Avleiðingin verður, at valið, sum er gjørt, um at evangel- iska lutherska fólkakirkjan er andaliga kjølfestan í sam- felagnum, fær eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Ílatogið verður drigið inn, og kirkjan slept út á streymasjógv, har væmingar og vaggandi gjálv ráða yvir henni, og alt eftir hvussu reykurin stendur á teimum ráðandi innanveggja, verður innihaldið. Kirkjan er tá ikki annað enn ein av mongum samkomum, gáttin hækkar, og individuelli trúar- obser vansurin hjá prestum og øðrum sam komu leið arum avgerð hvørjum rúm skal vera fyri og ikki. Hetta er tað, sum politiski ung dóms- felagsskapurin hjá Fólka flokkinum ætlar og vil. Nú hevur fólka- kirkjan, og bara fólkakirkjan, verið mítt andaliga heim í trúarspurning um, heilt síðani dópin í Marstal kirkju fyri væl meira enn hálvt hundrað árum síðani, tí er hendan nýggja hugsanin, hjá einum av teimum stóru flokk unum í Føroyum mær ein gáta, og eg ætli mær at brúka alla mína politisku vødda megi til at steðga hesum ófrætta- kenda rák in- um, sum í ringasta føri ger enda á kirkjuni, og sum í hvussu er verður orsøkin til ta vanlukkuligu støðu, at vit onki savnandi andaligt heim eiga í landinum, har gáttin er so lág, at ongin, absolut ongin, skal kenna seg útihýstan, líkamikið hvør støðan, hugsanin og obser- vansurin er hjá viðkomandi í øllum lívsins fasettum. Sambært viðmerking í sama blaði tykjast Bjørk M. K. Olsen og Jørgen Niclasen at vera samd um, at kirkjan er ein pen- ingaligur spurningur. Hin fyrra heldur ikki, at man eigur at leska fríkirkjurnar við almenn- um fæið fyri at stuðla balans- unum millum kirkju og sam- komur, og ein jánkasligur Jørg- en tosar um kirkjuna sum ein stovn, ið ger eitthvørt verk fyri samfelagið, sum má lønast. Annars rør ein frustreraður formaður framundir, at ung- dómar hansara kunnu vera heilatvættir á einum fundi hjá Konservativ Ungdom í Dan- mark. Sic transit gloria mundi. Hendan materiu hugs- anin er lívshættislig, tí tann dagin kirkjan gerst ella verður mett sum ein stovnur, er hon stein deyð. Hon kemur frá fólkinum og er hjá fólkinum. Undir støðukervið í trúar spurn- ingum, sum heldur fólkinum á rættari kós í mong um lívsins spurn ingum. N ú Fólkaflokkurin hevur vanstjórnað hesum land- inum í áravís, og ongar ætlanir hevur um at taka betri partar fyri seg, eru teir farnir út á eina odyssé, ikki frá Troja til Ithaka, men á eina ránsferð í grunnum og kassum, sum kunnu fíggja hallið hjá lands kassanum, ístaðin fyri at saðla um í skila- leysa fiskivinnu- og bú skap- arpolitikkinum, sum alra størsti tørvur er á. Kirkju kass arnir standa fyrstir fyri tørni. Teir skulu rænast, og avleið ingin verður sum omanfyri nevnt, svanasongurin hjá einum fenomeni, ið hevur verið hjarta- tátturin, sum allir samfelagsins kordelar meira og minni hava verið snúraðir um og íkring. Ungdómsformaðurin nevnir hallið á fíggjarlógini. Tí má ætlast, at hetta er motivatiónin fyri nýggja boðskapinum. Kirkjukassarnir fara nú ikki at forsláa meira enn eitt kavablak á grúgvuni hjá belsebub, ætlar Fólkaflokkurin fíggjarliga at kompensera sína egnu van- stýring av samfelagnum við fænum, sum har er at finna. Á fíggjarlógini fær fólkakirkjan 9,342 mió. krónur. Føroyska sjómanskirkjan fær 4 hundrað túsund krónur og Føroyskt kirkjumál fær eina fjórðings millión. Kirkjuskatturin er ikki tengdur at hesum, hann er skattur álagdur teimum, sum ynskja at vera limir í fólka kirkjuni. Tað ynski hevur 80% av fólkinum, og tey hava í 2009 goldið 36,7 mió. kr. til neyðugu útreiðslurnar, fyri at varðveita eitt skipað andaligt heim hjá føroyingum. Mær vitandi hava fríkirkjur og aðrar samkomur ikki mutað ímóti hesi skipan yvirhøvur. Tí kann rationale bara vera, at HUXA, ættarliðið, sum stendur á gáttini til at taka við valdinum í Fólkaflokkinum, ætlar at sleppa føroysku fólka- kirkjuni upp á fjall, fyri at fíggja og bøta eitt lítið sindur um politisku deyðsgongdina hjá ABC-regiminum, ið ikki kann sáttast um annað enn onki. Vónandi lata hinir báðir flokk- arnir í samgonguni seg ikki tøla av hesum merkiliga nýrákinum í Fólkaflokkinum. Okkara partur skal í hvussu er ikki liggja eftir í stríðum andvegis hesum herskna og óføroyska ráki. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Nú ræna teir kirkjukassarnar tíðargreinin Tórbjørn Jacobsen Tíðargreinin