Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mars 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 49 - 11. mars 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 11. mars. Thala. Ókend ung genta, sum tíðliga í fornkirkjuni varð tikin av døgum fyri trúgv sína. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Tove L. Tórshavn, andaðist á Herlev Sjúkrahúsi 5. mars, 80 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vangede Kirke í Gentofte leygardagin kl. 12. Andlát og jarðarferðir Týsdagin 9. mars fylti Sigr­ un Gunnarsdóttir Niclasen listakvinna á Eiði 60 ár. Sigrun er fødd og upp­ vaksin á Eiði. Hon er abbadóttir navnframa lista­ mannin Niels Kruse. Longu sum smágenta sást at henni dámdi væl at tekna, og at tað lá væl fyri hjá henni. Sum 21 ára gomul fór hon í 1971 á Glypotekets Tegne­ skole hjá Askou Jensen í Keypmannahavn, og í 1973 kom hon á det Kongelige Danske Kunstakademi, har hon gekk til 1980. Hon hevur havt nógvar listaframsýningar, bæði í Føroyum og í øðrum Norð­ urlondum sum t.d. Íslandi, Danmark og Svøríki. Eisini hevur hon havt framsýningar í Grønlandi og í Týsklandi. Saman við øðrum føroying­ um tók Sigrun stig til eina listaframsýning í New York í 2000. Fyrstu árini vóru mynda­ evnini hjá Sigrun mest nat­ uralistisk við denti á at lýsa dagligdagin hjá vanliga før­ oyinginum. Seinni er meira symbolikkur í málningunum ­ teir hava ein boðskap, sum fær fólk at steðga á og hugsa, sum onkur hevur tik­ ið til; myndirnar hjá Sigrun festa seg á nethindina. Frá 1998 til 1999 búði Sigrun saman við familjuni í eini lítlari bygd í Eystur­ grønlandi. Hetta sást eisini aftur í teimum listaverkum, sum komu frá hennara hond tað tíðarskeiði. Sigrun hevur mangan fingið góð skotsmál frá ummælarum her heima eins væl og úti í heimi. Millum listafólk verður hon mett at vera eitt hitt mest originala listafólk í landinum. Sigrun er dóttir Brynhild, f. Kruse, og Gunnar Andrea­ sen, bæði av Eiði. Hon er gift við Tordi Niclasen úr Sørvági. Tey eiga trý børn: Maria, Pætur og Heini. -red Sigrun Gunnarsdóttir 60 ár 60 ára føðingardagur Mikudagin 7. apríl 2010 verði eg 60 ár, føðingardagsveitslan verður hildin í Skálanum í Klaksvík, leygardagin, 10. apríl kl. 19. Tey sum ynskja at gleða meg við at koma í føðingardag, verða vinarliga biðin at boða frá við at ringja ella senda sms til telefon 211988, ella við t­posti til isak@ football.fo helst áðrenn 5. apríl. Heilsan Ísak Mikladal, Klaksvík. 95 ára føðingardagur Týsdagin 16. mars verður Johannes Mortensen, trúboðari, Argir, 95 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Silvurbrúdleyp Týsdagin 23. mars hava Heidi og Jan Abrahamsen á Strondum silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Kelduni frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 27. mars kl. 12 giftast í Kelduni í Skálafirði, Birita Ingolfsdóttir Heinesen, Norðagøtu og Levi Tróndarson Nybo, Hvítanes. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 16. Opið hús verður kl. 21 í Oasuni, Kirkjustrætið 4, Hoyvík, har øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá brúðarparið. Brúdleyp Leygardagin 27. mars giftast Linda Ziska Jacobsen, Tórshavn og Gunleif Lyngvej Poulsen, Sandvík. Vígslan verður í Havnar kirkju kl. 11. Móttøkan verður í Miðlahúsinum í Tórshavn frá kl. 13­15.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Merkisdagar Í morgin eru tveir rundir starvsdagar á á Skúlatannlækna­ stovuni í Havn. Jóna Thomsen hevur 40 ára starvsdag, og Alma Hansen hevur 25 ára starvsdag STARVSDAGUR Jóna Thomsen, f. Jacobsen, varð sett í starv sum klinikk­ assistentur á Tannlækna­ stovu Tórshavnar Kommunu 10.feb 1970. Jóna er fødd í Havn 30. januar í 1950. Mamman er ættað av Skála og pápin var úr Norðragøtu, hann andað­ ist í 1996. Pápin (Andrias í Køku­ búðini) rak tað víðagitna bakaríið, Køkubúðin, í mong ár, og var tað eisini her Jóna fann sær komandi mann sín í unga bakara­ lærlinginum, Hendrik. Jóna er nú gift við Hendrik Thomsen, ættaður úr Syðru­ gøtu, og tey bæði hava húsast á Velbastaðvegnum síðani tey giftust í 1974. Saman eiga tey tríggir synir og tvey ommu/abbabørn. Jóna hevur verið við frá barna­ og ungdómstannrøkt­ in æt skúlatannlæknin og hølið lá í Kommunuskúla­ garðinum. Mangar eru søgurnar um Jónu og hennara áræði, góða lyndi og stóra hjarta. Seinastu tíðina er tað serliga nólsoyarbørnini, ið hava notið gott av hesum. Alma Hansen, hevur verið sett í starv í barnatann­ røktini í tveimum umførum. Fyrst sum klinikkassistentur 25. februar 1985 og síðani sum tannrøktari frá 1990. Alma er fødd í Havn, 2. november í 1962 og er upp­ vaksin í Funningsfirði. Mamman er ættað úr Havn og pápin úr Funningsfirði. Alma er gift Emil Jakob­ sen av Skála, tey búgva á Skála og hava tey tvær døtr­ ar, ein son og ein hund, ið eitur Snar, saman. At Alma er eitt álitisfólk, sæst serstakliga væl, tá álitisfólkaumboð skulu veljast á tannlæknastovuni. Her hevur Alma verið álitisfólk ella eykaálitisfólk seinastu 17 árini og eisini verið umboð í Tórshavnar kommunala starvs­ og tæn­ astumannafelag, áðrenn hetta varð fusionerað við Starvsmannafelagnum. Alma er tiltikin hittinorð­ að og eitt sindur »fætter Højben«­agtig. Har fer neyvan eitt lutakast framvið uttan so at Alma eigur onkr­ an vinning. Fyriuttan starvið sum tannrøktari í Havn, hevur Alma átikið sær uppgávuna at taka sær av kollfjarða­ børnini ein dag um vikuna. Fríggjadagin 12. mars, á Grækarismessu, klokkan 15 – 17 er ætlanin at hava eina samlaða móttøku fyri Jónu og Almu í kantinuni í posthúskjallaranum fyri innbodnum. Rundir dagar á Tannlæknastovuni í Havn Alma Hansen og Jóna Thomsen