hósdagur 11. mars 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 49 - 11. mars 2010
tíðindi
Fólkakæri danski
trubadururin,
Sebastian, kemur
aftur Føroya at hava
konsert í Norður
landahúsinum.
Sebastian er í løtuni
á konsertferð í Dan
mark, og allastaðni
eru konsertirnar
útseldar, og fleiri
eykakonsertir mugu
fyriskipast
TÓNLEIKUR
Tíðindaskriv frá
Norðurlandahúsinum
Sebastian var í Føroyum í
2006. Hann hevði tá eina
sera væleydnaða konsert í
Norðurlandahúsinum. Fólk
vóru ovfarin og hugtikin.
Hann hevði tá verið burtur
frá danska »live tónleika
pallinum« í næstan 10 ár.
Sebastian er nakað
heilt serligt
Sebastian er nakað heilt
serligt. Røddin er meira
rustað og ikki tann sama,
sum hon var á yngru
døgum, men tað hevur als
ongan týdning, og ger hann
ikki verri, tí Sebastian er so
nógv annað enn bara rødd.
Sebastian er ein framúr
góður gittarleikari, hann
hevur speisemið og sjálv
ironi og dugir við sínum
serliga máta at framføra at
rúnarbinda áhoyraran sum
fáur. Hann dugir kynstrið,
at fortelja eina søgu og so
hevur hann skrivað nøkur
fantastisk løg og teksti, sum
hoyra millum til tey allbestu
løgini sum danir hava
skrivað í nýggjari tíð.
Sebastian hevur eisini
havt ávirkan á nógv menni
skju bæði danir og føroy
ingar. Hann hevur skrivað
eina rúgvu av hittum, sang
leikir, filmstónleik t.d. sang
leikin »Ronja Ránsmanna
dóttir«, sum varð fram
førdur í Føroyum. Hann
hevur eisini skrivað sang
leikin Skattaøen og Pippi.
Eitt ótal av
landaplágum
Hvør kennir ikki sangirnar
»Du er ikke alene«, »Du
lille
barn«,
»80'ernes
Boheme«, »Du Er Ikke
Alene«, »Rose«, »Den Lille
Malkeko«, »Romeo« og
»Når Lyset Bryder Frem«,
»Hodja fra Pjort«, »Her er
sang«, »Måske ku vi«,
»Stille før storm« og vit
kunnu
halda
áfram
í
óendaligheit.
Konsertin hjá Sebstian
verður týskvøldið 27 apríl í
Norðurlandahúsinum.
heimasíðan: http://www.
sebastian.info
Sebastian SOLO í Norðurlandahúsinum
Seinasta leygarkvøld
varð skipað fyri
Uriah Heep kvøldi
á Seglhúsloftinum á
Tvøroyri
TÓNLEIKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fróði Vestergaard, sum var
ein av fyriskiparunum, letur
sera væl at kvøldinum.
Eg kann siga at kvøldið
var serstakliga væleydnað.
Útselt var til borðhaldið, og
Anna Kirstin hevði gjørt
eina sera vælsmakkandi
buffet, greiðir Fróði Vester
gaard frá.
Tiltakið byrjaði klokkan
21, og kokkan 23 byrjaði
framførslan hjá tónleika
bólkinum Deiggj og vardi
hon í einar tveir tímar.
Eg haldi, at hetta var ein
tann besta áhoyrarafljød, vit
hava havt í l langa tíð, eitt
nú var føroya løgmaður,
Kaj Leo Johannesen, sum
er gamal heepfjeppari, kom
in suður at hugna sær saman
við góðum vinmonnum,
sigur Fróði Vestergaard.
Umleið helvtin av teim
um, sum vóru á Seglloft
inum, vóru fólk sum ikki
vóru búsitandi á Tvøroyri.
Fleiri vóru norðanífrá.
Vit spældu til klokkan
fýra
sunnumorgun
og
takkaðu
fyri
eitt
gott
vikuskiftið. Møguliga fara
vit at ferðast runt í Føroyum
við hesum Uriah Heep
kvøldunum, sigur ein væl
nøgdur Fróði Vestergaard.
Nógv fólk til Uriah Heep
kvøld á Tvøroyri
Deiggj framførdi í einar tveir tímar við Uria Heep løgum, meðan fólk hugnaðu sær við borðini á Seglhúsloftinum.
Hildið varð á til klokkan fýra sunnumorgunin
Sebastian
Fólkakæri
danski
trubadururin,
Sebastian
Kaj Leo Johannesen,
løgmaður, er gamal
Uria Heep-fjeppari,
og hann hevði leitað
sær suður á Tvøroyri
seinasta leygakvøldið
til Uria Heep
kvøldið við Deiggj á
Seglhúsloftinum