hósdagur 11. mars 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindi
Nr. 49 - 11. mars 2010
Tað størsta fiskiskipið
í Týsklandi skal brúka
vindorku fyri at spara
olju
SkiparakStur
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Í hesari vikuni leggur tann
15.000
bruttotons
stóri
trolarin Maartje Theodora
frá landi í Niðurlondum,
hað ani hann fer út í Atlants
havið við kós ímóti Suður
amerika. Í sær sjálvum er
tað ikki nøkur stórhending,
men kortini er fráferðin ser
støk, tí tann risastóri trolarin
skal lutvíst sigla við segli
fyri at spara olju.
Tey, sum standa aftan fyri
verkætlanina, hava fingið
stuðul frá ES, og málið er,
at tey nútímans seglskipini
skulu spara ein triðing av
oljunýtsluni. So stór verður
sparingin ikki umborð á
Maartje Theodora. Eigar
arnir vóna, at skipið kann
spara umleið tíggju prosent
av oljunýtsluni við at brúka
seglið á ferðini um At
lantshavið, tá veðrið er til
vildar.
Seglið, sum er 160 fer
metrar stórt, er fest í for
skipið við einum 300 metrar
longum kaðali. Eigararnir
vænta, at tá veðrið er til
vildar, kann segði geva trol
aranum 1000 kW eyka
megi, sum svarar til ein
áttandapart av maskinorkuni
hjá skipinum.
Trolarin Maartje Theo
dora er skrásettur í Týsk
landi, men tað er niður
lendska felagið Parlevliet
& Van der Plas, sum eigur
skipið. Stjórin í felagnum,
Diederik Parlevliet, sigur,
at tann stóra avbjóðingin
hjá mann ing og reiðaríi
verður at kanna og skráseta,
hvussu skipið fer at skikka
sær, tá trolið er úti og seglið
uppi.
Seglroyndir
eru
fyrr
gjørd ar við farmaskipum,
men fyrireikararnir halda,
at skipanin egnar seg betur
til fiskiskip, sum ikki altíð
sigla við fullari ferð eins og
handilsskipini.
Útrokningar
hjá
um
hvørv is verndar felags skap
in um Seas a Risk vísa, at
heimsins
fiskiskip
eiga
um leið eitt prosent av heim
sins oljunýtslu, og at tey
lata meiri enn 130 milliónir
tons av CO2 frá sær um
árið.
Broytingar í náttúr
uni og nýggjar fiski
royndir hava av dúk
að, at tað eru nógv
fleiri fiska sløg í grøn
lendskum sjógvi, enn
fiski frøðingarnir hava
hildið
FiSkirannSóknir
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Í 1992 skrásettu fiskifrøð
ingar, hvørji fiskasløg hildu
til í havøkinum kring Grøn
land. Nú hava teir skrásett
av nýggjum, og úrslitið vís
ir, at ikki færri enn 57
fiska sløg eru komin afturat
síðani kanningina fyri 18
árum síðani.
Tann nýggja kanningin,
sum grønlendskir og dansk
ir granskarar hava gjørt í
felag, vísir, at nú eru 269
fiskasløg í grønlendskum
sjógvi. Í 1992kanningini
vóru fiskasløgini 212 í tali,
og granskararnir siga, at
heit ari sjógvur og meiri
fiskiskapur á djúpum vatni
eru orsøkin til, at so nógv
fiskasløg eru komin afturat
í skrásetingina hesi árini.
– Vit kunnu ikki siga, at
tað er hitin í sjónum, sum
hevur fingið tey nógvu
fiska sløgini at leita sær til
Grønlands, men vit kunnu í
hvussu er vísa á fimm
fiska sløg, sum eftir øllum
at døma eru komin hagar, tí
sjógvurin er vorðin heitari.
Tað eru lakssild, hvítingur,
kjaftsvartur
kongafiskur,
havtaska og sjóprónur, sigur
Peter Rask Møller, sum ar
beiðir í Zoologisk Museum
í Keypmannahavn, og sum
hevur staðið á odda fyri
teirri nýggju skrásetingini.
Ókend fiskasløg
Tey 57 fiskasløgini, sum
eru komin í ta seinastu
skrásetingina,
eru
ikki
»nýggj« í orðsins sanna
týdningi. Peter Rask Møller
sigur, at 47 av fiskasløgun
um eru kend frá øðrum
havleiðum, men at hetta er
fyrstu ferð, at tey eru skrá
sett í grønlendskum sjógvi.
Í hinum 10 førunum er
talan um fiskasløg, sum
vóru fullkomiliga ókend,
og sum vísindin ikki hevur
funnið aðrastaðni fyrr.
Bara fimm av fiskasløg
un um eru arktisk, sum er
felagsheitið fyri tey fiska
sløgini, sum bara halda til í
køldum sjógvi norðan fyri
ryggin millum Grønland og
Kanada og norðan fyri
rygg in millum Grønland og
Ísland. Í øllum hinum før
un um er talan um fiskasløg,
sum trívast best í heldur
heitari sjógvi.
Tey flestu fiskasløgini,
sum eru skrásett fyri fyrstu
ferð, halda til á djúpum
vatni frá 200 favnum og
niðureftir. Millum annað er
talan um eitt hávaslag, sum
er vanligt í íslendskum
sjógvi, og eitt portugisiskt
hávaslag. Peter Rask Møller
heldur, at tað eru helst djúp
vatnstrolarar
ella
fiski
rannsóknarskip, sum hava
fingið hesi bæði sløgini.
Spurdur, um tey "nýggju"
fiskasløgini verða verandi í
grønlendskum sjógvi, og um
tey fara at menna seg so
mik ið, at tað fer at bera til at
fiska tey, svarar kann ingar
leiðarin, at tað kann eingin
siga enn.
Funnu 57 fiskasløg afturat
í grønlendskum sjógvi
Tann størsti
trolarin siglir
við segli
Maartje Throdora skal spara 10 prosent av oljuni við at brúka segl
Mynd: SkySails
Peter Rask Møller stóð fyri
arbeiðinum at skráseta
fiskasløgini í grønlendskum
sjógvi
Mynd: Jyllandsposturin
Páll
Finnur
Páll á
Summar
Festival
Ársins føroyski
tónleikabólkur fer
at spæla á Summar
Festivalinum í
august
tónLEikur
Tíðindaskriv
Teir eru nakað heilt ser
ligt í føroyskum tónleiki
– Páll Finnur Páll.
Bólkurin við teimum
stuttligu
og
argandi
tekst unum hevur sein
asta árið ment seg til at
verða ein av bestu live
bólkum í landinum –
og teirra framførslur
eru sum ein dansur í
sauna.
Páll Finnur Páll hava
nú fleiri ár á baki. Teir
komu við fyrstu út gáv
uni í 2003, og síðani
hava teir givið fleiri
fløg ur út. Í summar
kom fløgupakkin Du
Ved, At Gjørt Er Gjørt,
har allar tríggjar studio
fløgurnar umframt ein
framúr góð livefløga
eru í sama húsa. Hend
an fløgan mundi verða
millum best seljandi
fløgurnar í Føroyum í
fjør, og ikki minst sang
irnir á livefløguni hava
verið nógv at hoyrt í
føroyskum útvarpi.
Páll Finnur Páll vóru
á Planet Awards 2009
heiðraðir sum ársins
tónleikabólkur í Føroy
um.
Á palli eru Páll Finn
ur Páll bara blivnir bet
ur og betur. Teir hava í
fleiri ár spælt á Summar
Festivalinum, og í fjør
var ein av minniligastu
framførslunum á festi
valinum júst løtan við
Páll Finnur Páll í Flags
tjaldinum. Men sam
stundis sum Summar
Festivalurin
kunnger
Páll Finnur Páll á ársins
festivali, er tað greitt,
at bólkurin fer at spæla
náttarkonsert á stóra
palli á Vágsbø í ár.