Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mars 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 11. mars 2010 Síðst í hesum mánaðinum og fyrst í næsta mánaði verða spældar tilsamans í mins ta lagi átta FM-finalur í bæði flogbólti og hond- bólti Nú hevur kappingarnevndin hjá Hond bóltssambandinum ásett, nær FM- finalurnar í Sunset- og Atlantic Air ways-kappingini skulu spælast. Greitt er, at hesa ferð fara finalurnar ikki at yvirlappa, sum tær gjørdu tað í fjør, tí fyrst gera kvinnurnar seg lid- nar við sínar finalur, áðrenn menn in- ir fara í gongd við sínar. At alt ikki verður spælt í senn, gevur enn fleiri fjepparum og hond- bólts glaðum føroyingum møgu- leika at fylgja øllum finaludystunum í hondbólti, sum í minsta lagi verða fýra í tali, men eisini kunnu gerast fimm ella seks, um alt ikki er avgjørt eftir teir báðar fyrstu dystirnar hjá kvinn um og monnum. Sunset-kappingin er tann fyrra, ið verður finaluavgreidd, og har hevur kappingarnevndin gjørt av, at fyrsta finalan verður spæld týsdagin 23. mars og onnur finalan hósdagin 25. mars. Verður neyðugt við einari triðju finalu, verður hon spæld leygar dagin 27. mars. Hjá kvinnunum hevur longu leingi verið greitt, at FM-finalurnar verða spældar millum Stjørnuna og Tjald ur, sum alt árið hava verið í ein- um flokki fyri seg. Menninir aftaná Ikki fyrr enn kvinnurnar eru væl og virði liga lidnar við sínar finalur, stan- da menninir fyri tørni, so her verður næstan bókstaviliga gingið eftir prinsipp inum um »damerne først«. Kappingarnevndin hjá Hond- bólts sambandinum hevur gjørt av, at fyrsta FM-finalan í Atlantic Air- ways-kappingini verður skírisdag, 1. apríl, og onnur finalan páskaaftan, 3. apríl. Verður her neyðugt við einari triðju finalu, verður hon spæld ann- an páskadag, 5. apríl. Einasta, sum kann sigast við vissu hjá monnunum, er at Neistin verður annað liðið í FM-finalunum. Hini fimm liðini í Atlantic Airways-kapp- ingini kappast hart um at vinna seg fram á næstfremsta plássið, ið tryggj ar hin sessin, men við fýra um før um eftir, ber slett ikki til at siga, hvat av teimum fimm skal tak- ast við Neistan, tí framvegis hava tey øll møguleika at koma í finalurnar. Bæði í Sunset- og Atlantic Air- ways-kappingini sleppur liðið, sum er fremst, tá sjálv landskappingin end ar, at velja, hvønn av teimum báð um fyrstu dystunum tað vil hava heima vøll. Og skal ein triði dystur til, er tað hetta liðið, sum tá fær heima- vøll. Alt á einum stað Hetta er fyrsta árið, at flogbólturin hev ur FM-finalur, sum eru eftir nøku lunda sama leisti sum tær hjá hond bóltinum. Eitt frávik er tó, at teir báðir fyrstu finaludystirnir verða spældir á einum og sama stað. Flogbóltssambandið hevur gjørt av, at finalurnar í Eik-ligunum hjá bæði kvinnum og monnum verða spæld- ar í ítróttarhøllini á Eiði, har serliga Tera flex-gólvið verður lagt á, so um støðurnar verða optimalar. Hesar báðar fyrstu finalurnar verða spældar ávikavist leygardagin 20. og sunnudagin 21. mars. Verður neyðugt við einum triðja dysti, verð- ur tað – sum í hondbóltinum – odda liðið eftir lokna kapping, ið fær heimavøll. Í Eik-liguni hjá kvinnum er SÍ og TB í finalunum, og har talar alt fyri, at SÍ verður ovast og fær heimavøll í einari møguligari triðju finalu. Í Eik- ligu ni hjá monnum er somuleiðis greitt, at finaluliðini verða Mjølnir og SÍ, men har verður ikki greitt fyrr enn leygardagin, tá júst tey bæði lið ini møtast, hvat av teimum endar ovast og kann fáa heima vallar fyri- mun in í møguligu triðju finaluni. Finalufepur fyri framman einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Bæði í flogbólti og hondbólti skal ein rúgva av FM-finalum næstu vikurnar gera av, hvørji lið verða føroyameistarar í bestu kvinnu- og mansdeildunum Myndir/kollasja: Álvur Haraldsen FAKTA Finalureglurnar Í flogbólti ber ikki til, at ein dyst ur endar við javnleiki, men altíð er avgjørdur, tá annað liðið he v ur vunnið trý sett. Tí eru reg lur nar fyri flogbóltsfinalurnar helst lættari at skilja, tí tær eru einfaldari. Har verður spælt best av trim um, so tað liðið, sum fyrst hevur vunn ið tveir dystir, verður før oya meistari – óansæð um tað er í tveimum ella trimum dystum. Sett m unurin hevur einki at siga, tí her verður bara roknað við vunnum dystum. Vinnur annað finaluliðið báðar teir fyrstu dystirnar, er tað før oya- meistari, men vinna finalu lið ini hvør sín dyst, verður tað vinnarin í triðja dystinum, sum stend ur eftir sum meistari. J avnleikur kann hinvegin sakt ans gerast úrslitið av einum hond- bóltsdysti, og tí eru reglur nar fyri FM-finalurnar eitt sindur øðr vísi. Har spæla liðini fyrst tveir dystir, annan heima og hin úti, og tí kann sigast, at í fyrsta um fari verður spælt best av tveim um dystum. Vinnur annað finaluliðið til døm is fyrra dystin og tann seinni end ar við javnleiki, er tað liðið før oya- meistari, eins og tað verð ur tað við at vinna báðar dystir nar. Men vinna liðini hvør sín dyst, verður spældur ein triði dyst ur, og tá snýr tað seg um best av trimum, tí hesin triði dyst ur in verður tá avgerandi fyri, hvør verður meistari.