hósdagur 11. mars 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 11. mars 2010 – Nr. 49 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Sætta árið á rað eydnaðist
ikki spanska stórfelagnum,
Real Madrid, at røkka fjórð
ings finaluna í Champions
Leaguekappingini
Undan dystinum ímóti Lyon í gjár
kvøldið lá alt trýstið á Real Madrid, tí
franska liðið vann fyrra dystin 10.
Og hóast Real Madrid royndi sítt
bes ta á heimavøllinum, spurdist
bert ein javnleikur burturúr.
Sostatt er spanska stórfelagið
liðugt í ársins útgávu av Champions
League, og syrgiligu hagtølini siga
eisi ni sítt, tí hetta er sætta árið á rað,
at Real Madrid ikki røkkur so langt
sum í fjórðingsfinaluna í størstu
euro peisku kappingini.
Tað byrjaði annars so væl í gjár
kvøldið, tí bara seks minuttir vóru
far n ir, tá vælupplagdi Cristiano Ron
al do skoraði trygt til 10, og teir
80.354 heimaáskoðararnir á Estadio
San tiago Bernabéu kendu vónina
kvei k ta av nýggjum.
Men Lyon vildi ikki geva seg, og
ser liga í seinna hálvleiki legði frans
ka liðið stórt trýst á og jagstraði
út javn andi málið. Tað eydnaðist
eisini, tí tá eitt korter var eftir, gjørdi
Mira lem Pjalic tað til 11 eftir eina
góða sending frá svenska lands liðs
spælar anum, Kim Källström, og het
ta gjørdist eisini endaliga úrslitið, ið
sendi Lyon víðari, tí Real Madrid
megnaði ongantíð at svara aftur.
– Hetta var eitt gott kvøld. Vit
høvdu trupulleikar av Real Madrid í
fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki
vístu vit, at tað er uppiborið, at vit
eru víðari, segði Lyonvenjarin, Clau
de Puel.
Starvsfelagi hansara í Real Madrid,
Manuel Pellegrini, var mótfallin eftir
dyst in, hvørs úrslit neyvan ger hon
um støðuna tryggari í venja ra sessi
num.
– Evstu ábyrgdina av hesum eigi
eg. Nú mugu vit so royna at vinna
sponsku landskappingina. Tað verð
ur í øllum førum avgerandi fyri,
hvus su mín framtíð lagar seg, suff
aði Pellegrini.
Hondbóltssambandið hev
ur nú bjóðað feløgu num
til limafund um eina góða
viku, har víðkan av bestu
deildunum hjá kvinn um
og monnum verður til við
gerðar
Fyri einari viku síðani hittust til
samans eini 20 umboð fyri flestu av
hondbóltsfeløgunum á fundi í ÍSF
húsi num, sum endaði við, at 11 av
14 feløgunum sendu Hond bólts
sam bandinum eina áheitan við
ynski um at víðka bestu deildirnar
hjá kvinnum og monnum, so tær í
mesta lagi telja átta lið. Sum nú er,
eru seks lið í bæði Sunset og
At lantic Airwayskappingini.
– Semja er um, at hetta er eitt mál,
ið feløgini áttu at taka avgerð um,
og í áheitanini stendur ikki meira
enn tað, at hetta ynskja feløgini.
Nærri treytir fyri, hvussu deildirnar
skulu víðkast, mugu viðgerast á ein
um limafundi, sum Hondb ólts sam
bandið kallar inn til, segði Gunn
Ellef sen, næstformaður í H71, sum
stóð fyri innkallingini til fundin.
Síðani
hevur
Hond bólts sam
band ið viðgjørt áheitanina á starvs
nevndarfundi, har eisini kapp ing ar
nevndin var umboðað, og burtur úr
hesum er komin ein innkalling til
lima fund, sum er settur at vera
leygar morgunin 20. mars klokkan
10. Í sambandi við fundin hevur
starvs nevndin heitt á kapp ing ar
nevnd ina um at seta ein arbeiðsbólk
at fyrireika uppskot til limafundin.
– Starvsnevndin tekur til eftir
tektar støðuna hjá feløgunum, sum
eru komin ásamt um at boða starvs
nevndini frá, at tey vilja hava, at
leist ur in í Sunset og Atlantic Air
wayskappingini skal takast til við
gerð ar, eitt nú at møguleiki skal vera
at víðka deildina til átta lið, sigur
starvs nevndin, sum sostatt hevur
tikið til eftirtektar áheitanina frá
feløg u num um limafund, so víð ka n
in kann verða viðgjørd.
Sjey lið næsta ár
Av tí at so mong av feløgunum
standa aftan fyri áheitanina, er ann
að ikki hugsandi, enn at tær báðar
bestu hondbóltsdeildirnar komandi
kapp ingarár verða víðkaðar úr seks
upp í sjey lið.
Í øllum førum verður Atlantic Air
waysdeildin ikki víðkað upp í meira
enn sjey lið, tí har eru ikki fleiri, ið
kunnu roknast sum potentiell lið í
bestu deildini. Hjá kvinnunum er
møgu leiki helst fyri átta liðum, um
undi r tøka fæst fyri tí, men tað verð
ur h elst ein av spurningunum, ið
feløg ini vilja umrøða væl og virðiliga
á limafundinum, áðrenn nøkur end
lig avgerð verður tikin um tað.
Skuldi tað óvæntaða hent, at
sem ja ikki fekst um at umskipa Sun
set og Atlantic Airwayskappingina,
verð ur tað hjá kvinnunum VB, sum
flyt ur niður úr bestu deildini, meðan
Kyndil flytir upp. Hjá monnunum
verð ur so Team Klaksvík uppflytari,
meðan annaðhvørt VÍF, StÍF, KÍF,
Kyndil ella H71 noyðist at flyta eina
deild niður.
Felag í søguna
Eftir 125 ár í enskum fótbólti, endaði søgan hjá
felagnum, Chester City, sum í gjár fór á húsagang.
Felagið skyldaði skattavaldinum 192.000 krónur, og
tað gjørdist rokning, ið gjørdi enda á Chester City,
sum millum annað kann breggja sær av, at Liverpool
legendan, Ian Rush, byrjaði sum spælari í felagnum.
Skeivur sprintari
Amerikanski rennarin, Ivory Williams, sleppur ikki
við til innandura HMkappingina í frælsum ítrótti
um vikuskiftið, tí ein dopingroynd avdúkaði leivdir
av marihuana. Williams, sum hevur verið skjótastur í
heiminum í ár á 60 metra teininum, missir
amerikanska meistaraheitið og sleppur av tí sama
ikki við til HM.
Feløgini fáa sín vilja
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Risin reyk út
Real Madrid fekk bara
javnt ímóti Lyon á
heimavølli, og so var
henda Champions League-
kappingin liðug hjá
spanska stórfelagnum