hósdagur 11. mars 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 11. mars 2010 – Nr. 49
Miðlaheimurin stóð klárur
við Beckham yvirskriftini,
men eins og í Milano, so
var tað Wayne Rooney, ið
stjól myndina. Sosialurin
var Old Trafford, tá Man
chest er United í gjár
flongdi AC Milan 40
Longu um fimm tíðina, góðar tríggj
ar tímar áðrenn dysturin skuldi byr
ja, høvdu fólk stillað seg at bíða eft ir
bussinum við spælarunum. Stutt
fyri klokkan seks kom bussurin við
Man chester
Unitedspælarunum.
Hó ast fólk høvdu bíðað leingi, so
sást á spælarunum, at teir høvdu
ann að at hugsa um. Fyriuttan Sir
Alex Ferguson, ið veittraði til man
na múgvuna, skundaðu spælararnir
sær inn á Old Trafford.
Tað gekk meiri enn ein hálvur
tími, áðrenn bussurin við AC Milan
spælar unum kom. Nógv høvdu
vónað at fingið eyga á David Beck
ham, men eins og allir hinir, gjørdi
hann skjótt av og fór beina leið inn
á stadion. Seinasti maður úr bussi
num var Ronaldinho, sum var í
sínum egna hugaheimi við stórum
oyra mikrofonum. So hann hoyrdi
ein ki, tá Milanviðhaldsfólkini róptu
navn hansara.
Flestu av Milanviðhaldsfólkunum
vóru longu komin inn á Old Trafford,
tá spælararnir komu út at hita upp.
Ser merkt við upphitingini hjá AC
Milan var, at Ronaldinho hitaði fyri
tað mesta upp fyri seg sjálvan við
ein um bólti. Tá Milanspælararnir
skuldi gera ymsar renningar, kom
Ronaldin ho spákandi yvir og tók
lut víst part í renninginum.
David Beckham, sum byrjaði á
bonki num, spældi bólt á miðjuni
sam an við hinum útskiftarunum.
Ron aldin ho var eisini síðsti maður
av vøllinum fyri dystin, tí hann royn
di at raka tvørstongina við longum
av leveringum, meðan Milanvið
halds fólkini hugnaðu sær óført.
Bæði elska og hata
Tað er okkurt serliga við Champions
Leaguedystum. Tað hendir eitt ella
annað serligt, tá Champions Lea g
ueeyðkennislagið verður spælt fyri
dystarbyrjan, tí tað fær av einari ella
aðrari orsøk hárini á kroppinum at
reisa seg. Tá lagið var liðugt, góvu
áskoð ar arnir á Old Trafford eitt ord
ans brøl frá sær, og so var klárt at
bríks la dystin í gongd millum tvey
fe løg, sum sínamillum hava verið í
fýra av fimm teimum síðstu Champ
ions Leaguefinalunum.
Milanviðhaldsfólkini hildu ein
øgi lig an gang fyrstu løtuna, men
tað gekk minni enn eitt korter, so
var tøgn teirra millum. Orsøkin var
sjálv andi høvdið á Wayne Rooney, ið
enn eina ferð skoraði ímóti Milan.
Í hálvleikinum hitaði Beckham
upp við at renna aftur og fram.
Hvørja ferð hann nærkaðist áskoðar
unum, klappaðu teir. Tá dómarin
bríksl aði seinna hálvleiki í gongd,
sendi venjarin hjá AC Milan, Leon ar
do, fyrrverandi Unitedspælaran at
hita meira upp á síðulinjuni, og tá
reist ust øll Manchester Unitedvið
halds fólkini fram við síðulinjuni
sam an við Milanviðhaldsfólkinum
og klappaðu.
Men í somu løtu misti Milan verj
an bóltin og Nani fór tvísporandi
av stað. Við eini frálíkari sending við
uttar síðuni spældi hann Rooney
leys an, sum skoraði trygt. Løtu sein
ni økti JiSung Park til 30.4Tá fóru
øll Manchester Unitedvið halds fólk
ini at syngja eftir eigaruinum. »Love
United – Hate Glazers« og »We want
Glazers out«, meðan tey veittraðu
við grønu og gulu hálsturrikløð un
um og vístu fram tvey fløgg við
á skrif tini, LUHG, ið stendur fyri:
»Love United – Hate Glazers«.
So kom stóra løtan
Stutt eftir 30 málið, kom løtan, ið øll
høvdu bíðað eftir. Maðurin, sum so
mangan hevur átt síðsta og næst
síðsta fótin á, tá Manchester United
hevur skorað, gjørdi seg nú kláran at
koma innaftur á gamla heimavøllin
hjá sær.
Manchester Unitedviðhalds fólk
ini á Old Trafford gjørdu eisini greitt,
at teimum enn dámar væl David
Beck ham, sum fekk eina megnar
mót tøku, tá hann steig inn á vøllin.
Tað var eisini líka við, at hann skor
aði, tá hann smekkaði til uttanfyri
brots steigin, men Van der Sar bjarg
aði.
Seinasta orðið í dystinum fekk tó
Darren Flecther, tá hann stútaði eitt
gott innlegg í málið til endaliga úrs
litið 40, sum sendi United víðari við
samanløgdum 72 sigri.
Tá dysturin var liðugur, var David
Beck ham síðsti maður av vøllinum.
Hann gav sær góðar stundir at takka
bæði Milan og Manchester United
við haldsfólkunum fyri stuðulin. Og
á veg út av vøllinum tók hann eisini
eitt grønt og gult hálsturriklæð
rund an um hálsin, til stóra gleði fyri
Man chester Unitedviðhaldsfólkini.
Eftir stóð tó, at størsta stjørnan
hjá Manchesterliðnum í dag, Way
ne Rooney, enn eina ferð megn aði
at skugga fyri Beckham…
argetrondur@ofit.net
Tróndur Arge
Manchester United-AC
Milan 4-0 (1-0)
1-0: Wayne Rooney, 13.
2-0: Wayne Rooney, 46.
3-0: Park JiSung, 59.
4-0: Darren Fletcher, 88.
Manchester United víðari við
samanløgdum 72 sigri
Real Madrid-Lyon 1-1 (1-0)
1-0: Cristiano Ronaldo, 6.
1-1: Miralem Pjanic, 75.
Lyon víðari við samanløgdum
21 sigri
FAKTA
Burnley illa fyri
Við bara einum sigri í síðstu 18 dystunum røkist
einki fyri, at Burnley fer at yvirliva í Premier
League. Í gjárkvøldið tók Burnley ímóti Stoke á
heimavøllinum, Turf Moor, men megnaði bara at
fáa 11. Tað merkir, at Burnley framvegis er niðan
fyri niðurflytingarstrikuna, við sama stigatali sum
Wolverhampton, ið er beint yvir strikuni.
Portsmouth í kreppu
Enska Premier Leaguefelagið, Portsmouth, er í
stórum fíggjarligum trupulleikum og sendi í gjár
85 av starvsfólkunum til hús. Portsmouth, sum er
sett undir umsiting, skal mánadagin møta í
rættinum, har tað kann enda við húsagangi, tí
felagið skyldar yvir 600 milliónir krónur. Fer felagið
á húsagang, eru dagarnir í Premier League taldir.
Rooney skuggaði
fyri Beckham
Manchester United-
spælararnir fegnast,
eftir at Wayne Rooney
hevur skorað til
2-0 – og harvið í
veruleikanum gjørt
uppgávuna hjá AC
Milan fullkomuliga
vónleysa