fríggjadagur 12. mars 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 50 - 12. mars 2010
tíðindi
Hvørki samgonga ella
andstøða vildu taka
av eini innbjóðing
frá Anniku Olsen
um at møta á fundi
at viðgera framtíðar
kommunubygnaðin í
Føroyum. Sjálv ætlar
landsstýriskvinnan
sær at stríðast víðari
Kommunubygnaður
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Mikudagin skuldi veruligt
hol setast á politiska arbeið
ið at finna eina semju um
framtíðar kommunubygnað
in á fundi.
Startskotið skuldi vera
ein fundur, sum landsstýris
kvinnan í innlendismálum
hevði bjóðað umboðum fyri
allar flokkar at koma á
mikumorgunin at viðgerða
spurningin.
Tá hevði Annika Olsen
ætlað, at ein politiskur fylgi
bólkur við umboðum úr øll
um flokkum skuldi fara undir
arbeiðið at finna eina semju
um kommunubygnaðin.
Men tað var bara ein
flokkur sum møtti og tað
var hennara egni flokkur,
Fólkaflokkurin.
Boykottaðu fundin
Grundin til, at uppmøtingin
var so vánalig er fyri ein
part, at onkur misskiljing
var íkomin og onkur hevði
ikki
fingið
boð,
sigur
Annika Olsen.
Men tað er í øllum førum
heilt greitt, at ein orsøk er
eisini tann, at politiskir
flokkar bæði í andstøðu og
í samgongu, beinleiðis boy
kotta arbeiðið.
Flokkarnir í andstøðu
hava boðað frá, at eftir
teirra tykki, er støðan í sam
gongu so ógreið, at tey fara
ikki at møta í nøkrum polit
iskum fylgibólki at viðgera
kommunubygnaðin, fyrrenn
samgongan sjálv er greið
yvir, hvat hon ætlar.
Og Javnaðarflokkurin í sam
gonguni hevur somu støðu.
Tá ið aðalorðaskiftið var
í Løgtinginum um komm
unubygnaðin, mælti Hans
Pauli Strøm, javnaðarting
maður, beinleiðis Anniku
Olsen til at blaka álitið um
framtíðar kommunubygnað
in í ruskspannina.
Hann sipaði til, at Fólka
flokkurin er ósamdur innan
floks, at tað fæst hvørki
høvd ella hali á nøkrum.
Og nú ger John Johannes
sen, politiskur formaður í
Javnaðarflokkinum, greitt, at
støðan í samgonguni er so
ógreið, at Javnaðarflokkurin
fer ikki í nakran politiskan
fylgibólk, fyrrenn hann fær
ein greiðan arbeiðssetning.
Rættiliga
niðurbrótand i
Eftir at bara Fólkaflokkurin
møtti á fundinum, ásannar
landsstýriskvinnan, at hon
hevur ein trupulleika.
Hon dylir ikki fyri, at hon
er rættiliga vónbrotin at
móttøkuni, sum ætlanin
hevur fingið í løgtinginum.
Serliga er hon vónbrotin
av fleiri av sínum egnu
floksfeløgum í Fólkaflokk
inum, sum hvørki tóku
undir við endamálinum ella
við mannagongdini.
Hetta hevur verið rættiliga
niðurbrótandi, sigur hon.
Men trupulleikin er ikki
størri enn so, enn at hann
kann loysast, staðfestir hon
í sama viðfangi og eg havi
framvegis vón um, at tað
ber til at loysa málið, leggur
hon afturat.
Hon leggur afturat, at vil
andstøðan ikki taka av eini
innbjóðing at vera við í
arbeiðnum, verður tað henn
ara sak.
Annars metir hon, at tað
eru bara nakir fáir tinglimir
í samgonguni, sum eru
ímóti ætlanini.
Men tað ber ikki til, at
nakrir fáir tinglimir skulu
sleppa at beina fyri eini so
týðandi ætlan.
Leggja saman við lóg
Ein grundleggjandi ósemja
er um kommunur skulu
leggja saman við lóg ella
ikki, men ta ósemjuna held
ur hon, at tað ber til at loysa
við samskifti ímillum flokk
arnar.
Hon leggur dent á, at tí
hevur hon á ongan hátt slept
ætlanini.
Nú fer hon at reisa málið
á einum samgongufundi
fyri at finna út av, hvørja
støðu, samgongan saman
umtikið hevur til ætlanina.
Málið er í grundini ein
falt. Tað snýr seg um at áseta,
hvussu nógvar kommunur
skulu vera, hvørji málsøki
tær skulu umseta og hvussu
kommunurnar skulu klára at
fíggja umsitingina.
Men hon leggur dent á, at
talan skal vera um ein
samlaðan pakka.
Tað verður ikki so, sum
ávísir tinglimir halda, at
kommunurnar skulu fáa ávís
málsøki at umsita, so finna
tær sjálvar útav at leggja
saman.
Skúli og eldraøki eru so
týðandi málsøki, at tað
verður ikki lat undir komm
unurnar, uttan at full vissa
fæst fyri, at tær eru førar fyri
at umsita tað á fult nøktandi
hátt og tað verða tær bara um
tær leggja saman.
Tað verður heldur ikki
so, sum aðrir tinglimir
halda, at kommunur skulu
leggja saman fyrst og so fáa
tær ávís málsøki at umsita
aftan á.
Leggja
kommunur
saman, mugu tær hava nakað
at leggja saman til. Tað er
onki endamál at leggja saman
bara fyri at leggja saman og
tí mugu kommunurnar vita,
hvat tær fáa at umsita.
Annika
Olsen
leggur
tískil dent á, at samanlegg
ing, fíggingin og málsøkini
skulu fylgjast í einum saml
aðum pakka.
So fer politiska viðgerðin
at vísa, hvussu stórur pakk
in verður og tað dugir hon
ikki at siga nakað um enn.
Og sjálv er hon ikki bang
in fyri at leggja kommunur
saman við lóg, verður tað
neyðugt, tí hon er sannførd
um, at okkurt má henda.
Sum støðan er nú, er tað
mín sannføring, at skal nak
að henda á økinum, verður
tað neyðugt at gera tað við
lóg, leggur hon afturat.
Men eg skal ikki gera
hetta til ein avgerandi spurn
ing, skoytir hon upp í
Annika Olsen sigur, at hon
miðjar eftir at kunna leggja
uppskot fyri Løgtingið í heyst
um, hvussu nóvir kommunur
skulu vera, hvørji málsøki
skulu vera og, hvussu tey
skulu fíggjast.
Tað er pínliga greitt,
at tað er hurlivasi
í samgonguni um
ætlanini at umskipa
kommunala
Kommunubygnaður
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Samgongan er púra í villa
reiði um, hvørja støðu hon
skal hava til framtíðar komm
unubygnaðin í Føroyum.
Tað varð pínliga greitt
eftir aðalorðaskiftið í tingin
um herfyri.
Bæði
Alfred
Olsen,
Anfinn Kalsberg, Jákup
Mikkelsen Jógvan á Lakjuni
og Gerhard Lognberg, sum
allir eru í samgongu, eru
hart ímóti at leggja komm
unur saman við lóg.
Alfred Olsen er ímóti at
leggja kommunur saman
við lóg, tí tað finna komm
unurnar sjálvar útav
Anfinn
Kallsberg
ger
greitt, at hann atkvøður ikki
fyri at leggja kommunur
saman við lóg. Hann sigur,
at fyrst skulu málsøki
leggjast út til kommunurnar
at umsita og so leggja tær
saman sjálvbodnar.
Hans P. Strøm, tingmaður
fyri Javnaðarflokkin kallar
støðuna fyri ein glæntrileik
og hann mælir Anniku
Olsen til at koyra kommunu
álitið lúkst í ruskspannina.
Hann sipar serliga til at
ósemjan er so stórt í Fólka
flokkinum.
Andreas Petersen úr Javn
aðarflokkinum heldur, at
tað ber ikki til at lata standa,
tí tað er tað sama sum at
seigpína kommunurnar at
leggja saman.
Tá verður ongin saman
legging, fyrrenn kommun
urnar eru komnar so illa
fyri at grundleggjandi tæn
astur ikki virka longur, so
tær verða tvingaðar at
leggja saman, men tað er
bæði primitivt og órationelt
at bíða so leingi.
Eyðgun Samuelsen, sig
ur, at tað er ein treyt, at skúl
in skal ikki leggjast undir
kommunurnar at umsita,
soleiðis, sum ætlanin hevur
verið, men annars skulu vit
ikki bíða eftir sjálvbodnari
samanlegging.
Hon krevur eisini, at
skattaskipanin
verður
umløgd, so at kommunu
skatturin ikki verður eitt
fast prosent tal, men verður
stigveksandi, akkurát sum
landsskatturin.
Men tað vilja aðrir ting
limir úr samgonguni ikki
hoyra talan um.
Hinvegin heldur Jaspur
Vang úr Sambandsflokkin
um, at løgtingið má skera
ígjøgnum og leggja komm
unur saman við lóg.
Úr andstøðuni eru Heini
O. Heinesen og Miðflokk
urin
ímóti
lógarfestari
samanlegging.
Hurlivasi í samgonguni um kommunubygnaðin
Boykottaðu fund hjá Anniku Olsen
Annika Olsen ásannar, at politiska
viðgerðin av málinum um framtíðar
kommunubygnain, hevur verið
niðurbrótandi og serliga vónsvikin er
hon av sínum egnu floksfeløgum. Men
hon ætlar sær ikki at gevast á hondum
og vónar at finna eina semju á ólavsøku
Kári Árting heldur grækarismessurøðu í Havn
Grækarismessuhaldið í Havn verður sunnudagin 14. mars kl. 15.00. Skótalið Sigmunds Brestissonar skipar fyri
Grærismessuhaldið í Havn sunnudagin 14 mars. Grækarismessudagur er 12. mars, har skótarnir saman við borgarum í
býnum heilsa várinum og og flytifuglunum vælkomnumtil landið. Frá gamlari tíð er sagt, at Tjaldrið, tjóðfuglur okkara
kemur á grækarismessu. Tað var Sverri patursson, sum fyrstur helt fólkafund á hesum degi í seinru helvt á 1930 árunum;
loysunar orð hansara var: Latið smáfugl og heiðafugl hava fri!. Tað var Sverri Patursson sum heitti á skótarnar um at halda
henda dagin í 1942, tí hann meinti at skótarnir livdi eitt við náttúruna. Nú halda vit grækarismessu við skótaskrúðgongu og
fólkafundum fleiri staðni í Føroyum og heilsa Tjaldrinum, vælkomið til land okkara aftur. Allir skótar, úlvar, og títtlingar í
Havn og á Argjum, fara at ganga skrúgongu og Havnar Hornorkestur spælir. Øll skulu møta í sínum skótahølum klokkan 14.
Klokkan 14.45 fer skrúðgongan úr Vágsbotni. Gingið verður eftir Bøgøtu, síðani eftir Tróndargøtu, Niels Finsensgøtu oman
á Vaglið. Sjálvt Grækarismessuhaldið verður á Vaglinum í Havn klokkan 15. Í ár verður tað Kári Árting sum hevur verðið
Fylkisstjóri í SSB og nú stjóri í Rit & Rák, fer at halda grækarismessurøðuna í ár.