fríggjadagur 12. mars 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 50 · 12. mars 2010
4
VIKUSKIFTI
KærleiKi
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Miðvágur: Tað merkist beinanvegin
at her búgva fólk við áhuga fyri
tónleiki.
Úr stovuni hoyrist ljómandi
country-tónleikur, og við júst somu
gleði sum hesin tónleikurin skapar,
standa tey bæði Niels og Sallyver
og taka ímóti umboðnum fyri
tíðindatænastuna.
Endamálið er at fáa savnað tilfar
saman til eina grein um, hvussu
tað ber til at ein bygdadrongur úr
Miðvági fann sær konu úr býnum
Puerto Princesa á oynni Palawan,
sum liggur 700 kilometrar sunnanfyri
høvuðsstaðin Manila.
Fyri tveimum árum var nevniliga
alt sum bendi á, at Niels framvegis
skuldi búgva einasamallur í stóru
húsum sínum í Mikkjalsgøtu 10,
norðarlaga í heimbygdini.
Men ein heimasíða, ein profilur
við eini mynd og felags áhugamál
teirra gjørdu sítt til, at ástir runnu
saman millum tey bæði.
Hetta kom helst óvart á bæði tvey.
Tí sum Sallyver tekur til:
- Eg hvørki droymdi ella hugsaði
nakrantíð um at gifta meg við einum
fremmandum manni. Og eg hevði
heldur ongar ætlanir um at flyta langt
burtur frá familju míni.
- Men eg veit ikki. Tá Niels kom
inn í myndina, broyttist alt. Eg fylgdi
bara tí, sum Gud vildi hava meg til
at gera, greiðir 26 ára gamla Sallyver
Caabay frá, og sum nú kann leggja
“Nattestad” aftrat eftirnavni sínum.
Stillisliga kemur tað frá Nielsi: - Eg
helt bara, at hon sá gott út!
Fekk góðan kommentar
Einhvør kærleikssøga hevur sína
byrjan og sína orsøk, og onkutíð eisini
ein millummann. Í førinum hjá Nielsi
og Sallyver var hesin millummaður
internetið.
- Ja, ein dagin fyri tveimum árum
síðani kom eg fram á eina mynd
av henni á internetinum. Eg sá
beinanvegin, at hon var sera vøkur,
greiðir Niels brosandi frá.
Myndin av vøkru kvinnuni nart
við hjartað hansara, og hann vildi
fegin fáa meiri at vita um hana.
Tíbetur fyri hann greiddi hon eisini
eitt sindur frá sær sjálvum á sínum
profili.
- Eg svaraði henni aftur, og gav
henni ein góðan kommentar. Og hon
svaraði beinanvegin aftur.
Sallyver skrivaði m.a. at hon
var virkin í samkomu síni sum
lovsangsleiðari. Og tá Niels segði
henni, at hann var eisini virkin
sum tónleikari í síni samkomu, var
beinanvegin at tey fóru at samskifta
um tónleik, samkomuarbeiði og
onnur felags áhugamál.
Nú var fyrsti leikurin framdur.
Spurningurin var, hvør átti næsta
leikin. Hann átti Niels. Og hann varð
eisini tikin skjótt.
Vælkomin at steðga
Sohvørt sum tey samskiftu, fór at
nærkast til páskir. Og so fekk Niels
eitt hugskot: Hví ikki fara yvir til
Filipsoyggjarnar at vitja Sallyver?
- Eg fór einsamallur avstað,
líkasum fyri at vita, hvussu tey
livdu. Og tað má eg siga, at eina slíka
móttøku sum eg fekk, skal ein leita
leingi eftir. Eg búði hjá teimum, og
tey vistu nærum ikki, hvørjum beini
tey skuldu standa á. Her var eisini
sera nógv at síggja, tí júst Palawan
Niels og
sallyver
- Nú var eg vorðiN NæStaN 40 ár, og tá eg So eNdiliga
Skuldi giftaSt við Sallyver, mátti tað Bara heNda
tvær ferðir - eiNa ferð her í føroyum og eiNa ferð
á filipSoyggjuNum, Sigur NielS NatteStad. tey Bæði
Búgva Nú í miðvági, og Skulu geraSt foreldur á
fyrSta SiNNi um máNaðarSkiftið apríl/mai
giftust tvær ferðir