Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 50 - 12. mars 2010 Í dag grækaris­mes­s­u­ dag fara umleið 200 fólk at s­es­s­as­t á Hotel Føroyum til hugnaløtu og ábit í s­ambandi við, at tað í mars­ mánaða í ár eru liðin fimmti ár, s­íðan s­íðutrolarin og nýbygningurin, Brandur Sigmundar­ s­on, kom til Føroya AfturhvArv Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var Kimbil í Havn, ið átti Brand Sigmundarson, sum um 9-tíðina hin 17. mars í 1960 fyri fyrstu ferð flaggskrýddur legði til bryggju í Havn. Skipið varð bygt í Frederikshavn í Danmark á somu skipa- smiðju, sum eitt nú Hans Hedtoft varð bygdur á stutt frammanundan. Brandur Sigmundarson TN 370 var í føroyska fiskiskipaflotanum í til- samans 14 ár. Manningar- talið lá um fimmti hvønn túrin, so í hesum tíðarskeiði vóru nakrir hundrað mans við saltfiskatrolaranum. Skipari øll árini var Andrias Johannesen, ætt- aður úr Hvannasundi. Sonur hansara Mortan, sum eisini gjørdist kendur skipari, fór við pápanum og nýbygn- inginum sum 17 ára gamal longu á fyrsta túri. Mortan hevði framman- undan verið við Fiskanesi og gamla Kalsevni. Eftir at hava verið á sjómansskúla, gjørdist hann í 1966 fyrst 2. stýrimaður hjá pápa sínum, síðan 1. stýrimaður, og í 1970 loysti Mortan fyrstu ferð pápan av sum skipari. Í 1972 førdi Mortan skip- ið fyri seinastu ferð. Tá fór hann yvir til Grønlands og umborð á ein nýbygdan hekkutrolara hjá KGH. Andrias Johannesen helt tó fram umborð á Brandi Sigmundarson, til skipið fór úr flotanum. Nakað serligt Nú fimmti ár eftir, at hesin stásiligi nýbygningur kom til landið, hevur Mortan Johannesen, væl hálptur av øðrum, tikið stig til at samla so nógvar av manningini sum gjørligt, sum hesi ár var við Brandi Sigmundarson. Í dag klokkan 17 hittast hesir menn og makar teirra so til hugnaløtu og ábit á Hotel Føroyum. Tey umleið 200 fólkini eru í fyrsta lagi menn, sum hava siglt við Brandi Sigmundarson, makar hjá hesum monnum og í onkr- um føri børn ella systkin. Mortan Johannesen sigur, at hetta soleiðis eru menn, sum vóru saman fyri 40-50 árum síðan, har teir livdu tætt uppat hvørjum øðrum í 4 og 6-mans kømrum, og túrarnir kundu vera longri ella stytri enn tríggjar mánaðir. - Fyri meg og nógvar aðrar var Brandur Sig- mundarson nakað serligt. Tað, tú upplivir sum ungur og longdin á túrunum, har menn livdu so tætt uppat hvørjum øðrum so leingi, er nakað heilt serligt. Túrarnir í Ný Foundlandi á saltfiski kundu vara báðu- megin tríggjar mánaðir. Vanliga vóru vit vártúrin í Ný Foundlandi, og síðan gjørdu vit ofta tveir túrar í Grønlandi. Í november og desember plagdu vit at vera á ísfiskaveiði og landaðu í Bretlandi. Mortan sigur, at eftir 1969 bleiv so nógvur ísur í Grønlandi, og tá fóru teir eystur í Barentshavið eftir Ný Foundlandstúrin. Brævasamband - Hetta var í allar mátar ein heilt onnur tíð, sum unga fólkið í dag illa man duga at ímynda sær. Tá vit vóru á saltfiski, mistu vit at kalla alt samband við tey har heima, og frægasta sam- skifti var við brøvum. Mortan sigur, at teir plagdu at vera úti í einar 3-6 vikur í senn, og síðan fóru teir til lands at bunkra olju og taka salt, vatn og proviant. - Menn vóru altíð ógvu- liga spentir, um teir fingu post, tá teir komu í havn. Fleiri fegnaðust, men tað vóru eisini teir, sum vóru vónsviknir. Viðhvørt, tá skip komu á okkara leið, fingu vit post úti á feltinum, leggur hann aftrat. Mortan dylur ikki, at nógvir menn longdust illa, men har var einki at gera. Teir kendu sínar skyldur yvirfyri teimum har heima, familjuni, konu og børnum. - At sigla við Brandi Sig- mundarson var ein góður skipskjansur. Reiðaríið var gott og rindaði til tíðina. Tað vóru nógvir, sum hesi árinin kundu hugsað sær kjans við hesum skipi, sigur hann. Nú hugnaløta verður í dag, verða yngstu menninir um fimmti ára aldur og tey elstu hjúnini, sum hava sagt, at tey koma við, eru farin um tey níti. - Fleiri av hesum monnum hava ikki hitst í 40-50 ár, so vit eru sera spentir upp á hendan seinnapartin og hetta kvøld, sum nú stundar til. Vit fara at tosa um hendingar av ymiskum slagi, sum vóru, meðan vit vóru saman við Brandi, og vit fara í allar mátar at hugna okkum saman. Sera fegin Mortan Johannesen sigur, at onkur av monnunum, sum vóru við Bandi Sigmundar- son hesi árini, gjørdust tónleikarar, bæði við har- moniku og guitara, og nakrir teirra verða eisini við í dag og fara at seta sín dám á. - Eg havi havt dreymin um at savna manningina í eini 25 ár, og um hetta ikki gjørdist veruleiki, nú fimmti ár eru liðin, síðan Brandur Sigmundarson kom til landið, hevði hetta ivaleyst verið av ongum. Eg eri sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at reisa hetta tiltak á føtur, sigur Mortan Johannesen. Skipsmanning aftur á slóðina - Fleiri av teimum, sum vóru við Brandi Sigmundarson, hava ikki hitst í 40-50 ár, so vit eru sera spentir upp á hendan seinnapartin og hetta kvøld, sum nú stundar til, sigur Mortan Johannesen Tað var pápi Mortan Johannesen, Andrias Johannesen, sum var skipari á Brandi Sigmundarson øll 14 árini, skipið var í føroyska fiskiskipaflotanum. - Eg eri sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at reisa hetta tiltak á føtur, sigur Mortan Johannesen, sum loysti pápan av sum skipari við Brandi tey seinnu árini Mynd: Vilmund Jacobsen Rán í Keypmannahavn Løgreglan í Keypmannahavn fær støðugt fleiri fráboðanir um rán á gøtuni í høvuðsstaðarøkinum. Løgregaln sigur, at frá 2007 til 2009 vaks talið á fráboðaðum gøturánum 50 prosent. Bara í sjálvum Keypmannahavn vóru 1.432 rán í fjør, og tað var 471 fleiri enn í 2007. Bent Isager- Nielsen hjá løgregluni sigur við Berlingske Tidende, at tað eru fleiri greið tekin um, at støðugt fleiri profession- ellir ránsmenn koma úr útlondum til Danmarkar at ræna. Samstundis hevur tað víst seg, at støðugt fleiri ránsmenn eru vápnaðir, sigur hann. Nógv jarn í Grønlandi Kanningar í undirgrundini við Isukasia, sum er einar 150 kilometrar norðan fyri Nuuk, hava avdúkað, at har er rættiliga nógv jarn í jørðini. Bretska felagið London Mining, sum hevur staðið fyri kanningunum, sigur, at tað fann 65 prosent meiri jarn, enn tað hevði væntað. Metingin hjá felagnum er, at 951 milliónir tons av jarni eru í umráðnum við Isukasia. Gongst sum ætlað, fer bretska felagið undir námsvinnu við Isukasia tíðliga í 2014, og ætlandi fara millum 400 og 500 fólk at arbeiða har. sigur KNR.