fríggjadagur 12. mars 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 50 · 12. mars 2010
11
VIKUSKIFTI
Vinur er hann, sum
veit alt um teg, men
framvegis dámar teg.
Elbert Hubbard
amerikanskur heimsspekingur
10 tIng um Liza marklund
Krimidrotningin
SvenSki rithøvundin Liza MarkLund Skrivar
altjóða bestseLjarar. hon býr í Spania. og
nú Skulu bøkur hjá henni fiLMatiserast
Mítt blað
Lesi ikki dagbløð í pappírsformi. Ella tað er í øllum førum sjáldan.
men lesi Politiken á netinum. mítt forvitna lyndið ger, at eg eisini
fari obligatoriska túrin inn á Ekstrablaðið. Føroysku bløðini verða
sjáldan lisin, tí eg búgvi í Keypmannahavn og havi ikki hald til
netútgávurnar.
Mín heIMasíða
mín byrjanarsíða á netkaganum er dr.dk. Ein framúr góð síða.
Bæði hvat tíðindum viðvíkur og annars eisini øðrum stuttligum,
tankavekjandi og áhugaverdum ískoytum av øllum møguligum
sløgum. umframt politiken.dk og ekstrabladet.dk, sum eg nevndi í
áðni, dámar mær til dømis annars væl at njósnast inni á trendsales.
dk fyri at vita, um eg kann gera okkurt kupp.
Mín tónleIKUr
Dugi illa at definera mín tónleikastíl. Eri helst rættiliga mainstream.
Sovorðið sum u2, Coldplay, muse, Robbie Williams og Nephew slær
ongantíð feil. men mær dámar eisini væl eitt nú Eivør, Teit, Budam,
Orku o.s.fr.
Mítt sosIala netVerK
Tíðartjóvurin Facebook og LinkedIn. Snúsi av og á til twitter, men
dugi ikki at rokna tað út. Sama við Google Wave.
Mín dVd
Havi bokssettið av bæði Friends og Sex & the City, og tað er sum
oftast tað, ið eg vendi aftur til.
Mítt MagasIn
Haldi ikki nakað magasin. Eg havi lítið av tíð at lesa annað enn
tað, ið er kravt til lesnaðin. men av og á keypi eg onkuntíð onkur
donsk magasin, sum t.d. IN, Eurowoman og líknandi. mær dámar
eisini ótrúliga væl Euroman. Góðar greinar og teirra E-matrix er
fantastiskur. Og tá eg fái hendurnar á eitt Kvinnublað, verður tað
eisini lisið.
Mín sjónVarpsrøð
Eg kann altíð síggja ein part av Friends ella Sex & the City. Annars
eru tað lættisoppasendingar sum reint undirhald. Kender du typen,
Spise med Price, Greys Anatomy og líknandi.
Mín bóK
Sum við magasinunum, so havi eg lítið av tíð
til at lesa bøkur, sum ikki hoyra til lesnaðin
fyri tíðina. Tók fyri stuttum "Den som blinker
er bange for døden" hjá Knud Romer niður av
reolini. men enn er hon ikki lisin. mær dámar
best fagrar bókmentir.
Mítt útVarp
Lurti ógvuliga sjáldan eftir útvarpi her í Keypmannahavn, sum jú
er stórt spell, tá tilfeingið er so stórt. Oftast verður tað bara til
tónleik. men tá eg eri heima í Føroyum, er tað tíðindini eg hoyri -
annars onki serligt...
Mín telefon
Ein Nokia...
hVat VIl tú IKKI brúKa MIðlatíð Uppá?
Til dømis illa skrivaðar greinar, dokumentarar um 2.
veraldarbardaga og hava-sendingar.
hVat IrrIterar teg í MIðlUnUM?
uha, eg irriteri meg inn á nógv ting í miðlunum. Eitt nú havi eg eitt
elski/hati-forhold til nógv ting. T.d. elski eg morgunsjónvarp og -
útvarp, men samstundis kann tað irritera meg, hvussu lættisoppa
tað er. Sum onkur segði, so hevði Hitler helst sloppið óskalaður
ígjøgnum eina samrøðu í morgunsjónvarpi/útvarpi. Eg veit, at tað
er helst ikki staðið, har eg skal vænta tær longu, djúpdaborandi
samrøðurnar, men allíkavæl haldi eg ikki, at tað skal merkja, at
tey sum eru við heilt skulu sleppa undan kritiskum spurningum,
um samrøðan/evnið leggur upp til tað. Annars journalistiskt illa
frágingið tilfar. Og tá journalisturin fær tilfarið at snúgva um seg
sjálvan heldur enn persónin, hann tosar við ella evnið, hann viðgerð.
Tá innihaldið er ein illa goymd lýsing fyri onkra stuttleikaferð ella
okkurt produkt. Og ringar dagar nakað so banalt sum stavi- og
kommafeilir.
hVat VIl tú haVa MeIrI aV í MIðlUnUM?
Væl fortaldar søgur. Oftast eru søgurnar góðar, men tað knípur
við at fáa tær fortaldar á rættan hátt. meira fjølbroytt tilfar.
Fleiri features og reportasjur. Í Kringvarpinum vantar okkum
meira mentan ongin ivi um tað. Og kanska eisini eina føroyska
undirhaldssending?
MiðLarnir OG EG
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Kendir og ókendir persónar frá síni miðlanýtslu.
Eva Elisabeth Marklund vaks upp í lítla býnum
Pålmark har norðuri í Svøríki.
47 ára gamla Liza Marklund býr í Spania saman
við manni sínum Mikael.
Marklund er serliga kend
fyri krimisøgurnar um annika
bengtzon, sum eru týddar til 30
ymisk mál.
Seinastu bókina hevur Marklund skrivað saman
við kenda amerikanska rithøvundanum James
Patterson. Bókin kallast Postkortmordene.
Hon hevur vunnið fleiri virðislønir fyri sín
skaldskap – eitt nú Glaslykilin fyri bestu
norðurlendsku krimibók í 1999.
Liza eigur sjálv í útgávufelagnum Piratforlaget,
sum gevur hennara bøkur út.
Sambært Publishing Trends vóru bøkur hjá
Marklund millum mest seldu bøkur í heiminum í
2002 og 2003.
tvær av bókunum um
annika bengtzon eru gjørdar
til film. Hesir filmar vóru
frumsýndir í 2001 og 2002.
Framleiðslufelagið Yellow Bird hevur keypt
rættindini til at filmatisera seks av bókunum
um Annika Bengtzon. Ætlanin er at fara undir
filmsupptøkur seint í ár.
Í 2004 gjørdist Liza
umboðskvinna fyri uniCef
– st-stovnin, sum arbeiðir fyri
korunum hjá børnum.
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
journalisturin IngrId BjarnasteIn
tekur ein bachelor í donskum, heVur
tí ikki tíð at lesa tað stóra, men tá
tíð er, lesur hon gjarna euroman og
lurtar eftir u2.