fríggjadagur 12. mars 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 50 - 12. mars 2010
er í yvir árini. Vit eiga at
syrgja fyri, at gott avlop er í
góðum árum og ikki freist
ast at nýta tað yvirskotið,
men leggja tað til síðis. So
kunnu vit betri góðtaka eitt
hall í ringum árum, sigur
Thomas Dam.
Tilfeingisgjald
Tað er eingin loyna, at
serliga fiskivinnan hevur ilt
við at fáa endarnar at røkka
saman.
Hvussu
væntar
Búskaparráðið so, at serliga
fiskivinnan hevur ráð at
gjalda eitt tilfeingisgjald?
Nú veldst um, hvussu
eitt
slíkt
gjald
verður
snikkað til. Tað hava verið
ógvuliga nógvir tankar uppi
og vent, og vit hava ikki
lagt okkum á nakað ávíst.
Vit hava bara víst á, at tá tú
hevur eina vinnu, sum
troytir tað náttúru tilfeingi,
sum er, og sum vit øll eiga,
so er tað ræt,t at rindað
verður fyri tað og ein ikki
bara fær tað forerandi.
Eisini tí vit síggja innan
fyri fiskivinnuna, at til ber
at selja hesi rættindi víðari,
sigur Thomas Dam.
Hann vísi til, at innan
oljuvinnuna er talan um ein
kolvetnisskatt, sum er settur
saman á ein serligan hátt,
eisini soleiðis, at fær vinnan
ein óvanliga stóran vinning,
verður skattur rindaður eftir
tí. Teir tankarnir hava eisini
verið frammi í Búskapar
ráðnum.
Í Ólavsøkupakkanum er
eisini eitt uppskot um eitt
víddargjald, sum eisini er
eitt slag av tilfeingisgjaldi,
og vit hava so gjørt okkum
tankar um, at javnseta hesar
vinnurnar soleiðis, at vit
fáa eitt líknandi tilfeingis
gjald
fyri
fiskivinnuna,
sigur Thomas Dam.
Hann sigur, at tað finnast
fleiri mátar, sum hetta kann
gerast upp á, men at
skipanin er rættiliga fastløst
fram til 2018, tá verandi
loyvir ganga út.
Tað ber ikki til at fara
inn í tær avtalurnar, og tí
hava vit lagt upp til, hvussu
vit
kunnu
gera
nakrar
tillagingarloysnir, og hava
nøkur uppskot til tað. Men
tað er umráðandi, at goldið
verður fyri tey loyvir, ið
givin verða, sigur Thomas
Dam.
Hann heldur, at júst við
at loyvini verða seld til
hægstbjóðandi tryggjar, at
sunn kapping kemur í
vinnuna, tí tað vilja til eina
og hvørja tíð verða tey
dugnaligastu reiðaríini, ið
fáa mest burtur úr, sum
ogna sær fiskiloyvini.
Almenn skuld
Eitt av tilmælunum hjá
Búskaparráðnum er ognar
skattur, men fyri at seta ein
slíkan í verk er neyðugt, at
ognirnar fyrst verða mettar
í virði.
Í dag finst eingin nøkt
andi skipa í Føroyum í so
máta, og tí er tað ein fyri
treyt, at ein almenn meting
av virðinum á fastognum
fæst í lag. Men tá tey
viðurskiftini eru komin í
rættlag er einki til hindurs
fyri, at ognarskattur verður
settur í gildi, sigur Thomas
Dam.
Men
eitt
eru
ymsu
tiltøkini, sum skulu setast í
gildi, eitt annað er, hvussu
leingi tað kann draga út,
áðrenn javnvág aftur kemur
á fíggjarlógina.
Tað, sum vit hava sagt,
er, at tað er umráðandi at
fáa tamarhald á støðuni.
Tað er helst ógjørligt at um
ganga, at vit fáa eina ávísa
almenna skuld, tí bara í ár
fáa vit eitt hall á fíggjarlógini
á 850 milliónir krónur, og
tað eru ófatiliga nógvir
pengar. Tað er ikki gjørligt
at fáa eitt hall av teirri stødd
burtur beinanvegin og tað
vil so siga, at vit fara at
hava eina skuld í nøkur ár
fram, sigur Thomas Dam.
Búskaparráðið heldur tó,
at av tí at almenna skuldin
ikki er so stór at byrja við,
tola vit at hava hall í nøkur
ár.
Men neyðugt verður at
gera nøkur tiltøk beinan
vegin soleiðis, at vit fáa
tamarhald á hallinum og
teirri vaksandi skuldini. Vit
meta, at um hildið verður
aftur upp á almennar út
reiðslur og vit megna at
gjøgnumføra tað slag av
tiltøkum, sum Búskapar
ráðið mælir til, ber til at
umganga,
at
almenna
skuldin fer upp um 40% av
BTÚ, ið er eitt mál, ið
verður brúkt at samanlíkna
almenna skuld millum lond,
sigur Thomas Dam, for
maður í Búskaparráðnum.
Thomas Dam, formaður
í Búskaparráðnum,
vísir á nakrar ítøkiligar
møguleikar at skera niður
upp á útreiðslurnar, sum er
alneyðugt fyri at fáa javnvág
aftur á fíggjarlógina
Mynd: Jens Kristian Vang
Bumba drap tólv
Í minsta lagi tólv fólk doyðu, tá ein sjálvmorðs
bumbumaður sprongdi seg í luftina á einum sølu
torgi í pakistanska býnum Lahore í morgun. 35
onnur fingu skaða. Løgreglan í Lahore sigur, at
álopið var eftir øllum at døma ætlað einum hernaðar
akfari, og fleiri hermenn eru millum teirra, sum
fingu skaða. Hetta er onnur sjálvmorðsbumbu
atsóknin í Lahore hesa vikuna. Tann fyrra kravdi 13
mannalív. Tað hevur annars verið toliliga friðarligt í
Pakistan í seinastuni, eftir at landið varð illa plágað
av bumbum frá Taliban og alQaeda í vetur.
Javnt í Irak
Uppteljingin aftan á tjóðartingsvalið í Irak seinasta viku
skiftið bendir á, at tað er rættiliga javnt millum núverandi
og fyrrverandi forsætisráðharran. Tá 30 prosent av atkvøð
unum vóru taldar, var Nuri alMaliki, forsætisráðharri, á
odda í teimum báðum shiamuslimsku landspørtunum har
suðuri í landinum. Har norðuri í landinum er fyrrverandi
forsætisráðharrin Iyad Allawi á odda í tveimum landspørt
um. Í tí kurdiska økinum hava teir kurdisku flokkarnir
fingið tær flestu atkvøðurnar. Uppteljingin skal verða
liðug tann 18. mars, men tað kunnu ganga vikur, til
úrslitið kemur, skrivar AFP.