fríggjadagur 12. mars 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 50 · 12. mars 2010
10
VIKUSKIFTI
Hvussu er lagið?
Tað er altíð gott.
Nær varð tú gift?
Vit vóru gift 21.05.94
Hvussu var títt brúdleyp?
Jú, tað var okey. Vit vóru gift niðri í
býráðssalinum í Havn, sum man gjørdi tá - eitt
sindur óromantiskt, men fitt. Hæddarpunktið
var nokk, tá vit koyrdu í einum øgiliga flottum
Cadillac, sum maðurin hevði skaffað til okkum.
Hevði tú gjørt nakað øðrvísi,
um tú gift teg ídag?
Ja, eg hevði rýmt av landinum á eina lekkra
brúðarferð í staðin fyri at halda brúdleyp. Tað
er altíð okkurt bøvl við brúdleypum, haldi eg.
Hvat ger teg glaðan?
Glað og positiv fólk, og at síggja børnini trívast.
Hvat ger teg illan?
Súr fólk, og fólk sum blanda seg uppí
ting, sum ikki raka tey ein lort, kunnu
fáa mítt blóð í kók. Uha...østi meg bara
við at svara uppá hendan spurningin.
Hvat er títt yndisgóðgæti?
Tað eru jarðber-gummibomm, sum eru
tildekkað við sukri. Man kann keypa tey
sum blandað bomm ymsa staðni.
Hvat brúkar tú hvønn dag?
Undirbuksir...hahaha! Tað er so
nógv, sum eg brúki hvønn dag, so
eg veit ikki, hvat eg skal velja.
Hvat er tað besta við at vera kløn?
At man kann fara í tað, sum man vil, og
so sjálvandi allir teir likamligu og sálarligu
fyrimunirnir. Teir likamligu eru at man
orkar betur at røra seg og at man ikki
blívur so skjótt troyttur og pøstur. Teir
sálarligu eru betri sjálvsálit, vælvera osfr.
Hvønn eginleika
hjá tær
sjálvum er tú
glaðast fyri?
Kreativitetin.
Hvørjir eru tínir størstu veikleikar?
Hugsi alt ov nógv. Alt skal vendast og dreygast.
Blívi so ræðuliga troytt í høvdinum av tí.
Hvat er romantiskt?
Eg haldi, at tað er romatiskt, tá maðurin, leggur
merki til okkurt, mær dámar, og yvirraskar
meg við tí. Tá kenni eg meg forkelaðan.
Hevur tú nakra fyrimynd?
Eg hevði kunnað nevnt nakrar, men ein sum eg
síggi upp til er mína lítlu systur Barbaru. Hon
er ein ógvuliga sterk kvinna, sum dugir væl at
seta klár mørk. Hon heldur fast við sítt og hvílir
í sær sjálvari. Hon er ein ordiligur Carlsen og
líkist nógv abba mínum, sjálvt um hon ongantíð
hevur hitt hann. Eg vildi ynskt, at eg hevði eitt
sindur fleiri av hasum Carlsen genunum í mær.
Hvør er besta bók tú hevur lisið?
Eg havi ikki havt tíð at lisið nakrar
bøkur seinastu árini, uttan tær
bøkurnar eg lesi til skúlabrúks.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Alt millum himmal og jørð.
Hvør er kendasti persónur tú hevur hitt?
Uha...hetta var ein torførur spurningur
at svara, tí eg havi hitt so nógvar kendar
persónar. Skal eg velja ein, má eg nokk
svara Joey Tempest úr Europe
Er tú bangin fyri at gerast gomul?
Nei, slettis ikki. Eg ætli mær at búgva
í Florida vetrarmánaðarnar, tá eg verið
gomul í einum 50+ "community" og í
Føroyum um summarið. Og so ætli eg
mær at ferðast, tá eg verið gomul.
Hevði tú hugsa tær at búð nakra
aðrastaðni enn í Føroyum?
Kundi hugsa mær at flutt aftur til
Florida. Har er so heitt og lekkurt. Eg
eri meiri til bikini enn kavadrakt.
Hvat hevur
lívið lært teg?
At altíð vera erlig
yvir fyri mær
sjálvari og øðrum.
VANJA JUSTINUSSEN
Meira til bikini enn kavadrakt
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
myNd: JENS KriSTiAN VANG
FAkTA Vanja justinussen
Aldur: 35 ár
Bústaður: Hoyvík
Starv: Lesi til sjúkrarøktarfrøðing á 4 ári
Familja: Gift við Aron Justinussen og eiga
tvey børn - Teitur 12 ár og Mirjam 10 ár