Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 50 - 12. mars 2010 Í góðum tíðum ríður tað almenna við á uppgangsbylgjunum og økir um búskaparligu sveiggini, og tí er einki at standa ímóti við, tá tíðirnar versna og tað almenna skal verða við til at seta ferð aftur á búskaparhjólini. Tí er tað almenna eisini við til at høgga bremsurnar í, tá vit uppliva ringar tíðir, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum BÚSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Mánadagin kunngjørdi Búskaparráðið sína hálv­ árligu búskaparfrágreiðing. ­ Tað, sum vit gera í hesari frágreiðingini er, at vit taka tráðin upp frá frágreiðingini í heyst, tá vit ikki komu við nøkrum ítøki­ ligum tilmæli um, hvussu vit kunnu koma burtur úr teirri støðu, vit eru komin í, sigur Thomas Dam, for­ maður í Búskaparráðnum. Hann sigur, at orsøkin til ta kreppu, vit hava, er ikki bert altjóða fíggjarkreppan, men hon kemst eisini av, at vit konsekvent hava lækkað um inntøkurnar, meðan vit hava vaksið um útreiðslurnar seinastu átta­tíggju árini. ­ Blokkurin er lækkaður og tað sama er skatturin, meðan útreiðslurnar sam­ stundis eru hækkaðar mun­ andi. Tað ber sjálvandi til, um tingini annars hanga sam­ an, men at gera bæði tvey samstundis í longri tíð førir til, at vit fáa ein bygnaðar­ ligan trupulleika. Tað vildu vit fegin stóð eftir í frágreið­ ingini, og tað haldi eg eydn­ aðist, sigur Thomas Dam. Til hesa nýggju hálvárligu frágreiðingina, sum varð almannakunngjørd mána­ dagin, hevur Búskaparráðið serliga arbeitt við, hvørjar møguleikar ráðið sær fyri at koma burtur úr teirri støðu, vit eru komin í. ­ Har vísa vit á tvey høvuðsting. Tað eina er, at neyðugt verður at halda aftur í almennum útreiðsl­ um, og har mæla vit til, at almennu íløgurnar og rakst­ urin ikki hækka meiri enn tvey prosent um árið, sigur Thomas Dam. Hann sigur, at talan tá verður um eina herðing í tálmanini, og tað vil siga, at neyðugt verður at spara, tí vanligur kostnaður og lønir plaga at hækka meiri enn tey tvey prosentini, og tí verður neyðugt at halda aftur í útreiðslunum. Tillaging Hetta merkir so aftur, at neyðugt verður at arbeiða við rationaliseringum. ­ Tað vil siga, at vit mugu gera tað, vit gera, bíligari og betri, men tað verður eisini neyðugt við effektivi­ seringum. At kanna eftir, um vit gera tað rætta. Eru tænastur, ið okkum ikki tørvar longur, ella eru aðrar tænastur, ið vit eiga at seta á stovn, sigur Thomas Dam. Hin parturin fevnir um nøkur ítøkilig tiltøk, sum hava trý sikti. Tað eina er ynski um, at vinnulívið skal hava somu treytir at arbeiða undir. ­ Har hava vit víst á til­ feingisvinnurnar, oljuvinn­ una, alivinnuna og eisini fiskivinnuna, sigur Thomas Dam. Ein annar partur er at fáa neyðugu tillagingina í gongd innan fiskivinnuna soleiðis, at tann yvirkapa­ sitetur, sum er, kann lagast til. ­ Vit hava rættiliga nógv skip í mun til tað fiska­ tilfeingi, sum er, so spurn­ ingurin er, hvussu veiðiork­ an betri kann svara til fiski­ tilfeingið, og harvið fáa meiri burtur úr tilfeinginum. Og har hava vit so nøkur tilmæli um, hvussu tað kann gerast, sigur Thomas Dam. Triðja er, at Búskaparráðið hevur nøkur ítøkilig uppskot til, hvussu breiðkast og stabi­ liserast kann um skatta­ intøkuna hjá landinum. ­ Og tað er har, at nógv umrøddi ognarskatturin er ein partur av uppskotinum, sigur formaðurin í Búskap­ arráðnum. Gjalda fyri tænastur Eitt av uppskotunum hjá Búskaparráðnum er at avtaka sjómannafrádráttin, og tað er nakað, ið møtir mótstøðu frá fleiri síðum. Millum annað verður ført fram, at verður sjómanna­ frádrátturin avtikin, fer hetta at føra til eitt exodus av føroyskum sjómonnum til onnur lond. ­ Sjómannafrádrátturin er nakað, ið varð sett í gildi fyri nøkrum árum síðani av ávísum orsøkum, men tað, sum vit hava lagt upp til er, at vit hava eina so reina skattaskipan sum gjørligt, sum ikki hevur slík undan­ tøk. Og í hvønn mun ein av­ tøka av hesum frádráttinum verður við til at avgera, um fólk verða verandi í Føroyum ella ikki, so má tann trupulleikin takast upp til ta tíð, sigur Thomas Dam. Búskaparráðið hevur í sín­ um lag lagt upp til, at avtaka so nógv undantøk í skatta­ skipanini, sum gjørligt. ­ Hetta er eisini galdandi fyri mvg­lógina og aðrar avgjaldsskipanir, tí tað ræður um at hava so reinar skipanir sum tilber, sigur Thomas Dam. Men tá talan er um almennu umsitingina, har fleiri meta, at føroyski almenni yvirbygningurin er alt ov stórur, er Búskapar­ ráðið ikki so avgjørt. ­ Har er talan meiri um ein politiskan spurning. Reint búskaparliga er tað ikki neyðturviliga ein trupulleiki. Er almenni sektorurin stórur, so er tað tí vit ynskja at veita nógvar almennar tænastur, og ynskja vit tað, siga vit samstundis, at vit góðtaka ein lutfalsliga høgan skatt, sigur Thomas Dam. Hann sigur, at vilja vit hava eitt samfelag á støði við grannarnar uttan um okkum, mugu vit eisini rinda ein skatt á teirra støði. ­ Men neyðugt er at koma burtur úr teirri søtðu, at inntøkurnar støðugt minka, meðan útreiðslurnar vaksa, og tá er tað okkara skylda sum Búskaparráð at eftirmeta, um tað var rætt at lækka blokkin, um tað var rætt at lækka inntøkurnar, og hinvegin, um tað var rætt at hækka útreiðslurnar, sigur Thomas Dam. Almenna spælir við Føroyingar hava eina serliga avbjóðing av tí at vit eru so tengd at inntøkunum frá fiskivinnuni, sum er ein sera óstøðug vinna. ­ Tað er rætt, at føroyski búskapurin er sera opin. Vit innflyta so at siga alt, sum vit brúka, meðan ein stórur partur av okkara framleiðslu verður útfluttur. Vit hava ein tilfeingisbúskap, sum svingar við fiskivinnuni, sum vit vita svingar nógv, sigur Thomas Dam. ­ Vit hava eitt annað bein at standa á, sum eitur alivinnan, men hon svingar eisini nógv. Tí er tað sera umráðandi hjá okkum at hava eina góða búskaparstýring, og at vit sleppa burtur úr at tillaga almennu útreiðslurnar eftir, hvussu støðan er í bú­ skapinum. Tað hava vit havt alt ov nógv av, og harvið ger tað almenna útsvingini størri enn neyðugt, sigur Thomas Dam. Hann sigur, at Búskap­ arráðið í sínari frágreiðing vísir á, at vit upp gjøgnum 80­ini, tá tíðirnar vóru góðar, øktu um útreiðslurnar og gjørdu harvið upp­ gongdina størri enn hon átti at vera. ­ Tá vit so koma inn í 90­ ini og kreppuna, má tað almenna byrja at spara bæði upp á rakstur og íløgur, og ger harvið kreppuna verri. Nú hava vit so upplivað frá ár 2000 og frameftir, at tað almenna aftur hevur spælt við og økt um útreiðslurnar, meðan inntøkurnar eru lækkaðar, og harvið stimbr­ að um tann vøkstur, sum hevur verið, sigur Thomas Dam. Búskaparráðið sigur tí í sínari frágreiðing, at tað almenna eigur at taka støðu til, hvat tað er fyri tænastur, ið ætlanin er at bjóða borgarunum, og so halda fast við tað. ­ Vit eiga ikki at skrúva upp og niður fyri almennu tænastunum alt eftir, hvussu støðan er í búskapinum, men at tryggja, at javnvág Tað almenna økir um búskaparsveiggini Nógv fylla 100 Talið á dønum, sum fara upp um tey 100, er næstan tvífaldað tey seinastu tíggju árini. Í 2000 vóru 485 danir 100 ár og eldri, men í dag er tað talið næstan 900, sigur danska kringvarpið. Ein kanning, sum Syddansk Universitet hevur gjørt, vísir, at nógv av teimum 100 ára gomlu klára gerandisdagin uttan hjálp. Eitt nú vísir kanningin, at helmingurin av teimum 100 ára gomlu kvinnunum klára at lata seg í og úr uttan hjálp, og at fimta hvør fer í bað uttan at fáa nakra hjálp til tess. Eisini hesi tølini eru tvífaldað síðani 2000, vísir kanningin. Úlvar drupu kvinnu Ein 32 ára gomul kvinna er funnin deyð í amerikan­ ska statinum Alaska, og alt bendir á, at tað var eitt úlvafylgi, sum gjørdi av við hana. Embætislæknin, sum kannaði líkið, sigur, at kvinnan doyði av djóra­ biti. Tað er sera sjáldsamt, at úlvar leypa á fólk, og myndugleikarnir í Alaska siga, at hetta er fyrstu ferð, at tað er hent har. Hetta er eisini fyrstu ferð í meiri enn 50 ár, at úlvar hava dripið fólk í USA. Nakrir fáir tilburðir eru skrásettir tey seinastu árini, og flestu teirra hava verið í Kanada og Russlandi, skrivar Reuters.