fríggjadagur 12. mars 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 50 · 12. mars 2010
9
VIKUSKIFTI
Elin Jákupsdóttir Petersen, kondittari, ger
einar 50 brúðarkøkur um árið.
Hon samstarvar við brúðarpørini um litir
og form á køkuni, og hvør køka tekur einar
3-4 tímar at gera.
– Flestu brúðarpør velja at hava marsipan
uttan á, men vit hava eisini eitt sum eitur
fondant, til tey sum ikki dáma marsipan
ella vilja hava eina heilt hvíta køku, sigur
Elin, sum starvast á bakarínum Miðberg í
Saltangará.
Fyllan, sum flestu brúðarpør velja er
hindbersúltitoy, vaniljukrem við sjoku-
látabitum og jarðberfromagu.
Vanligast er at hava tríggjar hæddir, men
eru nógv fólk til brúdleypi verða fýra hæddir
nýttar.
Um summarið er tað mest at gera, og Elin
veit longu um fýra kakir, sum skulu ger ast til
sama leygardag í summar.
Kostnaðurin fyri brúðarkøkurnar er
2.200,- fyri tríggjar hæddir og 2.800,- fyri
fýra hæddir.
Brúðarkøkulist