Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 50 - 12. mars 2010 Skopunar kommuna byrjaði at grava fyri nýggjum kirkjugarð á einum øki, sum kommunan hvørki hevur keypt ella ognartikið Skopunar kommuna Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo At kalla einki leiði er eftir í kirkjugarðinum í Skopun, men tað dregur út við at gera nýggjan kirkjugarð. Av tí at ikki ber til at víðka verandi kirkjugarð, samtykti kommunustýrið at gera nýggjan garð niðan fyri elsta kirkjugarðin. Fleiri áttu lendi har, og kommunustýrið keypti teig­ arnar frá nøkrum eigarum, men ein eigari hevur ikki gjørt nakran handil við kommununa. Hesin eigarin er Hans Marius Joensen. ­ Eg vil fegin selja kommununi lendið, men eg seti sum treyt, at kommunan keypir alt stykkið hjá mær og ikki bara ein part. Eg havi fingið at vita, at tað kravið kann eg seta, tí selja eg bara ein part, verður hitt stykkið avskorið frá vegnum. Men tað komm­ unan sigur nei til at keypa als. Hon sigur seg ikki hava ráð til tað, sigur Hans Marius Joensen. Aðrir eigarar hava selt jørð til kommununa fyri 60 krónur fermeturin, veit Hans Marius Joensen. Byrjaði uttan loyvi Hann gjørdist ikki sørt skakkur, tá ið kommunan fór undir at grava fyri nýggja kirkjugarðinum inni á hansara stykki, tí tað hevði hann ikki givið loyvi til. Stykkið var hansara. ­ Kommunan setti sostatt arbeiðið í gongd og hevði ikki tryggjað sær neyðugu loyvini, sigur Hans Marius Joensen. Hann hótti síðan við at melda, og sakførari hansara boðaði borgarstjóranum Ger­ hard Lognberg frá, at syrgdi hann ikki fyri at fáa øll viður­ skifti upp á pláss, fór hann at krevja fútaforboð sett. Fyri nøkrum vikum síðan varð arbeiðið steðgað. Tað seinasta, Hans Marius Joensen hevur frætt er, at fólk frá Matriklustovuni skulu koma suður til Skop­ unar at kanna viðurskiftini. Ov sein á veg Eingin skilir, at kommunan ikki fyri fleiri árum síðan fór at hugsa um nýggjan kirkjugarð. Tað búgva so nógv gomul fólk í bygdini, so skjótt kann blíva neyðugt at kunna jarða fleiri fólk. Hví kommunan er so sein á veg við nýggjum kirkju­ garði, vil Gerhard Lognberg ikki tosa um. Hann sigur seg heldur ikki kennast við nakra hóttan um fútaforboð og vil als ikki tosa meira um kirkjugarðsmálið. ­ Eg tími ikki hetta tvætlið, sigur Gerhard Lognberg. Føroyskt virki av knóranum Í meiri enn eina øld hava fólk arbeitt fisk hjá felagnum Aurora A/S í Esbjerg, men nú er tað søga. Blaðið Jydske Vestkysten skrivar í dag, at felagið er lýst á húsagang, og at tey meiri enn 100 arbeiðsfólkini eru uppsøgd. Aurora A/S fór í gjaldssteðg fyri einum góðum mánaði síðani, og royndir at bjarga felagnum góvu einki úrslit, sum tí er lýst á húsagang nú. Øll liðslan í Aurora A/A er føroysk. Arne K. Olsen, fyrrverandi grann­ skoðari, hevur verið nevndarformaður, og sonur hansara, Gisli Olsen, hevur verið í leiðsluni saman við Jóni Gunnarsson. Össur í øðini Íslendski uttanríkisráðharrin, Össur Skarphéðins­ son, er í øðini inn á svenska fíggjarmálaráðharran, Anders Borg, sum hevur sagt, at íslendingar kunnu ikki skáka sær undan sínum skyldum bara við at halda fólkaatkvøðu um tað. Össur Skarp­ héðinsson sigur við Svenska Dagbladet, at Anders Borg hevur als ikki skilt, hvat íslendska fólkaat­ kvøðan snúði seg um. Anders Borg hevur eisini sagt, at Svøríki hevur roynt at hjálpa Íslandi sum best, men hesum tykist íslendski uttanríkisráð­ harrin ikki vera samdur við honum í. Kirkjugarðsarbeiðið steðgað Nýggi kirkjugarðurin skal gerast niðan fyri elsta kirkjugarðin. Kommunan hevur eisini keypt jørð oman fyri kirkjugarðin, tí har skulu parkeringspláss gerast Mynd: Sandportal Uttan nakra grundgeving fór Eyðfinn Reyðberg hóskvøldið frá sum stjóri í Norðoya Sparikassa StjóraSkifti Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Í morgun komu tíðindin út frá Norðoya Sparikassa, at Eyðfinn Reyðberg er farin frá sum stjóri í Norðoya Sparikassa. Varamaður han­ sara, Marner Mortensen hevur fyribils tikið yvir um stjóri. Tað hevur verið torført í dag at finna orsøkina til, at Eyðfinn Reyðberg hevur sagt seg úr starvi. Hann er ikki biðin um at fara frá, og hann nevndi onga orsøk í uppsøgnini, sigur John P. Danielsen, nevndarformaður. Hann vil annars ikki gera fleiri viðmerkingar til sjálvt málið. Tað skerst ikki burtur, at tað hevur gingið minni væl hjá sparikassanum tvey tey seinastu árini, og í fjør var hallið fyri skatt 36,2 mió. krónur og eftir skatt 38 mió. krónur. ­ Tað er nevndin sjálvandi ikki nøgd við, men spari­ kassin er framvegis væl fyri. Solvensurin er væl oman fyri tað kravda, og likviditeturin tað tvífalda av tí kravda, sigur John P. Danielsen. Seinastu tvey árini hevur Norðoya Sparikassi niður­ skrivað umleið 90 mió. krónur upp á skuldarar og skeivar íløgur. Eyðfinn Reyðberg hevur verið stjóri í Norðoya Spari­ kassa í 10 ár. Stjórin fór knappliga frá Eyðfinn Reyðberg er nú leysur av Norðoya Sparikassa. Tá ið fólk siga upp ella verða uppsøgd á einum peningastovni, fara tey frá beinanvegin