Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 50 · 12. mars 2010 8 VIKUSKIFTI tips lagt tIl rættIs: Inna Törnroos Føroyskar brúðrar eru ikki so kræsnar Ein rund bukett, sum hongur Eitt sindur niður. tað Er bukEttin, sum føroyska brúðurin ynskir sær. blómubindarin Ida e. kleIveland hEvur gjørt brúðarbukettIr í nøkur ár, og hon hEldur, at føroyar Eru Eitt sindur aftan fyri á hEsum økinum. – Noreg og Svøríki eru frammaliga, Týsk­ land og Holland eru tey stílfullu, og í USA eru bukettirnar stórar og ógvusligar, sigur Ida E. Kleiveland, sum starvast í Fípuni í SMS. Rákið er at hava bukettir, sum eru gjørdar av blómum, men sum eru for mað­ ar sum bolero, taskur ella hanga uppi á brúðr ini. Ida E. Kleiveland sigur, at arbeiði at gera eina brúðarbukett kann bæði vera tað stuttligasta og ræðuligasta arbeiðið hjá einum blómubindara. – Um formurin ikki gerst tann rætti, og klokkan er trý um náttina, er tað ikki so stuttligt longur, sigur hon. Prísurin á bukettinum er nógv tengdur at, hvørjar blómur verða nýttar. Ein rósa kostar 30 krónur, og við so dýrum blóm­ um gerst prísurin skjótt høgur. Rákið stýrur nógv, hvørjar blómur verða nýttar. Einasta, Ida ikki vil brúka í eini brúðar bukett, eru blómur, sum hava ein sterkan lukt! Ida hevur gjørt bukettirnar, sum verða vístar her á síðuni. Hendan bukettin er serlig, tí eg brúkti nógvar goggir og silkibond í henni. Blómurnar eru hortensia og neilika og eitt sindur av brúðarsløri. Hendan brúðurin var lítil, og maðurin stórur, so við at hava eina langa brúðarbukett, sæst hon betri. Hesa havi eg fingið nógv rós fyri. Bukettin kostaði umleið 1.500,- kr. Hetta er ein typisk føroysk bukett. Rósur verða nýttar í 95% av øllum brúðarbukettum. Føroyskar brúðrar vilja hava tað rímuliga enkult. Hendan bukettin kostaði umleið 700,- kr. Hendan brúðurin vildi bara hava eina hvíta bukett, men eftirsum hon var so myrk í hárinum, vildi eg fegin nýta onkran lit, so tí havi eg tráða reyð ber á snór fyri at fáa lit í bukettina. Rósurnar hava eisini eina perlu ígjøgnum. Hetta er ein vanlig føroysk bukett. Bukettin kostaði umleið 1.300,- kr. At nýta orkideeir í eini brúðarbukett vil eg ikki viðmæla. tær doyggja skjótt - eftir umleið tveimum tímum. Orsøkin til, at eg gjørdi tað her, var tí at hetta var eitt syskinabarn hjá mær, og eg kundi gera bukettina beint áðrenn vígsluna. Bukettin kostaði umleið 1.200,- kr.