fríggjadagur 12. mars 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 50 - 12. mars 2010
Bíða eftir Icesave
Danmark eru sinnað at hjálpa íslendingum við at fáa
búskapin aftur á beint, so landið kann byrja av nýggjum.
Tað segði Lene Espersen, uttanríkisráðharri, aftan á ein
fund við norðurlendsku starvsbrøður sínar í Keyp
mannahavn í gjár. Sambært Børsen var niðurstøðan á
fundinum, at Norðurlond eru til reiðar at hjálpa Íslandi,
men at tað er eisini umráðandi, at íslendingar gera eina
avtalu við bretar og niðurlendingar um Icesaveskuldina.
Sambært Aftenposten er Noreg sinnað at veita Íslandi
hjálp uttan at bíða eftir einari semju um Icesave.
Sjófuglur í vanda
Umhvørvisverndarfelagsskapir í USA ávara nú um, at
67 sjófuglasløg har eru í vanda fyri at doyggja út
orsakað av veðurlagsbroytingunum. Millum fuglas
løgini eru albatrossur og lundi. Felagsskapirnir siga, at
fløðandi hav órógvar tann sjófuglin, sum reiðrast á
láglendi á oyggjum og fram við sjóvarmálanum. Aðra
staðni, eitt nú á Hawaiioyggjunum, elvir meiri hiti til
nýggjar fuglasjúkur. Kenneth Rosenberg, fuglafrøðing
ur, sigur við Reuters, at broytingar í veðurlagnum hava
sera stóra ávirkan á fugl yvirhøvur.
Myndin er tikin á bryggjuni í Frederikshavn á grækarismessu tann 12. mars 1960.
Á myndini eru Andrew Simonsen úr Sørvági og Edvard Ingibrigtsen úr Vestmanna
Felagið Nótaskip hevur nú
fingið skjalið uppá sína MSC-
góðkenning sum staðfestir, at
veiðan eftir norðhavssild hjá
limum felagsins er burðardygg
MSC-góðkenning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á eini samkomu á Hotel Hafnia
seinnapartin í gjár fekk Felagið Nótaskip
handaða skjalið upp á sína MSC
góðkenning fyri burðardygga veiði eftir
norðhavssild.
Á samkomuni í gjár var umboð fyri
MSC (Marine Stewardship Council),
íslendingurin Gisli Gislason og Vibeke
Bagger, sum umboðar Norsk Veritas, ið
hevur verið við í tilgongdini fram til
góðkenningina.
Jógvan Jespersen, stóri í Felagnum
Nótaskip, segði, at tilgongdin at fáa
fiskiskapin eftir norðhavssild og makreli
hjá limum felagsins góðkendan, byrjaði
so smátt fyri einum ári síðan.
Tá fingu reiðarí signalir frá keypar
um um, at um vit ikki fingu fiskiskapin
umhvørvisgóðkendan, fóru vit at fáa
trupulleikar. Tað var kanska serliga Arni
Hansen og reiðaríið hjá Finni Fríða,
sum strongdu á.
Stjórin vísti á, at í pelagisku vinnuni
er tað so, at eitt lítið sindur hvønn vegin
í kiloprísinum hevur stóran týdning, tí
nøgdirnar eru so stórar.
Tað fyrsta, vit gjørdu, var at fáa eina
avgerð í felagnum, og felagið gjørdi
síðan eina frágreiðing, har vit lýstu øll
viðurskifti kring umhvørvisgóðkenn
ingar og tílíkt.
Jógvan Jespersen segði, at tað var út
frá hesum arbeiði, at limirnir í Felagnum
Nótaskip tóku eina skjóta avgerð um, at
felagið skuldi fara undir at fáa fiski
skapin eftir norðhavssild og makreli
góðkendan.
Hetta skuldi ganga so skjótt sum
gjørligt, tí meginparturin av aktørunum
í sildaog makrelfiskiskapinum í Noregi
og ES høvdu fingið ella vóru ávegis
móti eini góðkenning.
Hann segði, at felagið valdi at brúka
góðkenningarskipanina MSC.
Fyri at spara tíð valdu vit ikki at
bjóða góðkenningina út millum fleiri
góðkenningarfeløg, men vit mettu um
tey feløg, sum vóru góðkend til at
standa fyri tílíkum arbeiði. Vit valdu
soleiðis Det Norske Veritas burtur úr
fyri at vita, um vit kundu fáa nøktandi
avtalu við tey.
Jógvan Jespersen segði, at Felagið
Nótaskip gjørdi sáttmála við Det Norske
Veritas í apríl í fjør, og hin 21. mai í fjør
var fráboðanin á heimasíðuni hjá MSC
um, at felagið søkti um góðkenning.
Hann segði, at hin 9. februar í ár var
seinasta hoyringsfreistin úti, og soleiðis
tók tað Felagnum Nótaskip tilsamans
níggju mánaðir at koma á mál við
norðhavssildini.
Av hesum níggju mánaðunum, fóru
slakir fimm mánaðir, har málið skuldi
liggja frammi til hoyringar, legði Jógvan
Jespersen aftrat.
Stjórin vísti á, at teir í mai mánaða í
fjør ikki høvdu ímyndað sær, at rákið á
hesum øki fór at broytast so skjótt.
Vit fóru inn í hetta, tí vit vildu
tryggja okkum besta prís, men bara eftir
hesar fáu mánaðirnar er tað á ávísum
marknaðum líka so nógv ein spurningur
um yvirhøvur at sleppa av við fiskin,
segði Jógvan Jespersen millum annað
við
samkomuna
á
Hotel
Hafnia
seinnapartin í gjár.
Um ikki so langa tíð er væntandi, at
Felagið Nótaskip eisini fær makrelin
MSCgóðkendan sum burðardyggan.
Nótaskip fingið
sína góðkenning
Vibeke Bagger,
umboðandi Det
Norske Veritas
í Danmark,
Jógvan
Jespersen, stjóri
í Felagnum
Nótaskip og
MSC-umboðið,
íslendingurin
Gisli Gislason
Mynd: Vilmund
Jacobsen