Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 50 · 12. mars 2010 13 VIKUSKIFTI myndafólkið tóra dagin Hvar taka tit tykkara myndir? - Vit dáma best um vit kunnu hitta parið áðrenn brúdleypsdagin, so vit kunnu læra hvønn annan at kenna. Á brúdleypsdegnum eru vit við frá fyrireikingunum til veitsluna. Vit arbeiða altíð saman og fáa tí nógv við av tí sum hendir. Hvussu nógv kostar tað at taka myndir hjá tykkum? - 12 tímar við tveimum fotografum á brúdleypsdegnum kostar 12.000 krónur. Fýra tímar kosta 6.000 krónur. Parið kann velja millum trý album, tey kosta úr 6.000-12.000 krónur. Hví hava tit valt hesar myndirnar? - Vit hava altíð trupuleikar at velja fáar myndir út. Men vit føla okkurt serligt fyri hesum myndunum hóast at tær eru rættuliga ymiskar. Miriam og Janus Gunnarsson www.miriamjanus.com