fríggjadagur 12. mars 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 50 - 12. mars 2010
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Bumbið ikki
skúlareformin
Tað er stórt spell, um tað kemur so vítt, at
Føroya Lærarafelag fer at bumba skúla-
reformin hjá Helenu Dam á Neystabø, lands-
stýriskvinnu í skúlamálum, í knús. Men hesi
hóttan kemur formaðurin í Føroya Lærara-
felag við í Sosialinum í gjár.
Ætlanin hjá landsstýriskvinnuni gongur út
uppá, at stórar sparingar skulu gerast á skúla-
økinum, eitt nú við at skipa landið í skúlaøki,
har fleiri smærri skúlar verða lagdir saman
fyri á tann hátt at spara nógvar lærarakreftir.
Hetta er ein klók leið at ganga á skúlaøkinum:
Ført verður javnan fram, at ein fyrimunur
við hesum er, at børn í smáu skúlunum koma
í eitt størri skúlaumhvørvi og njóta gott av
øllum tí, sum tað hevur við sær. Skúlaverkið
sparir nógvar pengar, tí læraralønirnar
eru bróðurparturin av útreiðslunum - og
við at flyta næmingar úr smáum skúlum í
størri skúlar, so spara vit nógvar pengar, tí
lærarakreftirnar vaksa ikki í sama lutfalli - ella
at vit gera betri nyttu úr lærarakreftunum
roknað á hvønn næming, um vit so mugu siga.
Føroya Lærarafelag hevur nú fingið ein
illgruna. Formaður felagsins stólar ikki upp á
landsstýrið - hóast hann heldur, at Helena Dam
á Neystabø heilt vist hevur góðar ætlanir við
sínum uppskoti, so stólar læraraformaðurin
ikki upp á samgonguna - men misteinkir hana
fyri at vilja spara pengar í skúlaverkinum.
Tað var so ikki ætlanin. Tvørturímóti vóru
intentiónirnar, at við at spara í skúlaverkinum
á henda hátt, so skuldu pengar finnast til at
fíggja onnur øki í skúlanum.
Vit skulu ikki siga formannin í Føroya Lærara-
felag ringan fyri ikki at stóla upp á okkara
kosnu menn og kvinnur. Arbeiði teirra er ikki
júst álitisvekjandi, hóast tørvurin á skilagóðum
politikki sjáldan hevur verið størri.
Vit kunnu so ikki annað enn vóna, at Føroya
Lærarafelag og Mentamálaráðið og løgtingið
sum so kunnu ganga hond í hond, soleiðis
at rationaliseringar kunnu fíggja ein betri
fólkaskúla. Øll vita, at tað fíggjarliga táttar í
allastaðni. Men summi øki í samfelagnum hava
serligan týdning - sum vit eiga at hjúkla serliga
nógv um. Fólkaskúlin er eitt teirra.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Jaspur
Langgaard jaspur@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
sveinrogvi@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
“Vit koma ikki at atkvøða
fyri lógaruppskotinum um
Skálafjarðartunnilin!”
So greið vóru orðini hjá
framsøgukvinnuni hjá
Tjóðveldinum í Útvarp
inum á middegi miku
dagin.
Hetta merkir, at stendur
tað upp til Tjóðveldi, so
fær P/F Skálafjarðar tunn
ilin ikki loyvi til at gera
tunnil millum eystara og
vestara arm á Skálafjørð
inum og suður til Suður
streymoy.
Tjóveldi skuffar
Alment hevur verið víst á,
at tann búskaparligi vinn
ingurin av Skálafjarðartun
linum er 130 mió. kr. um
árið, men hesum er Tjóð
veldi ímóti, bara tí, at tað
er eitt privat felag, sum
skal gera tunnilin og reka
hann, uttan at landið
rindar eitt einasta oyra. Tá
ið tunnilin er goldin,
verður hann latin landinum
fyri onki. Eg má siga eins
og nógv fólk í dag, “Tjóð
veldi skuffar okkum”.
P/F Skálafjarðartunnilin
Eg taki hattin av fyri teim
um persónum, sum føddu
hugsanina um ein tríspor
aðan tunnil við rund koyr
ing, ið kom at binda
Skálafjørðin saman við
Suðurstreymoy, og sum
hava lagt fram eitt so
gjøgnumført projekt, sum
ikki hevur sæð sín líka her
á landi. Hesi fólk hava
higartil brúkt milliónir upp
á verkætlanina og eru til
reiðar at gjøgnumføra hana,
tí teir trúgva uppá tað.
Niðurstøða
Vit kunnu tó tíverri stað
festa, at Tjóðveldi tekur
ikki undir við hesum eina
standi privata initiativi úr
Eysturoynni. Heldur vilja
tey skjóta verkætl anina
langt út í framtíðina, og tað
er stórt spell.
Men so vita vit tað, bæði
vit løgtingsfólk, eystur oy
ingar, norðingar og øll
onnur, sum halda, at tað
hevur stór an týdning, at
Skála fjarðar tunnilin kemur
so skjótt sum møguligt til
stórt gagn fyri okkum øll!
Tað tykist sum um Javn
aðarflokkurin og Sam
bands flokkurin vilja taka
ábyrgd og taka neyðug stig
fyri at betra um landsins
fíggjarstøðu. Tað sær eisini
út til, at Fólkaflokkurin,
sum einasti samgongu
flokk ur, ikki klárar at fyri
halda seg til fíggjarliga
veruleikan.
Fólkaflokkurin er pápi at
øktu almennu útreiðslunum
Heldur enn at royna
møgu leikarnar, so velur
Fólkaflokkurin – enn eina
ferð – at leggja somu
plátuna á, sum teir hava
spælt í 15 ár, um at tað
almenna má spara. Hetta
stendur í beinleiðis and
søgn við veruleikan, at tað
er júst Fólkaflokkurin, sum
tey seinastu 15 árini næst
an óavbrotið hevur sitið í
samgongu og verið garant
ur fyri, at almennu út
reiðsl urnar bara hava
hækk að. Ongar rationali
seringar eru framdar av
almenna sektorinum við
Fólkaflokkinum, men
hinvegin hevur Fólka
flokkurin skapt nýggjar
almennar stovnar og økt
almennu útreiðslurnar.
Ein samgonguflokkur
er í vegin
Verandi samgonga kann
ikki halda áfram, tað vil
vera katastrofalt fyri
búskapin. Løgmaður má
taka ábyrgd og taka eina
avgerð, ella endar hann í
søgubókunum sum løg
mað urin, sum einki megn
aði, annað enn at fyrigeva
og hyggja, alt ímeðan
búskapurin kollsigldi.
Tjóðveldi inn –
Fólkaflokkin út
Sum eitt alternativ til
nýval, kundi løgmaður
roynt at skipa nýggja
samgongu. Søguliga sæð,
hevur tað altíð verið langt
millum Sambandsflokkin
og Tjóðveldi, men eftirsum
kardinalpunktini í politiska
landslagnum í løtuni ikki
er fullveldi og samband,
men búskapurin, átti
løgmaður at roynt at skipa
samgongu millum Tjóð
veldi og møguliga
Sjálvstýri, saman við
Sambandsflokkinum og
Javnaðarflokkinum.
Hetta orðatakið kom mær
til hugs, tá eg í gjárkvøldið
sá forsíðuna á Sosialinum,
har felagið hjá fólkafloks
ungdómi, sum kallar seg
»Huxa«, meldar út við
teirra meining um ta før
oysku fólkakirkjuna.
Ein sera illa umhugsað
útmelding.
Hoyrdi í danskari tíð
indasending, at konservativ
ungdom hevði havt lands
fund og kom við somu
útmelding, so helst er tað
haðani, at felagið Huxa
letur seg ávirka.
Ikki er tað alt, vit skulu
slúka rátt, sum kemur úr
Danmark, og slett ikki tá
tað kemur til mentan og
átrúna.
Tann føroyska fólka
kirkjan hevur ígjøgnum
øldir havt so ómetliga
stóran týdning fyri tað
føroyska fólkið og ta
føroysku mentanina.
Rykkja vit teppið undan
fólkakirkjuni, verður
skaðin óbótaligur, mentalt,
sosialt og menturnaliga.
Tí fari eg at mæla
felagnum »Huxa« til:
Hugsið áðrenn tit tala.
Tjóðveldi og Skálafjarðartunnilin
løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
ALFrEd
OLSEN
Ikki neyðugt við nývali nú
HEðIN d.
POULSEN
»Ungdómur og vísdómur fylgjast sjáldan at«
KAtrIN
dAHL