Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 50 · 12. mars 2010 14 VIKUSKIFTI Hvar taka tit tykkara myndir? - Nýmótans parið er farið frá tí traditionella myndastílinum til ein meiri lívsstílsávirkaðan myndastíl. Vit hava roynt at førka okkum tann vegin, men klassiska myndin verður framvegis ikki slept. Til brúdleypsbøkurnar eru vit báðir til myndatøkuna. Meðan í atelierinum er Per myndamaðurin. Myndatøkan gongur fyri seg á tann hátt, at vit taka myndirnar í kirkjuni beint eftir vígsluna. Um veðrið er til vildar taka vit eisini nakrar myndir uttandura eisini. Hvussu nógv kostar tað at taka myndir hjá tykkum? - Okkara brúðarmappur kosta úr 3.850 krónum og upp í 10.000 krónur. Hví hava tit valt hesar myndirnar? - Svart hvíta myndin varð tikin í Italia fyri einum ári síðani. Eini 60 fólk úr Føroyum, Danmark og aðrastaðni høvdu funnið leiðina niður til Italia. - Náttúrmyndin myndin varð tikin í Tjørnuvík síðsta summar. Myndatøkan var serstøk, tí hetta brúðarparið valdi heili 4 ymisk locatons, og myndatøkan vardi tað mesta av degnum. Fotostudio við Finnur Justinussen og Per á Hædd www.fotostudio.fo