Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 12. mars 2010 15 viðmerkingar »Hvis Helena fær sín vilja« »Hvis Helena fær sín vilja, so verður skúlin her í bygdini niðurlagdur«. Nakað soleiðis tók ein skúla­ leiðari til í »Góðan Morgun sending« í vikuni. Men Helena varð ikki eftirspurd. Og tað slapp at hanga í luftini, at Helena hevur bert eina dagsskrá, »at niðurleggja smáar skúlar«. Men so er ikki. Tað er ikki eitt endamál at leggja skúlar niður. Endamálið er at menna fólkaskúlan fakliga og pedagogisk ­ og at brúka pengarnar rætt. Tað sum landsstýrið og eg sum landsstýriskvinna í mentamálum miði eftir, er at fáa skipað Føroyar í skúlaøkir. Hesi skúlaøki skulu vera tey somu, sum tær kommunur, ið skulu setast á stovn í seinasta lagi í 2013. Endamálið við at skipa skúlaøkini er, at skúlarnir í økjunum verða størri, enn teir eru í dag. Og grund­ gevingin er heilt einfalt tann, at vit hava skyldu til at menna fólkaskúlan fakliga og námsfrøðiliga, eins væl og vit hava skyldu til at gagnnýta samlaðu játtanina til fólkaskúlan betri, enn vit gera í dag. At halda fram at klípa burturav tí sum virkar, fyri at fíggja tað, sum ikki virkar – endar bara við at einki virkar. Soleiðis virkar hin nógv umrøddi “plenuklipparin”, sum tíverri varð nýttur, tá ið fíggjarlógin fyri 2010 varð samtykt. Ætlanin er, at skúlamyndugleikarnir í økjunum sjálvir mæla til, hvørjir skúlar skulu skulu hava opið, og hvussu undirvísingin skal skipast. Ætlanin er eisini at Mentamálaráðið sum skjótast fer undir at samráðast við økini um hetta, og at Mentamálaráðið fer at játta økjunum pengar eftir næmingatali. Vit koma ikki á mál eftir einum degi – tað er púra greitt. Men tað ræður um at koma í gongd. Í hesum ári skal fólkaskúlin spara 7 milliónir. Eftirsum eingin bygnaðarbroyting er framd enn, er bert eitt at gera – og tað er at skerja verandi virksemi. Og tað kann undir ongum umstøðum halda fram! Ein skúli nýtist ikki at vera ein bygningur ella eitt hús. Ein skúli er ein organisatión ella ein stovnur, sum kann húsast í fleiri skúlabygningum. Sum dømi kunnu vit vísa á, hvussu tey gera í teirri nýggju Eysturkommunu. Har hava tey tikið eina skilagóða avgerð um at hava 1. – 3. flokks undirvísing í Leirvík, næmingarnir í 4. til 7. flokki ganga í skúla í Gøtu, og framhaldsdeildina savna tey í Fuglafirði. Á henda hátt verður bæði tann fakliga, tann pedagogiska og tann fíggjarliga orkan brúkt á ein skilagóðan hátt. Lærarar fáa høvi til at menna sínar serligu førleikar, og næmingarnir fáa eitt munandi meiri fjølbroytt undirvísingartilboð. Líknandi skipanir kundu verið framdar nógva staðni í Føroyum. Ásannandi at samlaða játtanin til raksturin av teimum stóru vælferðarøkjunum ikki framhaldandi kann hækka, meðan vit stríðast við at fáa hallið á fíggjarlógini burtur, er neyðugt at taka annað skinn um bak, og at gagnnýta fólkaskúlajáttanina betri. Í ógvisligari yvirskrift í Sosialinum í dag, ger Lærarafelagið vart við, at endamálið við fólkaskúla­ reforminum má ikki vera at spara. Og har eru vit samd. Lærarafelagið kann ivaleyst hava sínar grundir til at spæla við vøddunum. Men tað broytir ikki ta sannroynd, at fíggjarstøða landsins ikki loyvir framhaldandi hækking í rakstri landskassans. Tá ið vit kortini við skilagóðum bygnaðarbroyt­ ingum kunnu menna fólkaskúlan, um vit varðveita á leið somu játtan á fíggjarlógini sum í 2010, so vóni eg ikki at fakfelag fólkaskúlans fer at forða fyri tí. Lærarfelagið hevur sjálvt sera skilagott víst á, at bygnaðarbroytingar eru neyðugar. Tað er avgerðandi at vit finna og byggja á tær semjur sum eru. Tað fari eg at virka fyri. Eini boð lógu í klivanum fyri løtu síðani, ein gamal kenningur, ein av durk­ drivnu útróðrarmonnunum í Klaksvík, spurdi um eg hevði hoyrt útvarpið á náttverða. Tað hevði eg ikki, tí júst um tað mundið varð eg steðgaður av donsku løgregluni í Kolla­ firði, ávegis av tingfundi til aðalfundar hjá Eystur­ oyar Tjóðveldisfelag í Funningi. Slapp snikka­ leysur, men skilti á lag­ num, at ein annar starvs­ maður hjá donsku løg regl­ uni í Føroyum, sum av órannsakiligum orsøkum er settur politiskt, at umsita og handhevja høvuðs vinn­ una í landinum, hevði verið og breitt seg út um nýggju vinnugreinina, hann hevur lanserað og sett í verk, partroling við lemmatrolarum á upsaleið. PS­handlangarin hjá borg­ arligu flokkunum hevði klipt og snøggað til. Guð viti hvørji ráðini teir taka til, táið teirra Mopsitta tanta í Sortudíki fer í far­ loyvi? Ljóðfílurin frá fyri spurn­ ingunum á tingi ídag eru ikki komnir fram í ljósmála á heimasíðuni enn, tí er neyðugt at endurgeva kutið úr tíðindunum: “Eitt par fekk eitt roynd­ ar loyvi frá Fiskimála ráð­ num at partrola uttanfyri fiskidagaringin. Tann eini trolarin hevði havt eitt royndarloyvi áðrenn, sum hann ikki hevði brúkt, og tað bleiv so broytt nakað, tað royndarloyvið bleiv givið út frá teirri fatan, at tú skuldi hava loyvi til at skula kunna partrola við lemmatrolarum. Tað vóru aðrir sum eisini søktu og bóðu um at sleppa at royndartrola, og tað bleiv givið noktandi svar um tað, stadigvekk útfrá teirri fatan, at tað var soleiðis at lógin býtti upp.” Fyri tey flestu man hend­ an svadan kennast sum volapykk i seytjanda potensi. Fyrst skal eitt royndarloyvi vera latið útfrá teirri fatan, at lemma­ trolarar skuldu kunna par­ trola, og síðani eru um søknir ikki gingnar á møti, tí at fatanin var, at hetta ikki lat seg gera, soleiðis, sum lógin býtir upp. Umframt fullkomnu sjálvsmótsøgnina eru ongar tíðarásetingar, reglu­ brotið er ikki saman hang­ andi, og tað er skilligt, at maðurin sum tosar, er púrasta konfus, og at hann nú er so sperdur, at hann enn einaferð roynir at rógva framundir, at onkur annar skal hava sett hol á og slóða fyri hesum gallskapinum í umsitingini av lógini um vinnuligan fiskiskap, sum Mr. Vester­ gaard einsamallur maður hevur ábyrgdina av, og ongum tørvar eina pro­ fessaragrad fyri at snodda seg fram til orsøkina. Partapolitisk umsiting av høvuðsvinnuni fyri polit­ isk an vinning er jú skjaldra merkið hjá radikalu sjálvstýrarunum. Tí krevja teir hendan sessin hvørja­ ferð landsstýrisskifti er, og fáa teir hann ikki, eru teir meistarar í at mobilisera sínar kanuttar í vinnuni andvegis tí meinfýsna, sum av “órøttum” er komin inn á teirra gebet. Tað er jú hiðani, at alternativa hierarkiið í flokkinum verður leskað, fraktiónin, ið er garanturin fyri tilverugrundarlagnum hjá teimum, ið einaferð søgd­ ust vera bæði liberalir og radikalir í mønu og mergi. Lat meg sláa fast við sjeytummaseymi, einaferð enn, at “Edna” og “Rankin” fingu eitt roynd­ ar loyvi galdandi frá 5. juni til og við 31. desember 2008, til at royna par trol­ ing á somu leiðum sum djúpvatnstrolararnir áður veiddu á. Knattstøðurnar, sum Havstovan ráðgav okkum við, skilmarkaðu greitt, at hendan royndin, ið bara hevði sum endamál at finna útav, um betri rakstur fekst í royndina eftir kongafiski og øðrum fiskasløgum, bara kundi fremjast har, sum lemma­ trolararnir áður høvdu roynt ­ á ytri leiðum. Loyvið var ongantíð brúkt, og var ikki til eftir árskiftið 2008/09. Tað var ikki eksisterandi eftir 1. januar 2009. Makulerað. Nú sigur Vestergaard í rangsnúgv­ ingini, at hetta royndar­ loyvið bleiv broytt, hvussu í Harrans navni kanst tú broyta eitt loyvi, sum ikki er til? Og hvør er hendan fatanin, ið hann nú roynir at krøkja uppí onkran annan? Tað var ongin – als ongin ­ fatan í Fiski mála­ ráðnum í mínari tíð, sum nær í námindi ella á nakran hátt kjálkaði upp ímóti tí, at tað skuldi bera til hjá lemmatrolarum at partrola, soleiðis sum Vestergaard nú praktiserar lógina um vinnuligan fiskiskap, har bólkur 1 (lemmatrolarar) og bólkur 2 (partrolarar) eru ein og hin sami, hóast annar bólkurin er uttanfyri og hin innanfyri fiski­ dagaskipanina. Avleiðingin er, at skip nú bráðliga eru komin inn í fiskiveiðina í fiskidagaskipanini uttan avmarkingar í døgum yvirhøvur. Harvið hevur Vestergaard neyðtikið skip­ anina, torpederað skottið ímillum hana og bólk 1 og vaksið um veiðitrýstið, sum var ivaleysa stórt frammanundan, og harvið er alt tos um burðardygga veiðu eisini out of question í hesum bólkinum (2), ið sum tann einasti, av egnum ávum, var komin heilt nær at tí markinum. Hóast tað er nærum óskiljandi, ólogiskt og viljað manipulerandi, tað sum maðurin sigur í Út ­ varpinum, so gongur tó greitt fram, at hann – Vestergaard – hevur givið tveimum lemmatrolarum eitt royndarloyvi til at partrola í upsafiskiskap­ inum. Hvørjum skal hendan royndin tæna? Hvat er endamálið við royndini? Hava skipararnir á par­ trolarunum ikki roynt alt tað sum roynast kann á Føroyaleiðunum, og skuldi onkur royndin verið gjørd, fyri at fáa Fiskimála­ ráðnum ella Havstovuni einhvørja vitan, hví leigar fiskimálaráðharrin so ikki eitt av verandi pørum til endamálið, sum eru í tí fiskiskapinum framman­ undan? Summa summarum skal eg endurtaka, um svarið til Hans í Líðuni í Dimma­ lætting týsdagin ikki var monnum nóg greitt, at tað einasta, ið eg sum fiski­ málaráðharri havi havt við hetta málið at gera, var at geva tveimum lemma­ trolarum loyvi til at gera eina roynd, at partrola eftir kongafiski og øðrum djúpvatnsfiskasløgum í 7 mánaðir. Hetta var ætlað, sum ein roynd fyri at vita, um betri rakstur kundi fáast í fiskiveiðina á ytri leiðum á hendan hátt. Loyvið var ongantíð brúkt, og var ikki til í skipanini yvirhøvur ­ eftir árskiftið 2008/09. Tulkingin av lógini hesum viðvíkjandi var klokkuklár í mínari tíð á Heykavegnum. Tað um ­ sitingarliga vitloysið, sum nú gongur fyri seg í Fiskimálaráðnum, kom ongum til hugs, tí loyvi eg mær at hugsa tankan, at vit aftur hava fingið parta­ politiska umsiting av høvuðsvinnu landsins, heldur enn ta fakligu umsiting, sum í 15 ár hevur tvíhildið um, at tað, sum nú fyrigongur á landgrunninum, ikki er møguligt sambært lógini um vinnuligan fiskiskap. Og hevði Vestergaard verið av somu fatan, hevði hann sjálvsagt tipt holið í lóggávuni umgangandi. Heldur í dag enn í morgin. Sum ein fólkafloksmaður tók til fyri kortum: “Ongin veit hví hesin politisturin er endaður sum fiskarí­ ministari, fyrru ferðina var undanførslan, at hann fekk ov fáar atkvøður, og seinru ferðina fekk hann ov nógvar atkvøður.” Ivaleyst fer hendan oyðileggjandi torpedoin, hann nú hevur varpað inn í føroyska fiski­ veiði, at gera tað, at tað fer at lagra úr onkrari áður so turrari veljarakeldu. Drúgt er tað, ið drýpur. Nú er lygnin einasta vápnið, sum eftir er í Fiskimálaráðnum. Og tað man nú vera vorðið eitt samfelt ­ kollektivt ­ før­ oyskt ynski, at ráðharrin leggur lurkin, áðrenn hann ger enda á samfelagsins grundarlagi og megin virð­ unum undir framkomna vælferðarsamfelagnum Føroyar. Nú er bara lygnin eftir í Fiskimálaráðnum Tórbjørn jacobsen landsstýris kvinna í Mentamálum Helena Dam á neysTabø tíðindaskriv Unga tjóðveldið og Tjóðveldi Seinni hugsjónardagurin, sum Unga Tjóðveldið og Tjóð veldi skipað fyri, verð­ ur leygardagin 13. mars í Sjónleikarhúsinum í Havn. Byrjað verður kl. 13.00 og hildið verður fram til kl. 17.30. Á hesum hug sjónar deg­ num verður kjak á skránni, eins og á fyrra hug sjónar­ degnum. Tingmenn floksins og umboð fyri Unga Tjóðveld­ ið sessast við pallborðið, og fara at skifta orð um ymsu politikkøkini, ið framm an­ undan eru varpað upp í fram løgum og røðum. Fram løgufólkini hava ongar teymar á sær, alt stendur fyri teirra egnu rokning, tí kann væntast, at politiska “establishmentið” verður provokerað til heitt orða­ skifti og kjak við hug sjón­ arligum løðingum og krúti. Leygardagin fara Ronnie Thomassen, Jonhard Mikk­ elsen, Magni Arge og Her­ mann Oskarsson at leggja síni sjónarmið fram. Eftir tað flytur Høgni Hoydal fram røðu. Tónleikur verður eisini á skránni, troubadururin Tróndur Enni fer at und­ irhalda við guitara og sangi. Í onkrum steðgi verður fe lagssangur sungin. Átakið er ætlað øllum tjóðveldisáhugaðum føroy­ ingum, og byrjað verður stundisliga kl. 13.00. Seinni hugsjónardagurin hjá Tjóðveldinum