fríggjadagur 12. mars 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 12. mars 2010
21
lýsingar
www.eik.fo
Dagsskrá:
1. Frágreiðing frá nevndini um virki
hjá Eik í farna ári
2. Framløga av grannskoðaðari
ársfrásøgn til góðkenningar
3. Avgerð um rindan av halli sambært
góðkendu ársfrásøgnini
4. Uppskot um at heimila nevndini at
lata bankan ogna sær egin partabrøv
í tíðini fram til næsta ársaðalfund
“Nevndin skjýtur upp, at aðal-
fundurin heimilar nevndini í tíðini
fram til næsta ársaðalfund at lata
bankan ogna sær egin partabrøv –
til ognar ella sum veð – upp til eitt
samlað áljóðandi virði svarandi til
samanlagt 10% av partapeningi
bankans, sambært § 48 í parta-
felagslógini. Tá bankin ognar sær
egin partabrøv til ognar, má
keypsprísurin ikki víkja frá gald-
andi børskursi við meira enn 10%.”
5. Viðtøkubroytingar
Fyri vali standa tveir nevndar-
limir. Uppskot er komið frá 3
umboðsráðslimum um at minka
talið á teimum aðalfundarvaldu
nevndarlimunum úr 7 í 6 soleiðis, at
bert ein nevndarlimur verður valdur
á ársaðalfundinum og at stytta
valskeið nevndarinnar úr 4 árum í 3
ár, frá ársaðalfundinum at rokna, tó
soleiðis, at nevndarlimir valdir í
2007, 2008 og 2009 sita sítt
valskeið fult út.
Skotið verður tí upp, at § 15, stk.
1 í viðtøkunum, ið er soljóðandi:
“Í nevndini eru 7 limir valdir av
aðalfundinum. Afturat hesum koma
teir limir, ið lóggávan annars ásetir.”
verður broytt til:
“Í nevndini er 6 limir valdir av
aðalfundinum. Afturat hesum koma
teir limir, ið lóggávan annars ásetir.”
og at § 15, stk. 2 í viðtøkunum, ið er
soljóðandi:
“Teir av aðalfundinum valdu
nevndarlimirnir verða valdir fyri 4 ár
í senn. Hvørt ár fara frá annaðhvørt
ein ella tveir limir samsvarandi teirri
raðskipan, ið aðalfundurin hevur
samtykt. Limur, ið fer frá, kann
veljast aftur.” verður broytt til:
“Teir av aðalfundinum valdu
nevndarlimirnir verða valdir fyri 3 ár
í senn. Hvørt ár fara frá annaðhvørt
ein ella tveir limir samsvarandi teirri
raðskipan, ið aðalfundurin hevur
samtykt. Limur, ið fer frá, kann
veljast aftur.”
Nevndin mælir til, at tikið verður
undir við uppskotunum til viðtøku-
broytingar.
Ársaðalfundur
6. Val av nevndarlimum
Fyri vali standa tveir nevndarlimir.
Um so er, at uppskotini undir pkt. 5
verða samtykt, skal tó bert ein
nevndarlimur veljast í eitt 3 ára
skeið.
7. Val av grannskoðara
8. Ymiskt
Partapeningur og atkvøðurættur
Partapeningur felagsins er kr.
812.927.400, lutaður sundur í
8.129.274 partabrøv.
Umboðsráðið útinnir atkvøðurættin
hjá partaeigarunum á aðalfundinum.
Partaeigarar hava við at vísa
atgongdarkort atgongd til aðalfundin,
har teir hava talurætt, men ikki
atkvøðurætt.
Ársfrásøgn 2009 og fullfíggjað
dagsskrá
Grannskoðað ársfrásøgn 2009 og
fullfíggjað dagsskrá fara at liggja
frammi á høvuðsskrivstovu bankans,
Yviri við Strond 2 í Tórshavn, í seinasta
lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin.
Bílegging av atgongdarkortum
Atgongdarkort verða útflýggjað
teimum partaeigarum, sum, í seinasta
lagi fríggjadagin 19. mars 2010, hava
bílagt umvegis heimasíðu okkara
www.eik.fo ella biðið stjórnarskriv-
stovuna um hetta umvegis teldupost til:
office@eik.fo ella á telefon 348571 og
348565. Eftir hetta verða atgongdar-
kort ikki útflýggjað.
Kontoførandi peningastovnur
Eik Banki P/F er partabrævaútgevandi
peningastovnur í sambandi við parta-
brøv felagsins. Partaeigarar kunnu
sostatt útinna síni fíggjarligu rættindi
við at venda sær til Eik Banka P/F ella
egnan kontuførandi peningastovn.
Tórshavn, tann 11. mars 2010
Eik Banki P/F
Nevndarinnar vegna
Frithleif Olsen
nevndarformaður
Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í Eik Banka P/F
leygardagin 27. mars 2010, kl. 17.00 í Norðurlandahúsinum, Tórshavn