fríggjadagur 12. mars 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 50 · 12. mars 2010
20
VIKUSKIFTI
1. Four Weddings
and a Funeral
Hesin enski skemtifilmurin mann
verða millum teir bestu filmarnar,
sum innihalda brúdleyp. Her eru tað
vinfólk, sum savnast til fýra brúdleyp,
og so endar alt við eini jarðarferð. Hetta
var filmurin, sum gjørdi Hugh Grant
til eina stóra stjørnu. Ætlanin var, at
Julia Roberts skuldi spæla við eisini,
men hon gav avboð, og so fekk Andy
Macdowell kjansin ístaðin.
2. The Graduate
Filmurin er kendur fyri afferuna
millum unga Dustin Hoffmann og
tilkomnu Anne Bancroft. Í filminum er
kend pallseting, har Hoffmann steðgar
brúdleypinum hjá dóttir Bancroft –
pallsetingin er brúkt í øðrum filmum,
sum hava gjørt gjøldur við henni.
3. My Best Friend’s Wedding
Julian Roberts má verða onkrastaðni í
rúgvuni, tá ið tað snýr seg um brúdl
eyps filmar. Í hesum filminum royn ir
hon at steðga brúdleypinum hjá sínari
bestu vinkonu, sum verður spæld av
Cameron Diaz. Byrjar tað fløkt, jamen,
so endar tað kanska eitt sindur minni
fløkt.
4. My Big Fat Greek Wedding
Filmurin byggir á veruligar hendingar.
Ein griksk kvinna verður forelskað
í einum yvirklassa amerikanara, og
tað er ikki bara einfalt. Filmurin varð
í uppskoti til Oscar virðisløn fyri
mest orginala handrit, og filmurin
spældi milliónir inn í kassan hjá
framleiðslufelagnum.
5. Father of the Bride
Ein endurinnspæling av filmi við
Spencer Tracey. Her er tað Steve
Martin, sum er pápi brúðrina, og
nógv – rættiliga nógv – gongur galið
hjá honum, tá ið dóttirin skal giftast.
Filmurin snýr seg meira um leiklutin
hjá foreldrum í sambandi við brúdleyp,
og so er ikki at gloyma Martin Short,
sum er tann geniali fyrireikarin av
brúdleypinum í hesum filminum.
6. Muriel’s Wedding
Hetta er ikki ein av teimum
burturav lukkuligu, ljósareyðu
brúdleypsfilmunum úr Hollywood.
Ein sterkur filmur, sum tekur upp evni
sum sjálvmorð, krabbamein og at fylgja
tínum hjarta.
7. The Wedding Planner
Tað er drama fyri allar pengarnar,
tá ið Jennifer Lopez, sum fyrireikar
eitt brúdleyp, verður forelskað í
komandi manninum hjá hennara
kunda. Í veruliga lívinum giftist
Lopez tvær ferðir, meðan manniligi
høvuðsleikarin í hesum filminum,
Matthew McConaughey skal verða væl
egnaður til slíkar filmar, hóast hann
ikki er giftur.
8. The Wedding Singer
Adam Sandler spælir leiklutin sum
brúdleypssangari av ringasta slag.
Hann var sjálvur narraður frammanfyri
altarið, og tað kemur hann ikki yvir.
Men so hjálpir tað sjálvandi, at hann
hittir sjermerandi barrvørðinum. Drew
Barrymore.
9. Sex And The City
Tað mátti henda – Carrie Bradshaw
skal giftast við sjeikinum Big. Men
hvussu verður tað, tá ið fría lívið við
vinkonunum í New York verður álvari.
Stóri spurningurin er sjálvandi, um
brúdleypið verður so ljósareytt hóast
alt.
10. Runaway Bride
So var hon aftur her – Julia Roberts.
Her spælir hon leiklutin sum kvinnan,
sum so fegin vil giftast, men ongantíð
torir at taka avgerandi stigið. Hon
verður kend, tí hon er rýmd frá fleiri
monnum i evstu løtu, men so er tað, at
Richard Gere kemur upp í leikin, og so
er einki, sum teir plagdi at verða.
11. 27 Dresses
Katherine Heigl spælir kvinnan, sum
altíð er til reiðar sum brúðargenta í
flottum kjólum. James Marsden skal
skriva eina grein um hana og hennara
mongu kjólar, og so er spurningurin,
um Heigl torir at taka stigið sjálv.
11 fIlmar Um
brúdleyp
Brúdleypið er ein stór hending í lívinum, og tað kann eisini verða
grundarlag fyri drama og skemti í stóru filmum. her eru 11
filmar, sum onkursvegna snúgva seg um Brúdleyp – kanska gott
sum íBlástur ella ávaring, um stóri dagurin er fyri framman
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein