fríggjadagur 12. mars 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 50 - 12. mars 2010
lýsingar
Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn
Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo
SkrivSTOvuFólk
Atkstovan søkir eftir skrivstovufólki til
Koyrikortdeildina at seta beinanvegin.
Talan er um eitt fast starv, ið er skipað
sum eitt fulltíðarstarv
Uppgávan
uppgávan fevnir m.a. um:
• Avgreiðslu av viðskiftafólki og
telefonavgreiðslu
• Skráseting og framleiðslu av koyrikortum
• Umsiting av tíðum til ástøðis- og
koyriroyndir
• Málsviðgerð
• Postavgreiðslu
• Kassauppgerð
Førleikakrøv
Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovu-
útbúgving, HH ella tílíkari útbúgving og
royndum við arbeiði á skrivstovu.
Dentur verður lagdur á, at ein hevur góð
samstarvsevni, er fyrikomandi og dugir at
arbeiða undir trýsti. Tað er ein treyt, at ein
hevur kunnleika til at arbeiða við teldu.
Setanartreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvs-
setanin hoyrir undir Innlendismálaráðið við
tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmans-
skrivstovuna og onnur aðalráð.
Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Tórunn S. Miðberg, deildar-
leiðara, á telefon 350 418.
Umsóknir við møguligum prógvum og
viðmælum skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi 29. mars 2010.
Akstovan er stovnur undir Innlendismálaráðnum
og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar
kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroynd-
um, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av
koyrikortum og umsita akfaraskráseting, skráset-
ingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina
í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt
landið. Á Akstovuni starvast 21 fólk.
til koyrikortdeildina
ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðs-
leysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Á ALS starvast í løtuni 19 fólk.
Virksemið hjá ALS er í høvuðsheitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá
arbeiðsgevara- og løntakarafeløgunum á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Føroya Landsstýri.
Tøl klæða tær væl. Tú hevur yvirlit. Og tú heldur
tað vera spennandi at leiða ein dugnaligan
starvsfólkahóp. Passar hetta til tín, so er eitt
spennandi starv sum leiðari á Fíggjar- og
fyrisitingardeildini hjá ALS leyst at søkja.
Deildin umsitur alla roknskaparførslu, gerð
av rakstrar- og gjaldførisætlanum, innanhýsis
grannskoðan, edv-kervið, elektroniska skjala-
savnið, fíggjarøkið í Barsilsskipanini og Fasta
Gerðarrættinum fyri partarnar á arbeiðsmark-
naðinum. Átta fólk starvast í løtuni á deildini.
Høvuðsuppgávan hjá leiðaranum verður at leiða
og skipa dagliga arbeiðið á deildini. Leiðarin
skal harumframt framleiða tilfar og hagtøl
til stýrið fyri ALS, og í neyvum samstarvi við
íløguumsitarar ansa eftir eginognini hjá ALS.
Leiðarin myndar leiðsluna hjá ALS saman við
stjóranum og leiðaranum á Tryggingar- og
ávísingardeildini.
Starvið er fjølbroytt við stórum avbjóðingum.
Tað krevst, at tú hevur hóskandi útbúgving og
royndir, umframt hollan kunnleika til føroyska
arbeiðsmarknaðin og samfelagsviðurskifti
sum heild. Vit leggja dent á, at tú hevur góð
samstarvsevni og dugir at ganga á odda í orð
og gerð. Tú mást hava evnini og yvirlitið til at
útinna stórar verkætlanir í verki.
Lønin verður avtalað í samsvari við royndir
og førleika. Seinasta freist at søkja starvið er
mikudagin 14. apríl kl. 12.00.
Umsóknir skulu stílast til Ernst Jacobsen, stjóra
á ALS, sum fegin sigur tær meira um starvið á
telefon 34 95 50 ella umvegis teldupost
ernst@als.fo
Arbeiðsloysisskipanin • Tinghúsvegur 14
Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn •
Tel 349550 • Fax 349551 • als@als.fo • www.als.fo
Ert tú ílatin til tøl?
Leiðari til Fíggjar- og fyrisitingardeildina hjá ALS
sansir.fo
Ja takk! Eg ynski at
tekna meg sum haldara av
Sosialinum, og fái blaðið
borið út 5 ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon:
Undirskrift:
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Boks 76
FO-110 Tórshavn
Send lepan til:
Tekna teg
sum haldara nú
...um tú skalt vera við
kr. 495,-
um ársfjórðingin
Spar 560,- í mun
til leysasølu