fríggjadagur 12. mars 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 50 · 12. mars 2010
22
VIKUSKIFTI
Kalda Kríggið
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
»Vit kunnu ikki halda fram við at liva
soleiðis!«
Orðini segði Michael Gorbatjov við
konu sína, Raisu, kvøldið fyri hann
skuldi takast í eið sum nýggjur aðal
skrivari fyri sovjetsamveldið.
Kanska bara níggju orð. Men fimm
orð, sum vóru kjarnin í øllum tí, sum
Gorbatjov kom at standa fyri.
Gorbatjov var bara 54 ár, tá hann
kom til valdið, og við hesum varð hann
yngsti sovjetleiðarin síðani Stalin.
Og hann var tann fyrsti síðani Lenin,
ið hevði útbúgving frá hægri læru
stovni.
Kanska var tað hetta, sum gjørdi,
at Sovjetsamveldið brádliga hevði ein
leiðara, sum var bæði víðskygdur og
tolerantur. Og í øllum førum var tað eitt
skifti av teimum heilt stóru, at heims
ins størsta tjóð nú hevði ein leið ara,
sum púrasta opið viðgekk feilir og
marxistisu/leninistisku ideo logi’ini.
Sjarmerandi og smílandi var hann
fullkomuliga ymiskur frá undan
gongumonnum sínum, og skjótt gekk
eisini sjón fyri søgn, at tað var meira
enn bara tóm orð í tí, sum hann førdi
fram. Orð sum Glas nost (opinleiki) og
Perostrojka (umskipan) komu breddan
– ikki bara í Sovjetsamveldinum – og
eitt nú skelkaði hann ovastu sovjettina,
tá hann í 1987 errin almannakunngjørdi
eitt bræv frá einum fjeppara, sum
ynskti honum tillukku við at hava
koppa nøkrum gomlum og senilum
eina ræðisharrum.
Nyttuleys kjarnorkuvápn
Saman við Reagan kom Gorbatjov
at standa sum ímyndin av endanum
av kalda krígnum. Men hóast topp
fundirnir teirra millum standa sum
varðar í altjóða søguni, so vóru ítøk iligu
úrslitini av fyrsta fundinum í Geneve
ikki so stór. Meira vóru tað árinini av,
at eystur og vestur brád liga høvdu tveir
leiðarar, sum kundu, dugdu og vildu
tosa saman, ið av álv ara skumpaðu
undir eina hug burðs broyting kring
allan heim.
Toppfundurin í Geneve í 1986 end
aði mest sum púrasta uttan úrs lit, men
kortini sannførdi fundurin Gorba tjov
um, at kalda kríggið kundi endast. Snøgt
sagt, tí hann var púr asta sannførdur um,
at einki av stórveldunum nakran tíð fór
at gera nýtslu av kjarnorkuvápnum
sínum.
Ítøkiliga úrslitið kom í oktober
mánaði sama ár, tá teir báðir leið ar arnir
hittust í Reykjavík. Høvuðs staðnum,
sum við síni plasering í Atlantshavinum
mest sum symbo li seraði ein fund, har
báðir partar komu móti miðjuni.
Uttan at blunka góðtók Gorbatjov
uppskotið hjá Reagan um, at allar
millumdistansu rakettir í Europa skuldu
takast niður. Hartil skeyt Gorbatjov
upp, at strategisku vápna goymslurnar
hjá stórveldunum skuldu skerjast
við 50%. Reagan vildi ikki standa
aftanfyri, og tí gjørdist talan mest sum
um kapprenning, har báðir leiðararnir
vildu vísa, hvør teirra í størstan mun
kundi enda kalda kríggið.
Einasti bágin tóktist vera kravið frá
Gorbatjov um, at USA skuldi steðga
sínum ætlanum um SDIraket verju
skjøldurin. Og hóast Reagan ikki
beinleiðis vildi góðtaka hetta, so góðtók
hann kortini, at SDI ikki hevði nakað
endamál, um kjarnorkuhóttanin kortini
kundi takast burtur.
Teir báðir megnaðu kanska ikki at
taka øll kjarnorkuvápn av klótuni. Men
eftir at heimurin í nærum trý áratíggju
hevði verið hildin á pínubeinkinum,
nýttu Reagan og Gorbatjov bert tvey
ár til at broyta heimsfatanina av atom
aru hóttanini.
Skrottaði kommunismuna
Eitt var, at Gorbatjov var høvuðs
maðurin í endanum av kjarn orku hótt
anini. Annað var, at hann eisini var
maður fyri at lata jarntjaldið falla.
Hann ásannaði uttan at blunka,
at kommunisman hevði avleitt ein
stat, har livistøðið var lægri og har
sam felagsmenningin á øllum økjum
gekk nógv seinni, enn hon gjørdi í
vestur heiminum. Hann hevði við
stórum áhuga fundir við amerikanska
uttanríkisráðharran, George Shultz,
ið var búskaparfrøðingur, har Shultz
kundi oysa út av síni vitan um menn
ingarmøguleikarnar, sum ein markn
aðarbúskapur hevði við sær.
Fleiri søguskrivarar hava ført fram, at
Gorbatjov mest sum góð trúgv in góðtók
alt, sum Shultz førdi fram, men neyvan
er hetta heilt satt. Men hann nýtti Shultz
til fyri lestr ar í Moskva, og til stuttleikar
helt hann fyri, at amerikumaðurin átti
at yvirtikið sovjettisku skrivstov una
fyri tilrættisleggjan av samfelags bú
skapinum.
Í bók síni, Perostrokja (1987),
nemur Gorbatjov fleiri ferðir við
vandan, sum tað avleiðir, tá fram
gongdin í samfelagnum støðugt skal
setast eftir aftasta vogninum heldur
enn lokomotivinum. Men hann minti
samstundis á, at hann ikki utt an víðari
vildi geva seg til karráðu kap ital ismuna.
Og hann minti í sama viðfangi á, at
Roosevelt hevði frelst kap italismuna
við at læna hugskot frá sosial ismuni í
síni New Deal. Nakað sum Gorbatjov
sjálvur ynskti at gera við øvutum
forteknum, soleiðis at plan búskapurin
kundi læna frá markn aðar búskapinum
fyri at skapa ein sunnan búskap.
Opinleiki og kærleiki
Hóast Sovjetsamveldið nú hevði ein
beinleiðis humaniteran leiðara, so helt
sonevnda Reagandoktrini fram frá
amerikanskari síðu. Í loyndum vórðu
antikommunistiskar kreftir í Moskva,
Havanna og aðrastaðni við stuðlaðar,
og sjálvur royndi Reagan við sínum
almennu røðum at skumpa undir
gongdina.
Ein tí mest kendu av slagnum helt
hann í Berlin í 1987, tá hann segði »Mr.
Gorbatjov – Tear down this wall«, men
russiska reaktiónin var merkisvert
MIchael GorbatjoV noktaði at brúka vald, harðskap ella
herMegi fyri at halda uM eitt vald, suM var deyðadøMt.
NæstraKærleIKI hansara vann á ølluM – eisini á búskaparligu
ætlanunuM uM at broyta KoMMUNIsMUNa til sosialisMu
Vónin Var
sterkasta
svørðið
greInarøð
Keldur:
Den kolde krig, John Lewis Gaddis, 2005 Hitler and Stalin, alan Bullock, 1992
Erindringer fra krig og genopbygning, Leonid Brezjnev, 1978 Perostrojka, Michael Gorbatjov, 1987
Stalin – Den røde zar og hans hof, Simon Sebag Montefiore, 2004 wikipedia
Høvundurin framman fyri húsini
við Høfd í Reykjavík. Her tóku
Reagan og Gorbatjov fyrstu
veruligu stórlopini í tí, sum gjørdist
byrjanin til endan á kalda krígnum