fríggjadagur 12. mars 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 12. mars 2010
– Tað er gott at koma í
gongd, og vit ætla at vinna,
eru Fróði Benjaminsen
og Súni Olsen samdir um,
áðrenn HB og Víkingur
sunnudagin møtast í
Stórsteypadystinum
Fjórða árið á rað byrjar fótbóltsárið
við Stórsteypadystinum, sum er
mill um
føroyameistararnar
og
steypa vinnararnar frá árinum fyri.
Hesa ferð møtast HB og Víkingur í
dystinum, sum Lions Club í Føroyum
og Fótbóltssambandið skipa fyri í
felag sunnudagin klokkan 15 í
Gundadali.
Bæði lið hava verið darvað í fyri
reikingunum til komandi kapp ing
arárið, tí kavin hevur ligið so leingi,
og tí er kærkomið bæði hjá HB og
Víkingi at fáa spælt ein steypadyst,
nú tað ikki er blivið til serliga nógvar
venjingardystir.
– Tað hava ikki verið so nógvir
dyst ir, so tí kenni eg ikki so nógv til,
hvussu hini liðini eru fyri. Men tað er
deiligt at koma í gongd aftur, og eg
haldi, at vit eru væl fyri undan hes
um dystinum, sum vit ætla okkum
at vinna, sigur Fróði Benjaminsen,
sum fyri einum ári síðani kundi taka
ímóti Lionssteypinum, tá HB vann á
EB/Streymi.
Súni Olsen ásannar somuleiðis, at
tað heldur ikki hjá Víkingi er blivið til
so nógvar dystir, sum ynskiligt hevði
verið, men at teir kortini hava verið
hugagóðir undir venjing, umframt
at teir hava staðfest, at menn tykjast
vera betri nú, enn hon var um somu
tíð í fjør.
– Hetta er so tað fyrsta steypið, vit
hava at spæla um, og vit eru øgiliga
spentir. Vit skulu gjarna vinna henda
dystin, so vit koma væl í gongd við
hetta kappingarárið beinanvegin,
sigur Súni Olsen.
Samstundis sum Stórsteypa dyst
urin gevur ábendingar um, hvussu
tey bæði toppliðini frá í fjør eru fyri,
hevur hann eisini til endamáls at
út vega pengar til eitt vælgerandi
endamál, sum hesa ferð er felags
skapurin, KRIS.
– Tað er bara stuttligt, at vit eisini
kunnu vera við til at stuðla einum
vælgerandi endamáli upp á henda
mátan, og eg haldi hetta vera eitt
fínt tiltak, sigur Fróði Benjaminsen,
sum fær undirtøku frá Súna Olsen:
– Vit vóna, at nógv fólk kemur at
hyggja, so mest møguligt av peng
um kann koma burturúr til tað góða
endamálið, dysturin hevur.
Sáttmálin við Atlants flog
gekk út, tá HM-undan-
kapp ingin end aði í
heyst, og enn er eingin
nýggjur sáttmáli gjørdur
fyri komandi EM-undan-
kappingina. Samband er tó
millum Fótbóltssambandið
og Atlantsflog um fram-
haldandi samstarv
Atlantsflog hevur síðani 1995 verið
høvuðsstuðul hjá landsliðnum –
viðhvørt sum einsamallur stuðul og
viðhvørt saman við øðrum. Men
síðsta avtalan um stuðulssamstarv
gekk út, tá HMundankappingin
endaði í fjørheyst.
– Enn hava ikki verið nakrar ítøki
ligar samráðingar um, hvussu vit
gera frameftir. Men sjálvandi fara
vit at tosa um, hvussu vit skulu
gera, sigur Magni Arge, stjóri í At
lants flogi.
– Vit hava hava havt eitt fínt
sam starv við Fótbóltssambandið.
Tað er heldur eingin loyna, at
fótbólts landsliðið – meira enn
nakar – hevur skapt stóran áhuga
fyri
Føroyum
sum
ferðamál,
umframt at lands liðs arbeiðið øll
hesi árini eisini hevur givið okkum
nógvan flutning.
Leita eftir øðrum
At talan enn ikki hevur verið um
ítøkiligar samráðingar, hóast sam
band hevur verið millum Fótbólts
sam bandið og Atlantsflog, hevur
nakað við lutakastið til EMundan
kappingina at gera, tí Fótbólts sam
bandið vildi fegið síggja, um luta
kastið lagaði seg soleiðis, at tað
kanska økti um møguleikan fyri, at
aðrir stuðlar eisini vildu spæla við.
– Vit hava havt onkran í kikaranum,
men eg vil siga tað soleiðis, at eingin
er heilt nær. Hinvegin vilja vit fegin
halda fram við góða samstarvinum
við Atlantsflog, so eg vænti, at okk
urt kemur burturúr, tá vit fara at
sam ráðast meira ítøkiliga enn higar
til, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari
hjá Fótbóltssambandinum.
– Og longu nú sær út til, at At
lants flog er inni í myndini í sambandi
við komandi dystirnar hjá lands lið
num í EMundankappingini, tí tá vit
vóru í Beograd til samráðingar um
dystarskránna, vístu øll londini
áhuga fyri at brúka Atlantsflog, tá
tey koma hendavegin at spæla. Ein
asta undantakið var Estland, sum
ivaðist eitt sindur, tí har var okkurt
við, at tey høvdu avtalu við sítt egna
flogfelag.
Spæla um fyrsta steypið í ár
Landsliðið uttan høvuðsstuðul
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Atli Gregersen og hinir á fótbólts
landsliðnum hava í løtuni ongan
høvuðsstuðul
Mynd: Álvur Haraldsen
Fróði Benjaminsen í HB og Súni Olsen í
Víkingi eru tveir av spælarunum, sum
skulu dystast í Stórsteypadystinum
sunnudagin Mynd: Heðin Weihe/HB