Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 50 · 12. mars 2010 25 VIKUSKIFTI Summi leiðast og keðast av hvørjum øðrum sum árini ganga, men soleiðis hevur ikki verið hjá okkum. Tað er heldur hinvegin,a t vit gerast alt meiri og meiri tengd av hvørjum øðrum, siga hjúnini Heinina og Sigurd Hansen, sum fyri 14 døgum síðani hildu diamantbrúdleyp Ommubeiggin við í veitslu Tað stór at lesa í Sosialinum undan diamantbrúdleypinum hjá Heininu og Sigurd Hansen, at gubbi Heininu, Richard Jacobsen, fór at verða við í hátíðarhaldinum. Og tað var hann eisini. Men Richard er meiri enn gubbi at Heininu, hann er eisini ommubeiggi hennara. Gaman í er hann 21 ár yngri enn omma Heininu, og gaman í er hann bert tvey ár yngri enn pápi Heininu, men tað broytir ikki um tann veruleika, at hann er ommubeiggi diamantbrúðrina. Um hetta er eindømi, at ein ommubeiggi av brúðrini er við til eitt diamantbrúdleyp er ikki til at siga, men tað hoyrir í hvussu er ikki gerandisdegnum til. mynd: jens kristian vang