fríggjadagur 12. mars 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 50 · 12. mars 2010
5
VIKUSKIFTI
Fyri tveimum árum síðani var
einki sum bendi á, at hon skuldi
bú seta seg í Føroyum.
Sallyver arbeiddi innan al
mennu umsitingina; og var fult
upp tik in við andaligum arbeiði
sum lovsangsleiðari í kirkjuni,
sam an við vinkonum sínum.
Men ein dagin fekk lív hennara
eina aðra vend. Presturin í kirkjuni
segði, at hann hevði fingið ein boð
skap frá Gudi og sum var beinleiðis
æt lað ur henni.
So løgið tann enn kann ljóða,
so segði hann, at eg í fyrsta lagi
skuldi giftast við einum manni
frá Gudi. Í øðrum lagi skuldu vit
bæði arbeiða saman í Guds ríki. Og
í triðja lagi segði hann, at komandi
mað ur mín skuldi duga at spæla
eitt ljóðføri.
Skal eg vera heilt erlig, so
trúði eg tí ikki rættiliga tá. Men
hin veg in, so veit eg, at Gud er
ment ur til alt, eisini til at broyta
um støð ur nar hjá okkum, greiðir
Sally ver frá.
Og Gud broytti mangt í henn
ara lívi. Hon hevði aldrin droymt
um, at flyta frá familju síni í Filips
oyggj unum, ella gifta seg við ein
um fremmandum manni. Men tá
hon kom í samband við Niels, var
tað bara at fylgja Guds vilja við
henni.
Hetta var kortini eingin løtt
av gerð, tí eg hevði eitt gott arbeiði,
og hevði enntá møguleika fyri at
fáa fast arbeiði. Eg legði alt fram
fyri Gud; eg hevði eisini álit á
Nielsi, og væntaði tí, at alt fór at
laga seg.
Saman við manninum býr
Sally ver nú í einum deiligum hús
um í Miðvági. Og um nakrar fáar
vik ur skulu tey verða foreldur á
fyrsta sinni.
Eg vil fegin búgva her rest
ina av mínum lívi. Man venur seg
so líðandi til tey føroysku viður
skift ini. Og í mínum hugaheimi er
hetta mítt heim, slær Sallyver fast.
Byrjaði við stormi
Hjá einum fremmandum er altíð
spenn andi at vitja í nýggjum landi.
Og hjá Sallyver var ein av spurn
ing unum, hvussu móttøkan mun
du fara at verða.
Her varð hon av sonnum tikin á
bóli. Øll í familjuni hjá Nielsi vóru
sera blíð og fyrikomandi, og bjóð
aðu henni heim til tey at vitja.
Tað vóru eisini onnur fólk, sum
vildu vísa henni gestablídni og
fegn ast um, at nú var líkt til at bil
mek anikarin Niels hevði funnið
sær konu.
Eg minnist eina konu, sum eg
als ikki kendi. Hon kom forbí her
hjá okkum við einum vøkrum korti
og eini vælkomstgávu. Tað var sera
vakurt gjørt av henni.
Í kirkjuni og missiónshúsinum
her í Miðvági føldi eg meg eisini
sera vælkomna. Øll vóru bara so
fitt ímóti mær. Tað var gott, serliga
tí at eg ikki skilti eitt petti av máli
num ta fyrstu tíðina, greiðir hon
frá.
Tað var kortini eitt sum undr aði
Sallyver almikið, og tað var skift
andi veðrið her á landi, og vind ur
in og avfallið um veturin.
Eg minnist, at tey søgdu við
meg, at tann dagin eg fyrstu ferð
kom til Føroyar (altso í oktober
2008) byrjaði ódnarveðrið. Og tað
vardi næstan til eg fór avstað aftur
tríggj ar mánaðir seinni, sigur hon
bros an di.
Nú er hon so vorðin miðvingur
og føroyingur, og arbeiddi á flaka
virki num í Vestmanna, inntil teir
mink aðu um arbeiðsmegina fyrr í
ár. Hon hevur somuleiðis luttikið
á Sangskeiði og Kvinnutingi í legu
húsi num í Nesvík, og er haraftrat
við einum lokalum bindiklubbi og
bíbliu bólki.
Eg tosi hampiliga væl føroyskt,
og eg læri nýggj orð hvønn einasta
dag, sigur hon á góðum føroyskum
máli.
Tað var ikki ber Tilvild, aT
Sallyver í dag er kona nielS. - eg
fekk fakTiSk eini profeTiSk orð
frá preSTinum í Samkomuni, har
hann Segði aT eg Skuldi gifTaST
við einum Tónleikara, greiðir
26 ára gamla Sallyver frá
- Her er mítt heim
er eitt sera væl umtókt og vakurt
frítíðarstað hjá ferðafólki.
Eftir at hava verið borin á
lógvum í tvær vikur, var tíðin komin
at venda heim aftur til Føroyar.
Hóast nógvir túsund kilometrar
eru millum Vágoynna og Palawan,
kundi henda fjarstøðan ikki forða
kærleikanum at blóma millum tey
bæði forelskaðu.
Áðrenn eg fór avstað, avtalaðu
vit at halda sambandið við líka, tí eg
hevði góðan hug at bjóða henni til
Føroyar at vísa henni okkara land.
Sum sagt, so gjørt, og í oktober
mánaði fyrraárið var Sallyver á
fyrsta sinni í Føroyum. Og hon
steðgaði rættiliga leingi í samfullar
tríggjar mánaðir.
Satt at siga, hevði eg einki ímóti
at hon steðgaði væl longur, kemur
tað stillisliga frá Nielsi.
Svaraði ja
Nakað áðrenn hon fór heimaftur í
januar mánaði í fjør, bar Niels upp
bønarorð til Sallyver:
Hevði hon hug at koma aftur til
Føroyar, var einki til hindurs fyri tí.
Hevði hon hug at búgva í Miðvági,
var einki til hindurs fyri tí. Hevði
hon hug at gifta seg við honum,
skuldi einki kunna forða hesum. Og
hon svaraði ja beinanvegin.
So gekk tað skjótt. Niels fór aftur
til Filipsoyggjarnar í mars mánaði;
steðgaði har í fimm vikur, og 2. mai
lendu tey aftur í Føroyum tann
komandi brúðgómurin, komandi
brúðurin og mamma hennara,
Salome.
Tað vóru 14 rokmiklir dagar, tí
brúdleypið skuldi standa 16. mai.
Men tað gekk alt sum tað skuldi.