fríggjadagur 12. mars 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 50 - 12. mars 2010
Anna Nygaard hevur fingið góð
umdømi fyri rødd og framførslu í
sang kappingini X factor, men hon
hev ur fingið av at vita fyri klæðini,
hon hevur verið í. Føroyskir klæd na
serfrøðingar eru samdar um, at Anna
hevur brúk fyri nýggjum stíli. Her
eru teirra boð uppá klæði til Onnu
Nygaard
Beinta Vilhelmsen,
skraddari
- Eg haldi, at Anna hevur verið ov
konulig ílatin. Hon er bara 18 ár.
Hennara hár hevur eisini verið alt
ov uppsett. Hon hevur fantastiskt,
langt reytt hár, sum skuldi sloppið
at hingið leyst.
Eg hevði dekkað hana eitt sindur
til og nýtt nógvar litir. Haldi at
klæðnamerkið Odd Molly hevði
passað henni sera væl, tí tað er
ungdómligt, litríkt og eitt sindur
bóndagentuligt.
Katarina í Geil,
stílistur
- Anna er sera dugnalig og ein
sterkur persónur. Ein so dugnaligur
persónur rúmar nógv, og tí haldi eg,
at tey kunnu stramma hennara stíl
upp og pressa hana eitt sindur
meiri. Nú spæla tey við teimum
ymisku stílunum.
- Eg hevði viljað hitt Onnu,
áðrenn eg avgeri, hvør klæðnastílur
er tann rætti til hennara, men eg
haldi, at stílurin hjá Missoni hevði
passað væl.
Anna Mortensen,
sniðgevi,
fyrrverandi PAU
- Tey hava pyntað Annu alt ov nógv.
Tað vakra norðurlendska, sum tey fullu
fyri hjá henni, er blivið púra burtur í
klæðunun, hon hevur á pallinum. Eg
haldi eisini, at tað er eitt sindur
keðiligt, at tey prøva seg so nógv fram
- hon hevur havt heilt ymiskar stílar
hvørja ferð.
- Eg hevði farið aftur til tað
norðurlendska og latið hana í ein
bundnan kjóla frá Guðrun&Guðrun.
Og so hevði eg latið Annu sjálva havt
størri ávirkan á klædnavalið.
Soleiðis skal
Anna latast í
Lagt til rættis: Inna Tørnroos · inna@sosialurin.fo
Turkar illir
Turkiska stjórnin kunngjørdi í gjár, at hon hevði gjørt av
at biðja sendiharra sín í Svøríki koma heim. Orsøkin er,
at turkar eru sera misnøgdir við, at svenski Ríkisdagurin
hevur samtykt eina yvirlýsing, sum staðfestir, at turkiski
ágangurin ímóti armenska fólkinum undir fyrra
heimsbardaga var fólkadráp. Tað er óvist, hvussu mong
fólk doyðu, men helst var talan um meiri enn eina millión
fólk. Ætlanin var, at turkiski forsætisráðharrin, Recep
Tayyip Erdogan, skuldi fara til Svøríkis at vitja, men
hann hevur avlýst ferðina.
Óskikkiligir prestar
Í Eysturríki hava tríggir katólskir prestar fingið sekkin ,
eftir at tað er komið fram, at teir høvdu framt kynsligtan
ágang ímóti næmingum í katólskum skúlum. Prestarnir
arbeiddu í einum kleystri har norðuri í Eysturríki. Í gjár
kom eisini fram, at tann katólska kirkjan í týska
landspartinum Baden-Württemberg hevur fingið fleiri
fráboðanir um kynsligan ágang ímóti børnum. Fyrr hava
gølur um kynsligan ágang ímóti børnum rakt ta katólsku
kirkjuna í USA, Niðurlondum og Írlandi.