fríggjadagur 12. mars 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 50 · 12. mars 2010
6
VIKUSKIFTI
Føroyar: Til den lyse morgen
Mai mánaður er besti mánaður til
veður. Og hesin leygardagurin 16. mai
2009 var einki undantak í so máta.
Veðrið var av tí allarbesta. Ikki
eitt skýggj sást á luftini, so longu
frá morgunstundini var lagt upp til,
at hetta varð ein dagur sum skuldi
spyrjast.
Vígslan skuldi verða í Miðvág
kirkju og festin aftaná á Hotel Vágum.
Allar brúðarvígslur eru serstakar, og
tað var henda eisini, í fyrsta lagi tí at
alt gekk fyri seg á enskum.
Brúðarparið hevur stóran áhuga
fyri tónleiki, og tí var nógvur
sálmasangur og aðrar tónlistarligar
framførslur í kirkjuni. Og sum tað
triðja vóru eisini faddrar við til
vígsluna, sum Bergur Debes Joensen,
prestur stóð fyri.
Hetta við faddrum er siður,
sum filipinar hava tikið upp frá
amerikumonnum. Og henda dagin
í Miðvági var einki undantak gjørt í
so máta. Aftaná varð so ein føroysk
brúðarveitsla á hotellinum, við øllum
tí sum hertil hoyrir.
Her var skipað so fyri, at eitt
headset varð fingið til vega til Sallyver
og móður hennara. Tær fingu so alt
týtt til enskt.
- Hetta var eitt fantastiskt brúdleyp.
Tað vardi til den lyse morgen, siga tey
bæði við einum brosi.
Filipsoyggjar: Alt í orange
Hóast Niels og Sallyver vóru formliga
gift í føroysku kirkjuni, so ynsktu
tey at lokaka kirkjan eisini skuldi
geva sítt vælsignilsi til brúðarparið.
Samstundis fekk familjuni hjá henni
møguleikan at halda brúdleypsveitslu
fyri teimum nýgiftu.
Avgerð varð tikin um at hetta
skuldi vera millum jól og nýggjár
í fjør. Fyri at Niels ikki skuldi vera
heilt einsamallur til hátíðarhaldið í
kirkjuni hjá Sallyver, fór ein góður
partur av familjuni hjá honum ta
longu leið til Filipsoyggjarnar. Har
vóru bæði foreldur, systkin, makar
og børn teirra við. Í fylginum vóru
12 føroyingar.
Fjarstøðan millum okkara oyggjar
og Filipsoyggjar er stór, og tað er
mátin at halda brúdleyp eisini. Vit
skulu nerta við nakað av tí:
Í fyrsta lagi fara fólkini í
stásklæðini beinanvegin. Tað vil
siga, at í Føroyum fer ein í kirkjuna
í vanligum klæðum og fer síðani í
stásklæðini til veitsluna.
- Ja, mamma mín skilti ikki
rættiliga, hví fólk í Føroyum ikki
fara í teirra bestu klæðir beinanvegin,
sigur Sallyver við einum brosi.
Júst hetta við klæðunum verður
gingið sera høgt uppí, tí her skulu allir
menninir hava einslitta hvíta skjúrtu,
og allar kvinnurnar einslittar kjólar.
Tað vil siga, at brúðurin avgerð,
hvør høvuðsliturin skal vera hjá
kvinnunum, og so mugu tær bara
finna sær hóskandi klæði.
Eisini í hesum føri kunnu onnur
veita fólki tænastur, og tí ber
nevniliga til at leiga klæðini
frá einum handli í býnum.
Øll máttu fyrst hagar at taka
mál, og fingu síðani klæðini
útflýggjað undan veitsluni.
Ein partur av veitsluni
er siðbundni brúðar-
dans urin
ella
“penga dans urin”.
Her knýtir brúðarfólkið
pengaseðlar upp á
brúðarparið, soleiðis
at tey kunnu
fáa eina góða
fíggjarliga byrjan
uppá hjúnarlagið.
Tann stóra brúð-
ar køkan
hoyrir
sjálvandi við til eitt
filipinskt brúdleyp.
H e n d a
v a r
sjálvandi orange-
litað, og sum siður er,
skuldu tey bæði, Niels
og Sallyver skera
fyrsta stykkið av
hesi køkuni.
Tvey brúdleyp - tveir siðir
Tá Niels og sallyver gifTusT
var Tað ikki eiN heNdiNg, sum fór
sTillisliga afTur við borðiNum.
fyrsT var brúdleyp í miðvági,
og síðaNi í puerTo priNcesa.