Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 50 · 12. mars 2010 16 VIKUSKIFTI Brúdleyp Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Meir enn nakað annað skulu vit modernaðu menniskju vera ein success í kropp og sál og ikki minst í kær leikslívinum. Og tað kann eisini væl hugsast, at kærleikin livir og hevur tað gott millum pør í Føroyum. Mun urin er bara, at í dag skulu øll onn ur eisini fáa tað at vita á ein hátt, so tey helst ikki gloyma tað aftur. Og til tað finst onki betri høvi enn eitt stór fingið brúdleyp. Alt skal hóska saman – Tí eru brúdleyp vorðin sannar fram­ førslur ella pallsetingar, har tú sleppur at vísa, at tú ert nakað og ikki minst ein success í kærleikanum. Ofta er talan um verulig brúdleypsshows, har øll skul klappa og vera glað, og ikki minst tosa um hetta heilt sermerkta brúdleypið í langa tíð aftaná, sigur Jóan Pauli Joensen, sum hevur skrivað bókina I ærlige brudefolk um brúdleyp og brúdleypssiðir í Føroyum. Sum ein, ið veit serliga nógv um gamlar brúdleypssiðir, fær Jóan Pauli Joensen eisini nógvar fyrispurningar frá fólki, sum skulu fyrireika sítt brúd leyp. – Fyrst av øllum vilja fólk hava, at júst teirra brúdleyp verður nakað heilt spesielt og persónligt. Ofta vilja tey, at brúdleypið hevur støði í gomlum før oyskum siðum, men tey vilja gera tað rætt, so tað eisini verður ektað, sigur professarin. Onnur vilja kanska vita, hvussu tey kunnu seta tað gamla saman við nýggjum íblástri, tí veruliga gamlir brúdleypssiðir liva ikki upp til nú­ tíðarkrøv. – Størsti munurin er nokk øgiliga estetiseringin av brúdleypum nú á døgum. Nú skal alt matsja niður í minsta smálut. Ein litur í brúd leyps­ klæð unum má hóska saman við ser­ viettunum og so framvegis. Alt er neyvt planlagt frá innast til uttast, líka frá undir klæðunum hjá brúðurini og sós ini aftur við perluhønini til hvar vígsan skal fara fram, um hon ikki fer fram í kirkjuni. Hjálpast enn at Rákið við at giftast á ofta øðrvísi og origi nalum støðum, so sum í Lista­ skálanum, úti í náttúruni, í Norður­ landahúsinum ella enntá í Norð­ oyartunnlinum tykist at vera komið frá samkomum uttanfyri fólka kirkj­ una. Helst tí fólk hava hildið borgar­ ligu vígslurnar verið nakað óro mant­ iskar, heldur Jóan Pauli Joensen. Men eisini sum heild hava vit sæð nógvan nýggjan íblastur útifra seinnu árini. – Tað er í øllum førum ikki gamalt føroyskt at pápin førir brúðurin upp, ella til dømis at halda polterabend ella at biðja fólk sjálvi tekna seg til brúdleypið. Tað hugskotið er nú ikki so býtt, tí tá fornermar parið jú ongan, og spurningurin um, hvør skal bjóðast, hevur altíð volt høvuð brýggj. Enn eru vit tó ikki komin hartil, at vit bíleggja heilar brúdleypsveitslur frá professionellum brúdleypsfyritøkum, og tað vildi eisini verið stórt spell, heldur Jóan Pauli Joensen, tí felags fyri reikingin av einum brúdleypi hevur altíð havt nógv at siga í Før­ oyum. – Tað var jú neyðugt at hjálpast at. Tí góvu øll eina hond við til at baka, skaffa kjøt og annað, so gestirnir og kanska øll bygdin í grundini eis ini vóru aktørar í brúdleypinum. Tann siðin halda fólk fast í, tí tað er rætt­ iliga vanligt at vinkonur koma við køk unum. Tað góðtaka hotellini eis­ ini, sjálvt um tey syrgja fyri hølum og døgurðanum. Showið heldur fram Hóast nú tíðar brúdleyp ofta eru vorðin kostnaðarmikil glamourøs shows, hevur kærleikin ikki fingið minni týdning. Hann kemur bara meir øðrvísi til sjóndar, heldur Jóan Pauli Joensen. – Kærleikin er vorðin so eksplosiv­ ur og altumfatandi, og tí krevja vit ModErnA brúdleyp Eru Vorðin stórsligin shows, hAr øll skulu klAppA fyri, At tú Eisini Ert Ein succEss í KærleIKa, hEldur Jóan paUlI Joensen, profEssAri Brúdleyp eru Blivin Mynd: ISTocK Jóan Paula Joensen, professari Mynd: jens kristian vang