Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 12. mars 2010 17 Hátíðarhald var á Skúlatann­ læknastovuni í Klaksvík fríggjadagin 5. mars í sam­ bandi við at trý av starvs­ fólkunum høvdu verið 35 ár í starvi. Tey vóru Bogi á Steig, tannlæknaleiðari, Lena Gerðalíð, klinikkassistentur, og Malan Thomsen, klinikk­ assistentur, sum øll byrjaðu í 1975. Hetta var tað árið, tá Skúlatannlæknastovan byrj­ aði. - red Tríggir 35 ára starvsdagar Á myndini eru f.v.: Lena Gerðalíð, klinikkassistentur, Bogi á Steig, tannlækna­ leiðari, Malan Thomsen, klinikkassistentur, og Gunvá við Keldu, borgar­ stjóri í Klaksvíkar komm­ unu, sum helt røðu undir hátáðarhaldinum á Skúlatannlæknastovuni Mynd: nordlysid.fo Andlát og jarðarferðir Kistan við Óla Jákupi Lindberg fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi leygardagin kl. 15.30 í Tvøroyrar kirkju. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju sunnudagin kl. 14. Sungið verður úr sálma­ bókini. Tey, ið vilja minnast Óla Jákup við blómum ella kransi, kunnu lata eina peningagávu, konta í Føroya banka. Wensil Nattestad, fyrrverandi skipari, Miðvágur, andaðist hósnáttina á Landssjúkrahúsinum, 67 ára gamal. nøvn 45 og 50 ára føðingardagur Í sambandi við at vit í mars og apríl fylla 45 og 50 ár, halda vit felags føðingardag í Eydnuni á Oyrarbakka 10. apríl kl. 18. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin at boða frá á tlf. 422165 ella 226623 innan 25. mars. Heilsan Halljón og Elsa Annika Norðskála. 60 ára føðingardagur Mikudagin 7. apríl 2010 verði eg 60 ár, føðingardagsveitslan verður hildin í Skálanum í Klaksvík, leygardagin, 10. apríl kl. 19. Tey sum ynskja at gleða meg við at koma í føðingardag, verða vinarliga biðin at boða frá við at ringja ella senda sms til telefon 211988, ella við t­posti til isak@ football.fo helst áðrenn 5. apríl. Heilsan Ísak Mikladal, Klaksvík. 85 ára føðingardagur Mánadagin 15. mars verður Sigurd Sofus Nybo, Hósvík, 85 ár. 95 ára føðingardagur Týsdagin 16. mars verður Johannes Mortensen, trúboðari, Argir, 95 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Silvurbrúdleyp Týsdagin 23. mars hava Heidi og Jan Abrahamsen á Strondum silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Kelduni frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúdleyp Ruth og Robert á Lakjuni, Fuglafirði, halda diamant­ brúdleyp í bygdarhúsinum í Leirvík 26. mars kl. 18.30. Tey, ið ynskja at gleðast saman við teimum hetta kvøld, biðjast siga frá, seinast hósdagin, tann 18. mars, á tlf. 444 332, fartelefon 744 332 ella við telduposti hg.vang@kallnet.fo Brúdleyp Leygardagin 27. mars kl. 12 giftast í Kelduni í Skálafirði, Birita Ingolfsdóttir Heinesen, Norðagøtu og Levi Tróndarson Nybo, Hvítanes. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 16. Opið hús verður kl. 21 í Oasuni, Kirkjustrætið 4, Hoyvík, har øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá brúðarparið. Brúdleyp Leygardagin 27. mars giftast Linda Ziska Jacobsen, Tórshavn og Gunleif Lyngvej Poulsen, Sandvík. Vígslan verður í Havnar kirkju kl. 11. Móttøkan verður í Miðlahúsinum í Tórshavn frá kl. 13­15.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Páskadag 4. apríl giftast í Thyregod Kirke Súsanna Joensen frá Svínoy og Kim Gotsæd. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma í brúðleyp, biðast vinarliga siga frá á tlf: 0045 26535429 áðrenn mánadagin 15. mars. Brúdleyp Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen, Saltangará og Rúni Jallson Niclassen, Skáli. Vígslan verður í Glyvra kirkju kl. 14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at tekna seg innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051 (Joan) ella 256043, 441603 (Rúni). Prógv Herborg Poulsen av Argjum hevur í februar 2010 fingið prógv sum tannrøktari á Skolen for Klinikassistenter og Tandplejere, Københavns Universitet. Merkisdagar Hósdagin 11. mars fylti Edvard Hermansen í Hósvík 75 ár. Edvard vaks upp í Hósvík, men fór ungur av bygdini og búði í fleiri ár í Havn, har hann í fleiri ár arbeiddi sum skrivstovumaður og sølumaður, umframt at hann eisini hevur siglt við farmaskipi og við hvalabáti. Sum sjálvstýrismaður hava samfelagsmál eisini altíð havt hansara stóra áhuga. Seinni búsettist Edvard aftur í heimbygdini, har hann er fallin væl til. -red Edvard Hermansen 75 Tíðindablaðið Sosialurin skrivar 14. mars 1985 um Jórun Rasmussen á Tvøroyri sum gjørdist Ársins Song­ lerkur. Jórun var júst liðug á HF­ skeiði og arbeiddi á flaka­ virkinum á Tvøroyri. Hon hevði nakrar ferðir sungið til dans á Tvøroyri saman við tónleikabólkinum Deiggj, og vinkonur og onnur hildu, at tað hevði verið stuttligt at roynt seg í kappingini um at gerast “Ársins Songlerkur”. Í blaðnum er ein longri samrøða við Jórun. Fyri 25 árum síðan: Jórun gjørdist Ársins Songlerkur