fríggjadagur 12. mars 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 50 · 12. mars 2010
17
VIKUSKIFTI
eisini meir og verða harvið eisini
lættari vónbrotin. Øll vilja vit uppliva
tað heilt stóra forelskilsi, og tí kann
grái gerandisdagurin tykjast sum
ein órímilig avbjóðing. Nógv klára
tað heldur ikki, og so byrjar veiðan
eftir einum nýggjum forelsklisi, tí the
show must go on.
Men hóast hjúnarskilnaðir og
støk fylla alsamt meir í hagtølunum,
hava familjuvirðini ongantíð havt
størri týdning enn í dag, heldur pro
fessarin.
– Fólk giftast jú sum ongantíð
fyrr, og fyri tey allarflestu hongur tað
saman við teirra ynski um at fáa eina
familju og skapa tryggar karmar kring
hana. Tí er tað eisini heilt vanligt, at
fólk sum hava trý børn og hava livað
saman í áravís, knappliga vilja giftast.
Kanska er hetta tekin um ein enn
størri tørv á at verja familjuvirðini og
kærleikan, netupp tí tað tykist sum at
kærleikin er vorðin meir skroypiligur,
sigur Jóan Pauli Joensen.
Sorgin er hinvegin eins stór, tá
kærleikin ikki vísir at vinna á øllum
kortini, minnir hann á. Tí er tað
kanska eisini gott at liva í eini tíð, har
tað ikki nýtist at vera verðsins undir
gangur, at brudleypið ikki livdi upp til
stóru væntaninar.
Myndir frá bókini hjá Jóan Paula
Joensen I ærlige brudefolk, um
brúdleyp og brúdleypssiðir.