fríggjadagur 12. mars 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 50 - 12. mars 2010
Tað var helst tann
10.mars 1910, at sluppin
Norðstjørnan gekk burtur.
Allir teir 11 av manningini
vóru antin úr Porkeri
ella høvdu samband við
Porkeri
Óli Jacobsen
Víst hevur havið átt lívið í føroy
ingum í mong ár, men prísurin
hevur stórur. Leysliga roknað eru
einir 1.000 føroyingar farnir á
sjónum frá 1876 fram til seinna
heimsbardaga. Bardagárini komu
so einir 200 afturat. Nógvar bygd
ir hava mist nógvar mans, og ein
av hesum var Porkeri.
1910 var eitt slíkt vanlukkuár.
Tað vóru nógvar sluppir á Føroya
Banka. Tað hevði verið gott veður
dagarnar
frammanundan
við
góðum útliti fyri fiskiskapi, men
tann 10.mars var eitt rættuligt
ódnarveður á bankanum.
Fleiri av skipununm fingu eisini
stóran skaða. Guiding Star misti
tveir mans, Jógvan Paula Olsen,
20 ár, og Heina Danielsen, 25 ár,
úr Vestmanna.
Onnur skip, sum fingu skaða,
vóru Dúgvan, Arizona, Suðringur
og Silver Belle.
Dimmalætting
skrivaði
20.
mars, at ein kassi var rikin á land
í Sørvági. Tá tað ikki var frætt frá
øllum skipum síðan illveðrið,
loyptu hesir rekar ótta á fólk, sum
stúrdu fyri, at okkurt skip kundi
vera burturgingið.
Eitt av hesum skipum var
Hurricane hjá Óla Svendsen. Tey
flestu høvdu mist mótið, táið tað
frættist páskamorgun, at skipið
var afturkomið.
Einki frættist frá
Norðstjørnuni
Men einki frættist frá Norðstjørn
uni. Skipið hevði bert proviant til
12 dagar afturat, og gekk tað
útyvur hesa tíðina, var grund til at
óttast tað ringasta.
Tveir suðuroyadreingir, sum
júst vóru konfirmeraðir, skuldu
við Norðstjørnuni, og roknað var
við, at skipið fór at koma inn eftir
teimum. Men eingin Norðstjørna
kom.
Tann 19. apríl skrivar Dimma
lætting, at óttin fyri Norðstjørnuni
nú var blivin til syrgiliga vissu
um, at teir vóru farnir við mann
og mús.
Sum vanligt, tá ið eingin veit nak
að, so verður gitt. Gitt varð, at skipið
kundi verið farið á land vestantil í
Suðuroynni ella á Munkinum.
Skírisdag var regn og mjørki,
og hesa náttina var tað um reppið,
at trý suðuroyaskip fóru á land
vestantil á oynni, tí tey vóru
komin nærri landi, enn tey hildu
seg vera sambært logginum. Skip
ið kundi eisini hava verið ásiglt.
Teir ið fórust við Norðstjørnuni
vóru:
Skiparin Johan Mortensen, úti
á Klova 28 ár og giftur. Umframt
fóru fýra brøður hansara:
Bestimaðurin Lávus Mortensen,
giftur, 27 ár
Dánjal Mortensen, 24 ár
Adrian Mortensen, 20 ár
Johannes Mortensen, 18 ár.
Sámal Müller, 28, giftur
Jaspur Vejhe, 19 ár
Niels Jákup Petersen, 32 ár, giftur
Djóni Johannesen, 23 ár,
Hans Pauli Midjord, giftur 23 ár,
Allir hesir vóru úr Porkeri
Òla Christian Dam, Sumbæ, 22
ár, giftur við systir teir fimm
brøðurnar.
Søgan hjá nøkrum
monnum
Skiparin Johan var føddur 6. juni
1881 og tók skiparaprógv hjá Jens
í Dali í 1905. Hann var tey fyrstu
árini til skips við Kittiwake við
Petur Müller, og hann var besti
maður hjá honum í 1905 við Ben
Stark. Í 190608 førdi Johan Reg
inu, og í 1909 hevði hann verið
sum maður við enskum trolara.
Sámal Müller var giftur við
Martinu, og tey áttu trý børn, Maria,
Sørina og Óli. Martina giftist til
Norðragøtu við Jákup Andreas
Jacobsen, hjá Duritu. Í 1932 varð
Martina aftur rakt. Óli gekk burtur
við Immanuel í 1932.
Hans Pauli Midjord, ættaður úr
Hovi, var giftur við Astrid Mariu
Magdalenu f. Larsen (1886
1967). Hon var dóttir Petur Larsen
og Elisabeth f. Effersøe, sum
greitt er frá í Miðvikuni um Müll
er/Effersøeættina í Suðuroy. Tey
áttu sonin Petur Larsen Midjord f.
1908, sum var brekaður. Astrid
fór niður at læra til jarðamóður, tá
hon misti mannin og hevði sonin
við sær. Hann doyði niðri heilt
ungur.
Astrid giftist aftur við Jens
Paula Skaalum í Hvalba. Tey vóru
barnleys, men fostraðu upp Astrid
á Dul, ættað úr Porkeri, og Onnu
Mortensen í Hvalba.
Norðstjørnan var keypt úr
Grimsby og kom á Trongisvág
29. oktober 1892. Eigari var J.
Mortensen Tvøroyri. Norðstjørnan
var bygd í 1877 og merkt 87 brt.
Mikkalina misti sjey av
sínum við Búgvanum
Júst 30 ár seinni tann 20. februar
1940, ella fyri júst 70 árum síðani,
varð Porkeri aftur rakt av eini stórari
vanlukku, tá ið Búgvin gekk burtur
og átta porkeningar fórust.
Fleiri aðrir bátar vóru við at farast
tann dagin. Tað var greytasvart í
mjørka, aldan var stór og nógv brim
var við landi. Rákið mundi vera
øðrvísi, enn menn roknaðu við, tí
fleiri komu skeivir, tá ið teir komu
at landi aftur.
Tá ið fleiri bátar vórðu saknaðir,
varð farið at leita, og tá funnu teir
nærindis Sumba afturdekkið av ein
um deksbáti rekandi, og teir kendu,
at hetta var Búgvin. Tískil var
eingin ivi um, at hann var farin á
land har á leiðini. Hetta vóru ring
boð at koma aftur til lands við.
Teir ið fórust við Búgvanum
vóru:
Petur A Jensen, í Hólum 44 ár,
bátsformaður ógiftur
Michael Mortensen 31 ár, giftur
Peter E Djurhuus 21 ár, ógiftur
Michael Djurhuus 19 ár, ógiftur
Johan E.M. Müller 26 ár, giftur
Daniel Jacob Müller 32 ár,
ógiftur
Poul O.M. Müller 25 ár, ógiftur
Kärleiv Petersen 15 ár, ógiftur
Líkið av bátsformanninum Petur
Jensen rak á land í Sumba, og tað
sást at urið hjá honum var steðgað
um kl. 8.
Martina átti 20 nøvn
á minnisvarðanum
Hetta var ein ræðuligur vanlukku
dagur, og sum tað so ofta var í
Føroyum, vóru tað einstakar ættir
sum aftur vóru raktar.
Petur Jensen var nevniliga
mammubeiggi allar hinar uttan
Kärleiv, sum var úr grannahúsinum,
har fleiri av hinum høvdu havt
sína dagligu gongd.
Hilmar Bech skrivaði eina grein
í samband við, at 50 ár vóru liðin
síðani
Búgvin
fórst.
Hann
skrivaði, at Mikkalina í Hólinum,
sum tá var 83 ár, misti her sín
seinasta son, og seks ommusynir.
Mannin Mikkjal og tveir synir
misti hon, tá ið Heygabáturin
gekk burtur í 1904, og tá misti
hon eisini tveir brøður og ein
bróðurson. Tá ið Norðstjørnan
gekk burtur í 1910 doyði maður
til eina av døtrum hennara, Johan
Mortensen, pápi at Michael, sum
nú fórst. Johan var ein av teimum
fimm brøðrunum sum fórust við
Norðstjørnuni.
Tað verður sagt í Porkeri, at
Mikkalina var næstrafólk at 20 av
teimum, sum eru á minnisvarðan
um í Porkeri. Men hon uggaði seg
við, at hon hevði tó eina grøv at
vitja, og hetta var tann hjá sonin
um Petur.
Teir tríggir, sum høvdu Müller til
eftirnavn, vóru brøður. Teir vóru
synir Olevinu, dóttir Mikkalinu, og
Jóan Petur Müller, sum var beiggi
tann umrødda Sámal Müller, sum
doyði við Norðstjørnuni, og hvørs
sonur fór við Immanuel. Ein fjórði
beiggi, Sámal, uppkallaður eftir
pápabeiggjanum, sum fórst við
Norðstjørnini, skuldi eisini verið
við. Men júst hendan dagin var
hann sjúkur og settist aftur.
Aðrar vanlukkur
Porkeri er rakt av øðrum van
lukkum á sjónum. Í 1914 fórst
Robert Miller. Skipari var tann
bert 22 ára gamli John Danielsen,
beiggi Danbjørg, kendi løgtings
maðurin. Hin porkeningurin var
Petur Hans Djurhuus, sum bert var
15 ára gamal. Manningin var 11,
og teir flestu vóru úr Sumba. Petur
Hans hevur enn ein beiggja á lívi.
Tað er 101 ára gamli Andreas
Djurhuus, Diurin kallaður.
Tann 14. februar 1944 hvørvur
báturin Louisa úr Porkeri við 4
monnum. Her var tað á sama hátt
við familjuskapi. Tveir av teimum
vóru
beiggjar,
synir
Johan,
beiggja Dias á Heyggi, og hinir
tveir vóru faðir og sonur.
Longu tann 22. juli 1952 hendir
enn ein syrgilig vanlukka, hesa
ferð við einum torvbáti. Teir ið
doyðu vóru: Poli Poulsen, 39 ár,
giftur og átti fýra børn. Jens Leo
doyði frá trimum børnum. Afturat
teimum vóru við tveir 17 og 15
ára gamlir dreingir, Jón Poulsen
og Herman Dam.
Minningarhald
leygardagin
Leygardagin 13. marts klokkan
17.00 verður minningarhald i
Porkeris Kirkju við Jónsvein Bech
presti fyri teir, sum fórust við
Norðstjørnuni. Aftaná minningar
haldið í kirkjuni bjóða tey avvarð
andi til teir, sum fórust við Norð
stjørnuni, ein kaffimun í missións
húsinum í Porkeri.
Minningarhald í Porkeri:
100 ár síðan Norðstjørnan gekk burtur
Allir hesir beiggjarnir uttan Petur Hans fórust við Norðstjørnuni í 1910
Bert við Búgvanum misti Mikkalina
Jensen, í Hólinum, sín seinasta son
og seks ommusynir
nøvn