Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 50 · 12. mars 2010 18 VIKUSKIFTI Til arbeiðis Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Alt sítt lív hevur Hildur Arge selt giftiringar, forlovilsisringar og aðrar prýðis lutir í familjufyritøkuni Niels L. Arge. Síðan 1995 hevur hon verið í føstum starvi í familjufyritøkuni, sum hon í 2004 gjørdist eigari av. Seinastu fimtan árini, er tó ongantíð kom ið fyri, at fólk eru komin aftur við ring unum, um okkurt er kiksað upp til brúd leypið ella at fólk eru skyld. – Giftiringar skulu helst vara fyri lív ið, og hóast onkuntíð ikki gongur heilt sum tað skal, so er tað ongantíð kom ið fyri, at fólk er komin inn at biðja um pengarnar aftur fyri ein ring vit hava selt, sigur Hildur Arge. Men hóast fólk ongantíð lata ring­ ar nar innaftur, so eru mannfólk, sum gar d era seg, áðrenn teir seta avgerandi spurningin: Um konan vil giftast við sær. – Hinvegin kemur meira enn so fyri, at menn koma inn til okkum og lána ein ring, sum vit pakka fitt inn, og so koma teir sum oftast saman við konuni aftur at bestilla giftiringar, greiðir Hildur Arge frá. Kann gita árið Sum við øllum øðrum, so er eisini móti fyri, hvørjir ringar eru populerir. Fyri nógvum árum síðan var tað bara kvali tet urin í ringinum, sum hevði nakað at siga, men í 80unum skuldu ringar brád liga vera so breiðir sum gjørligt, og í 90unum skuldu teir vera so einfaldir sum gjørligt og soleiðis heldur fram. – Eg klári kanska ikki at gita árstali, men í nógvum førum klári eg at síggja á ringunum nøkulunda, hvussu langt síð an ringurin er keyptur og hvussu leingi fólk hava verið gift, fortelur Hil dur Arge. Hon greiðir tó eisini frá, at fólk ikki altíð fylgja trendinum, og tí kann mann ikki siga soleiðis í hvørjum einasta føri, men tey flestu fylgja tendensinum. Gimsteinar eru inn Í frá einfaldu 90unum, tá ringarnir vóru einfaldir, er tað broytt til, at nú eru gimsteinar næstan altíð í ringunum hjá kvinnunum, meðan menninir tó ikki hava tílíkar. – Tað kann vera við einum ella fleiri brill iantum. Og fólk fylgja veruliga við móta num, tá tað kemur til ringar, sigur Hildur Arge. Teir flestu ringarnir, sum verða seldir kosta millum 3000 og 6000 krónur, og tá tað kemur til at velja sjálvan ringin inn an fyri hesar rammur, so hevur tað eisini nakað at siga, hvussu hann riggar á fingrinum. – Tá er tað sum oftast konan, sum ger av, hvør ringur tað skal vera, flennir hon. Kann taka dagar Hóast tað sum oftast er konan, sum eig ur endaligu avgerðina, hvør ringur verð ur keyptur, so koma tær ongantíð einsa mall ar at velja ringar. – Tað eru altíð pør, sum koma saman at keypa giftiringar, og tað tekur eina løtu at velja rætta ringin, sum jú helst skal vera á fingrinum restina av lívi­ num. – Summi koma inn og vita longu júst hvønn ring tey vilja hava. Men tey flestu skulu hugsa seg um. Tí má mann geva teimum góða tíð til, og nógv hava gjørt av, hvat tey vilja hava, eftir einum hálvum tíma ella so, men tað er heldur onki óvanligt í, at fólk vilja hava faldara heim við, og koma so aftur aftaná nakrar dagar, greiðir Hildur Arge frá. Verða gjørdir uttanlands Hóast ringarnir tað er Niels L. Arge, sum selur ringarnar, so merkir tað ikki, at ringarnir verða gjørdir í Føroyum. – Vit bestilla teir úr Hollandi og úr Danmark. Tað verður mát tikið av kundanum, sum síðan fár ein ring gjørd an serliga til sín. Tá teir so koma heim, so gravera vit í teir, og gera teir endaliga klárar til kunda, fortelur eigarin og stjórin. Nú er spakuliga byrjað at vára, nú byrj ar ein árstíð fyri ringar aftur, og tá verða gifti og forlovilsisringar seldir fleiri ferðir um vikuna. – Fólk verða ofta gift um várið, summ arið, um heystfjøllini og um jól­ tíð ir, so nú byrjar tað aftur, sigur Hildur Arge, sum ongantíð hevur upplivað, at fólk hava viljað latið ringar innaftur, hóast giftarmálið sjálvt ikki hevur hepnast. Hóast onki óvanligt er í, at fólk skilJast, so er tað sambært Hildur arge, stjóra og eigara á niels l. arge, ongantíð komið fyri, at fólk Hava latið ringarnar innaftur. – Hinvegin kemur tað ofta fyri, at menn lána ein ring at fríggja til komandi konuni við, sigur Hon RIngaR verða ongantíð latnir innaftur mynd: jens kristian vang til aRbeIðIs Arbeiðspláss: Niels L. Arge Starv: Stjóri Besta við starvi: At kunna geva kundanum tað, sum hann vil hava og at møta nógvum fólki Ringasta við starvi: Onki Størsti dreymur við starvi: Um olja kemur til Føroya, so hevði tað verið lekkurt at selja dýrar og flottar smýkkur Størsta frambrot: Tá handilin bleiv nútímansgjørdur í 2001 og í 2009 Lívsstarv: Ja Starvstíð: Í 15 ár umframt nógv leyst Starvsfólk: 8 Sett á stovn: 1932 Staður: Kongabrúgvin 1 í Havn Stjóri: Hildur Arge fakta hildur arge Seinastu 15 árini hevur Hildur Arge millum annað selt ringar niðri á Kongabrúnni. Stóri dreymurin er, at føroyingar gerast skítfullir í pengum og kunnu keypa svakliga dýr prýði