Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 50 · 12. mars 2010 23 VIKUSKIFTI lítil. Eisini hóast Reagan við hesum framdi eitt verbalt álop á mest ítøkiliga súmbolið fyri skiln aðin millum eystur og vestur. Sæð í bakspeglinum var orsøkin helst, at Brezjnev-doktrinin longu var deyða dømd seks ár undan hesum, og Gorbatjov var helst heldur ikki meira enn passaliga imponeraður av ameri kanska starvsfelaga sínum. Tí hann var longu sannførdur um, at múrurin mátti falla. Sjálvur hevði Gorbatjov frá byrjan sagt, at hini kommunistisku londini mátti klára seg sjálvi. Og at Russland ikki fór at nýta hernaðarmegi fyri at halda fast um valdið á eystur blokkinum. Skjótt gjørdi hann av taka russisku herdeildirnar úr Afghanistan, og hóast flestu serfrøðingar vóru samdir um, at Sovjetsamveldið ongan tíð fór at sleppa tamarhaldinum á eystur blokkinum, so var tað júst hetta, sum Gorbatjov gjørdi. »Tú kanska altíð við nýtslu av kúgan, tvang og knúskan halda fast um valdið. Men bara í eitt av markað tíðarskeið«, skrivaði hann í Perostrojka í 1987. Og bert eitt ár seinni skelkaði hann ST-aðalfundin, tá hann staðfesti, at Sovjetsamveldið ein særis tók avgerð um at skerja sítt íkast til Warszahvapaktina við eini hálvari millión hermonnum. »Valdsnýtsla og hóttan um tað sama kann ikki og skal ikki vera eitt amboð í uttan ríkispolitikkinum. Frælsi at velja er eitt altumfatandi prinsipp, og eingi undantøk eiga at vera«, ljóðaði tað millum annað í røðuni, sum gjørdi tað púr asta greitt, at kalda kríggið var end- anum nær. Fagnaði misskiljingini Tá Bush tók við sum forseti eftir Reagan í 1989, var vandi fyri, at støðan kundi gerast spentari. Gorbatjov hevði als ikki sama álit á Bush-stjórnini, sum hann hevði havt mótvegis Reagan, men tær sjokkbylgjur, ið longu vóru sendar, høvdu ríkiligt av megi. Stóri trupulleikin var kanska at hava tamarhald á tí, sum nú hendi, men hesum visti Gorbatjov av. Vón hans- ara var tó, at búskaparliga broyt ingin í eysturblokkinum hendi skjót ari enn tann tjóðskaparliga, men her fór hann skeivur. At størsta einstaka broytingin so kom av eini misskiljing, er nakað annað. Honnecker-stjórnin í Eysturtýsk- landi var kanska tann, ið var mest ímóti nakrari broyting yvirhøvur, men teir vórðu yvirhálaðir. Í Ungarn gav Nemeth-forseti boð um at taka niður hegnið, ið helt fólkinum frá at flýggja til Eysturríki. Tað viðførdi hópflýggjair úr Eysturtýsklandi um vegis Ungarn, men tá Honnecker kærdi sína neyð til Gorbatjov, segði hesin, at tað fekk hann einki gjørt við. Í Póllandi vann Solidaritet stórsigur á valinum, og sjálvur læt Gorbatjov demokratiskt val halda í Moskva. Og tá Eysturtýskland hátíðarhelt 40-ára stovningardag sín, mátti Honnecker, sum undir ikki serliga sannførandi valuppteljing fekk 98,5% av atkvøðunum til forsetavalið, eyðmjúkur ásanna, at alt fólkið heiðraði heiðursgestinum – Michael Gorbatjov. Gorbatjov royndi at siga Honnecker, at broytingar vóru neyðugar, men Honnecker lætst ikki um vón. Misskiljingin kom, tá ein av partí- ovastunum, Günter Schabowski, helt tíðindafund í sjónvarpinum. Her segði hann, at eysturtýskarar høvdu frítt at fara vesturum. Men tá tíðindamaðurin spurdi, um hetta merkti, at Berlin-múr- urin var opin, segði Schabowski okkurt óskiljandi í mikrofonina. Úrslitið varð, at túsundtals Berlin- búgvar trokaðust móti múrunum. Vaktirnir vistu ikki, hvat var sagt, og brádliga gjørdi ein teirra av at lata upp. Bert fáir tímar gingu, áðrenn týskarar báðumegin múrin byrjaðu at bróta pettir burturav, og árla á morgni komu boð úr Moskva. Gorbatjov hevði sovið, meðan stórhendingin fór fram, men komin á føtur gjørdi hann skjótt av. Telegramm varð sent til Eysturtýskland við orð- unum. »Tit hava valt røttu av gerð- ina«. Tordi at gera einki Nógv stórmenni í søguni vunnið sín heiður fyri tað, sum teir ikki framdu. Michael Gorbatjov vann sín heiður fyri tað, sum hann ikki framdi. Hann gjørdi einki, tá Ungarn tók hegnið. Hann gjørdi einki, tá Walesa sigraði í Póllandi. Hann gjørdi einki, tá Berlinmúrurin fall, og hann gjørdi einki, tá Ceasescu varð fang aður og skotin í Rumenia. Kritikkarar hansara føra fram, at hann gjørdi heldur einki við russiska búskapin, sum ikki megnaði at fylgja við tjóðskaparligu menningini, men fyri Gorbatjov var hetta kostnaðurin av orðunum, sum hann segði við konu sína, dagin fyri hann tók valdið. Hann mátti ásanna, at hermegir ta einu ferðina royndu at seta hann frá, og hóast bjaringarmaður hansara ta ferð- ina, Boris Jeltsin, var bæði alkoholikari og óálítandi, so setti Michael Gorbatjov seg heldur ikki ímóti úrslitinum, tá Jeltsin vann demokratiska valið í Russ- landi fyri síðani at lýsa sáttmálan um eitt samlað Sovjetsamveldið úr gildi. Hann var tó í øðini um, at Jeltsin hevði framt hetta seinasta mest sum í loyndum. Men jóladag í 1991 ynskti hann Jelstin gleðilig jól, áðrenn hann handaði honum koturnar til kjarn- orku vápnini og skrivaði undir papp- írið, sum staðfesti avtøkuna av Sov jet- samveldinum. »Vit hava endað kalda kríggið, vápna dubbingini og svakligu mili tari- seringini, sum hevur kryplað búskap okk ara, snarað tankum okkara og undir grivið moral okkara. Hóttanin um ein triðja heimsbardaga er ikki til meira«, segði han, áðrenn skrivað varð undir. Í mun til aðrar leiðarar, so var størsta succés’in hjá Gorbatjov, at hann misti vald sítt. Hann misti valdið, tí hann til tað seinasta noktaði at nýta hótt anir ella harðskap fyri at halda fast um valdið. Hann noktaði at nýta ræðslu fram um kærleika. Hann misti sín demokratiska rætt, tí hann helt fast um næstrakærleika og rættin hjá øll- um til frælsi og frið. Løgrøðingurin úr Privolnoje virdi mannarættindi fram um alt. Og av mongum verður hann tí mettur sum mest virðiliga mót tak arin av friðarheiðursløn Nobels í manna- søguni. Kalda KríggIð 20 ár eru liðin, síðani jarntjaldið fall, og kalda kríggið var av. Eitt kríggj, sum ongan tíð brast á, men sum tók sína byrjan við fyrstu kjarn orku­ bumbunum, og sum eftir Cuba­kreppuna fyri tað nógva helt heimin á pínubeinkinum í einum til tíðir heilt ítøkiligum ótta fyri einum alt­ oyðileggjandi kjarnorkukríggi. Í heimlandinum verður Michael Gorbatjov ofta mettur sum veiki leiðarin, ið misti valdið á bæði eysturblokkinum og russiska búskapinum. Í heimshøpi verður hann fataður sum ein av størstu pacifistunum í heimssøguni og maðurin, sum tordi at lata jarntjaldið falla. Her heilsar hann Erich Honnecker á 40-ára degnum hjá Eysturtýsklandi. Eitt hátíðarhald, sum vísti seg at gerast ein háðan av Honnecker og ein lovprísan av Gorbatjov mynd: Polfoto/AP