Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 50 - 12. mars 2010 Hermenn ákærdir Myndugleikarnir í Ísrael hava gjørt av at reisa hernaðarliga sak ímóti tveimum hermonnum í sambandi við kríggið í Gaza í fjør. Teir báðir hermenninir eru ákærdir fyri grovt embætisbrot, tí teir noyddu ein níggju ára gamlan palestinskan drong at leita eftir vandamiklum spreingiløðingum. Enn er ikki ásett, nær rættarmálið byrjar. Ísraelski mannarættindafelagsskapurin B’Tselem fegnast um, at hermenninir eru ákærdir, men sigur, at tað er neyðugt at kanna alla krígsførsluna í Gaza í fjør. Tjóvur skal útflýggjast Ein svii, sum er undir illgruna fyri at hava verið við, tá skeltið uppi yvir inngongdini til ta gomlu týningarleguna Auschwitz bleiv stolið fyrr í vetur, skal nú sendast til Póllands. Maðurin hevur sitið í varðhaldi í Svøríki tær seinastu vikurnar, og nú hevur býarrætturin í Stockholm gjørt av, at hann skal flýggjast myndugleikunum í Póllandi, so hann kann koma fyri rættin har. Tað kenda Auschwitz- skeltið hvarv í desember, men varð funnið aftur tveir dagar seinni í einum skógi har norðuri í Póllandi. Í gjárkvøldið var finalan í firmakappingini hjá Rás2, har Import. fo og Poul Hansen dystaðust um eina ferð fyri Norrønu fyri 20 starvsfólk, og vinnarin gjørdist Poul Hansen. Firmakapping Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Longu aftaná átta av teim- um ellivu umførunum gjørd- ist tað greitt, at Poul Hansen fóru at vinna kappingina. Hóast bæði liðini framm- anundan hava staðið seg væl í undanumførunum, so var í kvøld lítil ivi um, at liðið hjá Poul Hansen hevði munin og fór at vinna kapp- ingina. Endaúrslitið gjørdist 14– 10 til Poul Hansen, og sostatt er greitt, at 20 starvs- fólk hjá Poul Hansen fara ein túr við Norrønu, tá teimum lystir. Henny á Líknargøtu, marknaðarleiðari hjá Smyril Line handaði liðskiparanum hjá Poul Hansen vinningin. Poul Hansen vann firmakappingina Vinnandi liðið í Firmakappingini hjá Rás2 – Poul Hansen heilsølan Á Torginum í SMS ber í hesum døgum til at fáa íblástur til stóra dagin Alla vikuna hevur SMS verið pyntað sum til brúd- leyp. Handlar og onnur vísa fram nýggjan móta, tá ið tað kemur til brúdleyp, og fólk, sum kanska hava stóra dagin fyri framman, hava fingið íblástur til brúdleypið. Í dag klokkan fýra fer Jens Marni Hansen at spæla live á Torginum í SMS, og leygardagin klokkan hálvg- um tvey spælir Kim Han- sen. Brúdleypsdagar seta dám á SMS hetta vikuskiftið Mynd: Jens Kr. Vang Brúdleypsdagar í SMS Kári Árting heldur røðu Sunnudagin klokkan trý verður Grækarismessuhald í Havn. Skótalið Sigmunds Brestissonar skipar fyri. Allir skótar, úlvar, og títtlingar í Havn og á Argjum fara at ganga skrúgongu og Havnar Hornorkestur spælir. Klokk- an 14.45 fer skrúðgongan úr Vágsbotni. Gingið verður eftir Bøgøtu, síðani eftir Tróndargøtu, Niels Finsensgøtu oman á Vaglið. Sjálvt Grækarismessuhaldið verður á Vaglinum í Havn klokkan 15. Í ár verður tað Kári Àrting sum hevur verðið Fylkisstjóri í SSB og nú stjóri í Rit & Rák, fer at halda grækarismessurøðuna í ár. Telefelagið er til reiðar við enskum samleika og nýggjum haldi, har eisini donsk telefonnummur eru partur av haldinum TeleFelag Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vodafone í Føroyum skal frameftir kennast undir samleikanum “Power to you”. Higartil hevur hetta verið týtt til føroyskt – løtan er tín – men Vodafone, sum er heimsumfatandi fyritøka, hevur tikið avgerð um, at øll í heiminum skulu hava felags samleika. - Hetta hevur hevur við sær, at tað gerst lættari at skapa synergi í altjóða fyri- tøkuni, sigur Vodafone í Føroyum. Saman við nýggja sam- leikanum hevur Vodafone kunngjørt nýtt hald, tey kalla Vodafone 500. Haldið gevur serligar møguleikar ringja og senda boð ókeypis í ávísan mun. Og hetta kann sum nakað nýtt brúkast til danskar heimatelefonir. - Nýhugsan og tøkni letur upp fyri stórum møguleik- um, og at verða partur av einari altjóða fyritøku sum Vodafone, ið arbeiðir lokalt til gagns fyri tann lokala marknaðin, gevur sera stórar fyrimunir til føroyska fólkið, sigur Vodafone. Vodafone nýggjan samleika Vodafone skal nú marknaðarførast undir enskum slogani