fríggjadagur 12. mars 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 50 · 12. mars 2010
24
VIKUSKIFTI
DIAMANTBRÚDLEYP
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
60 ár í einum hjúnarbandi er ikki nakað
stutt tíðarskeið, og tað er eisini teimum
fægstu unt at liva so leingi saman, antin
tað so er sjálvgjørt ella avgjørt av einari
hægri makt.
Rákið hevur í longri tíð verið so, at
hjúnar bondini vara styttri og styttri.
Mað ur og kona hanga ikki longru sam
an »av gomlum vana«, og tað er bert í
fáum førum, at børnini eru ein or søk til,
at fólk leggja eyka orku í at fáa hjún ar
bandið at virka.
Eisini vindur tað meiri og meiri
upp á seg, at fólk liva sítt lív saman
utt an giftarmál og úrslitið er, at tað er
alt meiri sjálsamt, at fólk uppliva krún
diamant, diamant, gull ella enntá
silvur brúdleyp saman.
Men nøkur finnast, sum taka sítt ja
orð framman fyri altarinum í størsta
álvara og liva saman, »til deyðin ger
skil nað teirra millum«.
Og næstseinasta vikuskifti há tíð ar
hildu Heinina og Sigurd Gaard Hansen
so diamantbrúdleyp. Men hóast tey
hava livað eitt gott lív saman, so hava
brúd leypsdagarnir ikki altíð verið teir
bestu.
Tá vit giftust 26. februar 1950,
hevði hann ligið við metrar tjúkkum
kava, og bloti var byrjaður at koma í.
Ikki var hugsingur um at koyra bil, so
hó ast bilur var í húsinum, so máttu vit
til gongu. Heinina, full upp undir hend
ur, mátti í gummistyvlar, og so avstað,
sig ur Sigurd Hansen um hetta teirra
fyrsta brúdleyp.
Ja, har var einki at gera, leggur
Hein ina aftrat, tað var jú stór skomm
at føða barn uttan at vera gift, so tað
máttu vit fáa frá hondini fyrst.
Tríggjar vikur seinni var Óli Jákup,
fyrsta barnið, føddur.
Hittust í Tórshøll
Heinina og Sigurd gloyma ongantíð
fyrs tu ferð tey hittust.
Tað var grind í Havn, og sjálvandi
var grindadansur í Sjónleikarhúsinum.
Tveir tilkomnir nólsoyingar høvdu ver
ið í grind og skuldu sjálvandi eisini við
í grindadansin, og við til Havnar slapp
Heinina, 14 ára gomul, saman við einari
vinkonu síni. Á veg niðan í Sjón leik ar
húsið vóru báðar genturnar sleptar inn
í Tórshøll, sum tá helt til har Thomas
Dam hevur handil í Tórsgøtu við síðuna
av gamla Sam Olsen.
Eg legði beinanvegin merki til
vøkru ungu gentuna, og dansaði av
makt við henni, sjálvt um rift var um
hana frá hinum dreingjunum, minnist
Sigurd Hansen.
Meðan hesi bæði ungu so dansa,
stan da tveir eftir Sigurd’sa tykki stórir
eldri menn inni í Tórshøll og vinka tær
báð ar ungu geturnar við sær.
Sigurd bygdi sær upp mót til at fylgja
ungu Heininu oman á Kongabrúnna,
har hon skuldi í bátin til Nólsoyar aftur,
men við teimum báðum gomlu gang
an di aftanfyri, gjørdist tað ikki til tey
stóru diddubrøgdini.
Eg ætlaði einaferð at taka undir
arm in á henni, men tordi ikki fyri teim
um gomlu aftanfyri, greiðir Sigurd frá.
Og Heinina leggur upp í.
Tað var ótrúliga undarligt. Her
gekk hesin unglingin og fylgdist við
okk um allan vegin úr Tórshøll oman á
Kongabrúnna, men ongantíð kom eitt
einasta orð burtur úr honum. Tað hava
vit ofta flent eftir síðani, sigur dia mant
brúð urin.
Hvønn ein mikudag...
Hetta var í 1945, og seinni, tá Heinina
var fermd, fór hon til Havnar í húspláss.
Hon starvaðist fyrst hjá HustedAnder
sen og fór síðani at tæna hjá Niels Jo
han ne sen, heilsølumanni, ið hevði
bústað, har sum perkeringsplássið nú
er millum gamla sølustaðið hjá Frants
Restorffs var og City.
Lagnan vildi, at Sigurd Hansen
starv aðist á goymsluni hjá sama heil
sølu man ni, og har hittist parið úr Tórs
høll so aftur.
Ja, vit hava hildið saman líka síða
ni. Og eg minnist, hvussu stuttligt tað
var at fara upp um morgnarnar til dag
sins dont, tí eg gleddi meg altíð til um
kvøldarnar, tá vit høvdu okkara stevnu
møtir. Og fast var, at hvørt mikukvøld
fóru vit í dans í Tórshøll; tá var dansur
har hvørt mikukvøld, sigur Heinina
Han sen.
Annars spákaðu tey bara runt í býn
um, onkuntíð fóru tey í biograf, onkra
aðra tíð fóru tey á restaurant.
Tað var nakað heilt annað enn í
dag. Tá gleddu vit okkum til at vera
sam an, í dag eru tey ungu saman alla
tíð ina, sigur Heinina.
Seinast í 40árunum vóru viður skift
ini soleiðis, at ungar gentur av bygd
fóru til havnar at tæna sum húshjálp,
með an ungu dreingirnir fóru til skips.
Eg minnist bert tvey ung á mínum
aldri, sum fóru til Havnar at lesa. Onnur
var dóttir til eini bóndahjún, sum hartil
eisini høvdu handil, og hin var sonur
lærar ans, sigur Heinina Hansen.
Ikki bert gaman
Eftir at Heinina og Sigurd vórðu gift og
stutt eftir fingu sítt fyrsta barn, gjørdu
tey skjótt av.
Heinina átti fýra dreingir eftir fýra
árum, og hon var bert 22, tá hon átti tan
fjórða. So gingu trý ár, inntil »eftir nøl ar
in«, ein dóttir kom, sigur Sigurd Han sen.
Sjálvur arbeiddi hann hjá Nielsn Jo
han ne sen heilsølu í fýra ár, men gavst so
og fór at arbeiða hjá kommununi.
Pápi mín var arbeiðsformaður, so
tað lá væl fyri. Eg var millum annað við
at gera vegir og tvær brýr hvørtur um
Havnará úti í Marknagili, sigur Sigurd
Han sen.
Seinni fór hann at læra til snikkara,
men tað var ein stutt karriera, tí skjótt
keypti meistarin ein lastbil, og so end aði
Sigurd sum latsbilførari.
Tað leiddist mær tó við sum fráleið,
og eg gavst. Síðani fór eg at koyra taxa, og
tað gjørdi eg heilt frá 1950 fram til 1963,
sigur Sigurd Hansen.
Eftir hetta arbeiddi hann millum
ann að sum múrari og var eitt nú við til
at byggja studentarskúlan í Hoydølum.
Men so ein dagin, tá hann skuldi seta
ein lista upp í køkinum, gleið hann á
køks borðinum, og armurin fall á nakrar
kopp ar við tí úrsliti, at ein spong varð
skor in av.
Einki er tó so ringt, at tað er ikki gott
fyri okkurt, og hetta óhappið førdi við
sær, at hann kom á skrivstovuna hjá
Lønjavningargrunninum, har hann var i
samfull 24 ár, til hann fór frá við pen sjón .
Hetta óhappið við arminum var tó
ikki einasta bakkastið, hjúnini Hansen
kendu. Í 1975 mistu tey næstelsta sonin,
bert 23 ára gamlan.
Besta stað á jørð
Heinina var hinvegin heimagangandi í
fleiri ár, men so byrjaði hon hjá Poul Res
torff, har hon var í eitt ár, og síðani fór
hon í Smæruna at arbeiða, eisini í eitt ár.
Í 1968 byrjaði eg so á kondittarínum,
og har var eg heilt ril kondittaríið lat aftur
1. apríl 2002, sigur Heinina Han sen.
Tey bæði yvirtøoku barnaheimið hjá
Sig urd í 1974, og búleikaðust har heilt fram
til pensjónsaldurin.
Okkum hava altíð dámað sera væl í
Nól s oy. Eg eri jú fødd og uppvaksin her,
men eisini Sigurd hevur altíð trivist fram
úr væl her úti. Tí var tað sum so ongan tíð
nak ar ivi í okkara sinni, at vit skul du út
her at njóta okkara otinum, sigur Heinina
Hansen.
Og væl dáma teimum. Sigurd hugnar
sær í skúrðinum hjá Tóru, ein 38 fót út
róðr ar bátur, sum systirsynir Hein inu eiga,
og hann rekur mangan stamp in um gjøg
n um vikuna.
Heinina er meira til dagtilhaldið í
Nól s oy, sum hevur opið tríggjar ferð
ir um vikuna, men hon tekst eisi n i við
hond arbeiði í sambandi við heima virkið
í bygdini.
Vit kunnu ikki siga, at okkar brúd
leyps dagar hava verið so sera hepnir.
Brúd leypið stóð í metrar høgum kava og
gummistyvlum, og bæði til silvur og til
gullbrúdleypið hevði eg høgan fep ur, og
var bert eitt eiti av mær sjálv um, sigur
Heinina Hansen.
Diamantbrúdleypið var heldur frægari.
Ja, tá hendi einki annað sjálvt brúd
leyps kvøldið, enn at kjólin skrædnaði.
Dag in eftir legðist eg tó sjúk og lá inni
eina heila viku, sigur Heinina Hansen.
Men hava brúdleypsdagarnir ikki verið
teir hepnastu, og eru tey bæði sera glað
fyri at njóta sítt otium í Nólsoy.
Hetta er besta stað á jørð, eru tey bæði
samd um.
ÓheppIn
brúdleyp
– praktfult
otium
NæstseiNasta vikuskifti kuNdu Heinina og Sigurd gaard
HanSen hátíðarhalda diamantbrúdLeyP. MeN hóast
brúdLeyPSdagarnir ikki hava verið teir allar hepNastu,
gleðast tey uM eitt otiuM á besta staðNuM á jørð