Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 51 - 15. mars 2010 Seinnapartin av síðstu viku var amerikanski sendiharrin, Laurie Susan Fulton, á vitjan í Føroyum, har hon hitti løgmann og landstýrismenn. Fulton hevur danskar anir og hevði áðrenn vitjanina her sett seg inn í føroysk viðurskifti. Kortini var hon ovfarin av vøkru náttúruni og stóra gestablídninum SENDIHARRI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Amerikanski sendiharrin í Danmark, Laurie Susan Fulton, er partvís av don­ skum uppruna, og tað taldi við, tá hon skuldi gera av, um hon tók av tilboðnum at gerast amerikanskur sendi­ harri í Danmark. ­ Jú, eg havi familju í Danmark, sum eg kenni, og tað var sjálvandi við í tankunum, tá eg skuldi gera av, um eg vildi verða ameri­ kanskur sendiharri í Dan­ mark, sigur Laurie Fulton. Móðir hennara, Norma Klinkel, var politiskt aktiv og varð vald í umboðsráðið í heimstatinum South Da­ kota sum fyrsta kvinnan. ­ Vit siga altíð, at politisku genini komu tvørtur um Atlantshavið við abba mínum. Langabbi mín, Mads Jensen­Aale, sat í Fólkatinginum í 22 ár, frá 1918 til 1940, sigur Laurie Fulton. Sjálv hevur hon ongantíð latið seg stilla upp til nakað politiskt starv, sum fyrr­ verandi maður hennara, Thomas Daschle, stillaði upp og varð valdur í kon­ gressina, og tá var Laurie Fulton ein av ídnu hjálpar­ fólkunum. Hon var eisini eitt av hjálparfólkunum hjá George McGovern tá hann var uppstillaður til Senatið í 1968, og tá hann stillaði upp til forseta í 1972. Men hóast hon ikki sjálv hevur verið uppstillað til nakran politiskan sess, hevur hon kortini sitið í fleiri nevndum hjá stjórnini. Eitt nú sat hojn í fýra ár í United States Institute of Peace, Board of Directors, frá januar 2004 til oktober 2008 eins og hon sat í Committee on Environment and Public Works, United States Senate, frá 1987 til 1989. Í starvi sínum sum advokatur hevur hon eisini sitið í fleiri nevndum, og var í 2004 kosin ein av »Wash­ ington’s Top Lawyers« av Washingtonian magazine. Móðir stóra ávirkan Sum nevnt var móðir Laurie Fulton, Norma Klinkel, politiskt aktiv. Hon var vald sum fyrsta kvinna í South Dakota Public Utilities Commiss­ ion, og sat har frá 1975 til 1981. Eisini sat hon sum næstformaður í South Dakota Democratic Party í tvey ár, frá 1966­1967. ­ Hon var fyrsta kvinna yvirhøvur, sum hevur sitið í eini Public Utilities Commission í USA, so hon var sanniliga ein slóðbrótari innan kvinnur í politikki. Og fyri meg hevur hon altíð verið ein íblástur, ikki bert í politikki, men eisini í samfelagslívi, har hon tók stóran lut, sigur Laurie Fulton. Fyri hana merkti mamman, at hon tók tað sum givið, at taka lut í felagslívinum í sam­ felagnum. Men kvinnur yvirhøvur traðka alt meira fram á politiska pallinum. Vit kunnu nevna Madelaine Albright, Condoleeza Rice og nú Hillary Clinton, og tað er nakað, ið líkar ameri­ kanska sendiharranum í Danmark væl. ­ Eg haldi, tað er fantast­ iskt, at fleiri og fleiri kvinn­ ur nú stíga fram í politikki, ikki bert í USA og Danmark, men í stórum pørtum av vesturheiminum. Og í India varð ein lóg samtykt fyri nøkrum døgum síðani sum áleggur, at í minsta lagi ein triðingum av sessunum í tinginum skal vera kvinnur, sigur Laurie Fulton. Hon vísir á, at helmingurin av heimsins íbúgvum eru kvinnur, og hon heldur, at fleiri kvinnur í politikki fer at gera heimin til eitt betri og tryggari stað at liva í. Obama og Kennedy Laurie Fulton ivast ikki í, at vit innan alt ov langa tíð fara at síggja ein kvinnu­ ligan forseta í USA. Og tað eru eisini tey, ið halda, at um Hillary Clinton hevði vunnið á Obama í undan­ valinum hjá demokratunum, hevði hon blivið fyrsti kvinnuligi amerikanski forsetin. ­ Eg ivist ikki í, at vit skjótt fara at fáa ein kvinnuligan forseta. Vit sóu, at hóast Clinton ikki vann demokratiska undan­ valið, vísti hon, at hon saktans var før fyri at leiða eitt valstríð, og fyri mær hevur hon greitt og týðiliga svara spurninginum: Ja, ein kvinna kann saktans gerast forseti í USA, sigur Laurie Fulton. Men hóast Hillary Clinton ikki gjørdist forseta­ valevni, gjørdist valið í 2008 søguligt. ­ So avgjørt. Hetta var eitt slóðbrótandi val, tí vit høvdu eina kvinnu og ein littan amerikanara at kapp­ ast um forsetaevnið, og sum vit jú vita fingu vit fyrsta litta forsetan nakrantíð. Og valið var eisini slóðbrótandi á tann hátt, at luttøku­ prosentið var rættiliga høgt eftir amerikanskum stand­ ard, sigur Laurie Fulton. Mong hava hug at sam­ meta Obama við Kennedy, og meðan tey fyrst í 60­ unum tosaðu um New Frontier, tosa mong í dag um New Beginning. Laurie Fulton er fødd 2. juli 1949, og var tískil sera ung, tá Kennedy var forseti. ­ Mær dámdi hann væl, eins og mær eisini dámdi bróður hansara, Bobby Kennedy, væl. Ólukkuvís vórðu báðir myrdir, men fyri mær er Obama mest spennandi navnið vit hava havt sum forsetavalevni í 40 ár, síðani Bobby Kenne­ dy, sigur Laurie Fulton. Hon stuðlaði tí Obama av fullum huga, og hon heldur, at hóast fíggjarkreppan rakti við fullari megi um ta tíðina, tá Obama var valdur, heldur hon, at hann hevur staðið seg ógvuliga væl sum forseti higartil. ­ Eg vóni, at hann fer at sita tvær setur, tí hann hevur evnini at leiða Amerika úr kreppuni og fer at halda landinum saman, og hann hevur longu megnað at fáa onnur at síggja USA við Bergtikin av Føroyum og føroyingum Århus ella Aarhus Fyri onnur enn danir og kanska eisini nógvar danir kann tað tykjast eitt sindur løgið, at summi donsk býarnøvn stavast við å ella bolleå, sum bókstavurin verður róptur, meðan onnur nøvn hava aa ella tvífalt a. Eit nú stavast Århus við bolle­å. Soleiðis hevur tað verið síðani 1948, men tað vil borgarstjórin í býnum, Nicolai Wammen, hava broytt, so navnið skal stavast við aa ístaðin fyri sum eitt nú Aalborg. Borgarstjórin sigur, at tað er ein forðing í alheimsgeringini, at býarnavnið stavast við bolle­å, og tí vil hann hava tað broytt. Uppskotið skal viðgerast í býráðnum, sum skal taka avgerð seinni. Inuittar hava tuberklar Tuberklarnir eru nógv vanligari millum inuittarnar har norðuri í Kanada enn fólk aðrastaðni í landinum. Ein nýggj frágreiðing vísir, at teir kanadisku inuittar­ nir eru í 185 ferðir størri vanda fyri at fáa tuberklar enn onnur fólk í Kanada. Talsmaðurin í inuittunum, Gail Turner, sigur sambært KNR, at tey vánaligu bústaðarvirðurskiftini hjá nógvum kanadiskum inuittum eru meginorsøkin til, at so nógvir inuittar fáa tuberklar. Hann mælir kanadisku stjórnini til at útvega inuittunum betri heilsurøkt. Laurie Susan Fulton varð svorin í eið sum ambassadørur í Danmark 15. juli í fjør, og hetta er fyrsta av væntandi fleiri vitjanum í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang