Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 51 - 15. mars 2010 øðrum eygum, og hann hevur skapt eina vón fyri framtíðina fyri amerikan­ arar, eins og Kennedy gjørdi fyrst í 60­unum, sigur Laurie Fulton. Ætlar aftur Kalda Kríggið er av, og tað, sum í stóran mun ávirkar amerikanskan politikk, er kríggið móti terror. ­ Viðurskiftini millum Danmark og USA hava altíð verið góð, serliga eftir kríggið. Bæði londini síggja eins upp á verðina og eru samd í mongum viður­ skiftum, og eg vóni, at eg sum amerikanskur sendi­ harri í Danmark kann halda viðlíka og betra enn meiri um viðurskiftini landanna millum, sigur Laurie Fulton. Tað er ikki á hvørjum degi, at amerkianski sendi­ harrin í Danmark vitjar í Føroyum, men nýggi sendi­ harrin er íðin eftir at vitja eisini hendan partin av danska ríkinum. ­ Av tí at eg havi familju í Danmark havi eg altíð verið áhuga í landinum, og eg veit, at Danmark ikki bert er Danmark, men eisini Føroyar og Grønland. Eg eri tí í Føroyum at seta meg eitt sindur í viðurskiftini og eg má siga, at eg eri berg­ tikin av vøkru náttúruni, eins og eg eri bergtikin av blíðskapinum, sum tit før­ oyingar vísa, sigur Laurie Fulton. Hon ætlar avgjørt ikki, at hetta verður einasta og seinasta ferðin, at hon vitjar í Føroyum. Hinvegin hevur hon ikki hugsað serliga nógv um, hvat hon skal takast við tá tíðin sum sendiharri í Danmark er av. ­ Væntandi verði eg ver­ andi í Danmark til fyrra setan hjá Obama er av. Vanliga er tað soleiðis, at sendiharrar bert eru í sama starvi fýra ár, so verða teir skiftir út. Eg havi ikki hugsað so nógv um tíðina eftir starvstíð mína í Dan­ mark, men eg vænti, at eg flyti aftur til Washintgon, tí har eru børn og ommubørn míni, sigur Laurie Fulton. Men fyribils ger hon sítt ítarsta at varðveita og betra um viðurskiftini millum Danmark og USA, men sanniliga eisini millum Føroyar og USA. Kjarnutrygging kallar Suðuroyar Sparikassi nýggja tilboðið til viðskiftafólk síni. Talan er um eitt slag av lívstrygging, sum tó verður goldin út uttan um búgvið TRYGGING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Suðuroyar Sparikassi gong­ ur í mongum egnar leiðir. Og nú bjóða teir sínum viðskiftafólkum eina nýggja trygging, sum teir nevna fyri kjarnutrygging. Teir vísa á, at eitt stað millum 15 og 20 føroyingar í aldrinum 20 til 50 ár doyggja um árið, og tað svarar til ein út av hvørjum túsund. Tryggingin, sum Suðuroyar Sparikassi bjóð­ ar, er í stóran mun ætlað at tryggja partnaranum, vil so illa til, at annar doyr. Sparikassin sigur, at tá fólk doyggja, er familjan í stórari sorg og hugsar ikki altíð um peningaligu viður­ skiftini. Við hesari trygging­ ini verður partnarin tryggj­ aður upp til eina millión krónur, og verður tryggingin útgoldin uttan um búgvið. Hetta brýtur frá vanligari restskuldatrygging, har parturin fer inn í búgvið. Í einum tilhugsaðum dømi doyr maðurin. Húsini hava eitt virði av 1,5 milliónum krónum og skuldin er 1,1 millión. Frívirðið er sostatt 400.000 krónur. Við kjarnu­ trygging á eina millión verður búparturin hjá ávikavist manni og konu 200.000 krónur, konan arvar ein triðing og børnini tveir triðingar. Ognin hjá konuni verður tí eftir skiftið ein millión í kjarnutrygging, 200.000 krónur í búparti og 66.666 krónur, ið konan arvar frá manninum. Sama dømi við restskuld­ atrygging verður búparturin hjá konu og manni 700.000 krónur – eina millión og 400.000 býtt í tvey – og tá arvar konan 233.333 krónur og konan hevur tá í ogn eftir skiftið 933.333 krónur eftir í sín lut. Við kjarnutrygging arva børnini 133.333 krónur og so nógv skal partnarin gjalda út fyri at yvirtaka húsini, meðan við restskuldtrygging arva børnini 466.666, sum altso er upphæddin, sum konan í fall skal gjalda fyri at yvirtaka húsini. Fyri øll Nýggja kjarnutryggingin er altso fyrst og fremst fyri at tryggja sambúgvan ella hjúnarfelagan, men tað ber eisini til hjá til dømis einari fyritøku at tryggja stjóra sín ella leiðandi meðarbeiðarar. Doyr ein stjóri í einari fyritøku knappliga, fær fyritøkan útgoldið pengar­ nar sum plastur á sárið, meðan leitað verður eftir einum nýggjum stjóra. Annars er tryggingin ætlað familjum, giftum sum ógiftum, sambúgvandi, vin­ um og systkjum, virkiseig­ arum, leiðandi starvsfólkum í fyritøkum, fólki uttan skuld sum lívstrygging og fólki við skuld í øðrum pen­ ingastovnum, sum ynskja lívstrygging. Einasta treyt fyri at tekna eina kjarnutrygging er, at viðkomandi hevur konto í Suðuroyar Sparikassa. Nýggja tryggingin er sett saman í samstarvi við Betri Pensjón, men verður seld í deildunum hjá Suðuroyar Sparikassa. Kjarnutrygging kann teknast av fólki upp til 50 ára aldur, og tryggingar­ teknarin ger sjálvur av, um hann ynskir fasta ella lækk­ andi grundupphædd. Trygg­ ingin er galdandi til trygg­ ingartakarin fyllir 65 ár. Bjóða nýggja trygging Teilendska stjórnin slakar ikki Umleið 80.000 mótmælisfólk eru savnað í gøtunum í teilendska høvuðsstaðnum Bangkok, har tey krevja, at tingið skal sendast til hús, og at nýval verður útskrivað. Stjórnin hevði fingið freist til klokkan fimm í morgun okkara tíð at gera eftir kravinum, men forsætisráðharrin segði í nátt, at stjórnin fer ikki at senda tingið til hús ella at skriva út nýval. Ein talsmaður fyri mótmælisfólkini segði, at tey verða verandi í Bangkok, til stjórnin slakar. Tey flestu mótmælisfólkini eru stuðlar hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Thaksin Shinawatra, skrivar Reuters. Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, presenterar nýggju kjarnutryggingina Mynd: Jens Kristian Vang