Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 51 - 15. mars 2010 Tjóvarí Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Leygarnáttina hava óbodnir gestir verið inni á matstovuni Nan­ tong í Havnar Klubba. Innbrotsfólkini sluppu frá at bróta inn, tí teir sleppu inn gjøgn­ um ostongdu liftina. Fýra túsund krónur og nakað av rúsdrekka eru horvin. Politiið sigur seg hava illgruna til í hvussu er eitt fólk. Frí atgongd at stjala Ísrael harmast Eftir hvassar atfinningar úr fleiri londum sigur ísrael­ ska stjórnin seg harmast um, at avgerðin at byggja nýggjar bústaðir í eystara parti av Jerusalem hevur órógvað viðurskiftini millum Ísrael og USA. Stjórnin sigur seg eisini harmast um, at avgerðin hóttir við at leggja fót fyri royndunum at fáa friðarsamráðingarnar við palestinar tiknar uppaftur. Enn er tó einki, sum bendir á, at stjórnin fer at slaka fyri teimum, sum krevja, at ætlanin um nýggjar búreisingar í eystara parti av Jerusalem verður ógildað. Tað hava ST, ES, USA, Russland og palestinar kravt. Skeinki­ loyvið í vanda Politiið í Havn stongdi leygar­ náttina eitt verts­ hús, sum hevði opið ov leingi NáTTarlív Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Leygarmorgunin, tá ið klokkan var næstan hálvgum fimm, sóust fólk fara inn á eitt vertshús í Havn, og hetta fekk poltiið eina fráboðan um. Tá ið politiið fór á dyrnar, vóru 25 fólk inni. Politiið koyrdi tey út og stongdi. Skeinkistøð hava ikki loyvi at hava opið longur enn til klokkan hálvgum fýra. Politiið skrivaði frá­ greiðing um hending­ ina, og frágreiðingin verðurn helst løgd fyri loyvisnevndina, við tað at skeinkistaðið hevur brotið treytirnar. Royndarstøðin og politiið hava verið og kannað viðurskiftini í einum fjósi í Suðuroynni laNdbúNaður Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Fríggjadagin fór eitt útvalt lið av fólki við Smyrli til Suðuroyar. Onkur hevði meldað ein festara fyri djórapínslu, og tí fóru fólk frá Búnaðar­ stovuni og løgreglan, sum hevði djóralækna við sær, at kanna viðurskiftini. Bjørn Patursson, stjóri í Búnaðarstovuni, kann ikki í dag gera nakrar viðmerk­ ingar til málið, men hann váttar, at tey hava hugt at fjósinum. Nú verður málið nærri viðgjørt. Mál í tveimum Eitt mál sum hetta er í tveim­ um, tí festarin var meldaður til løgregluna fyri brot á djóraverndarlógina, og tí ger politiið sínar kanningar við hjálp frá fakfólkum. Búnaðarstovan hevur eftirlit við festunum, og tí vóru fólk frá Búnaðarstovuni eisini í Suðuroynni og hugdu at fjósinum. Bjørn Patursson kann ikki siga, um nakað var at seta fingurin á, men hann kann siga so mikið, at hevði verið heilt galið, hevði Búnaðarstovan kunnað tikið festi frá festaranum í stundini, og tað hendi ikki. Úrslitið er treytað av, hvørjar niðurtøður løgreglan og Búnaðarstovan koma til. Kanna mál um misrøkt Aftur jarðskjálvtar Tveir harðir jarðskjálvtar vóru um vikuskiftið. Tann fyrri var í Japan fyrrapartin í gjár. Hann var 6,6 á Richter­stiganum. Ristingarnar vóru so mikið harðar, at bygningar í Tokyo skulvu og sveiggjaðu, men kortini var lítil og eingin skaði av skjálvtanum. Nakrar fáar tímar aftaná var ein jarðskjálvti í Indonesia. Hann var 7,0 á Richter­stiganum, men heldur ikki har var stórvegis skaði, skrivar AP. Annars hava fleiri jarðskjálvtar verið í Indonesia teir seinastu dagarnar, men teir hava ikki gjørt skaða. Politiið í Havn letur illa at leygarnáttina, tí tað vóru so nógvir bardagar inni sum úti Harðskapur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Fleiri ferðir leygarnáttina vórðu boð send eftir politi­ num í Havn, tí fólk vóru farin til hendurs. So var tað heima við hús, og so var tað á gøtuni. Í einum føri fekk ein ungur maður nevan frammaná og noyddist á skaðastovuna. Tann, sum hevði sligið varð tikin somu nátt og gisti í arrestini. Í einum øðrum føri fekk ein bank frá trimum øðrum, og í morgun hevði politiið enn ikki funnið álopsmenninar. Ein av hesum monnunum hevði gingið skrappur í býnum og var nakin yvirbeltið. Beint fyri døgurða sunnudagin gjørdu fýra ótangar um seg inni á eini matstovu í Havn og vóru heldur harðligir. Eisini tá vórðu boð eftir politinum til at sissa menninar. Bardagi um allan býin Løgreglan við djóralækna og fólk frá Búnaðarstovuni vóru og kannaðu, hvussu til stóð í fjósinum hjá festaranum. Festarin var meldaður Seinastu dagarnar hava Føroya Banki og Eik Banki sent ávísum kundum brøv, har teir biða um dagførdar upplýsingar um bústaðin. Norðoya Sparikassi og Suður­ oyar Sparikassi hava fingið til vega hesar upplýsingar við kundasamrøðum og hava tí ikki sent kundum brøv peNiNgasTovNar Tíðindaskriv Kundar hjá peningastovn­ unum hava spurt, hví hetta verður gjørt. Orsøkin er, at nýggj kunngerð um kapi­ taldekning er komin í gildi í Føroyum. Broyttu reglurnar hava við sær, at verandi mannagongd í sambandi við at virðisáseta sethús í Føroyum ikki er nøktandi. Í framtíðini verða sethús virðismett eftir einum hag­ frøðiligum myndli, ið nýt­ ir upplýsingar frá peninga­ stovnunum um eitt nú sølu­ prís, byggiár, matrikul­ nummar og búvídd sum grundarlag. Funnið verður við hesum upplýsingum fram til marknaðarvirðið á teimum einstøku bústøðun­ um í ymsu økjunum. Fíggjareftirlitið og Fíggj­ armálaráðið hava fyribils góðkent hesa mannagongd. Nú nýggi útrokningar­ hátturin verður mentur, dagføra peningastovnarnir bústaðarupplýsingar hjá teimum kundum, har skrá­ setingar um bústaðin ikki eru nøktandi. Vónandi kann hetta verða gjørt í besta samstarvi millum peninga­ stovnarnar og kundarnar. Peningastovnarnir heinta upplýsingar um bústað