Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 51 - 15. mars 2010 Føroyska Anna Ny ­ gaard er nú liðug í X­Factor, men sam­ bært henni sjálvari, so er hon merkiliga glað og fegnast at hon kom so mikið langt, sum hon kom. – Mann kann ikki ímynda sær, hvussu nógv tað ber til at læra upp á so stutta tíð, sigur hon X-Factor Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Anna Nygaard varð leyg ar­ kvøldið flogin upp til Før­ oya. Á flogvøllinum stóð ein fjøld frammanfyri henni, og tá hon sum ein av teimum seinastu kom úr komu høllini, rungaðu lógva brestirnir á Vága Flog havn. Hon fekk tíð at skriva nakrar autografar, áðrenn hon fór í ein bil til Havnar, har hon skuldi vera við í Hvonn Live hjá Rás2. Tá Anna kom upp á pláss inni á Hvonn var ikki lítið um songkvinnuna. – Eg eri yvirraskandi glað. Síggi eg ikki glað út, strálaði Anna Nygaard inni á Hvonn. Lært nógv Og hóast Anna Nygaard ikki longur er partur av X­Factor, og vatn hevur runn ið í stríðum streymi úr eygunum á henni, eftir at hon fekk at vita, at nú var liðugt, so var hon góðar 24 tímar eitt sindur meira av ­ klárað við støðuna. – Alt hevur gingið so øgiliga skjótt. Tað eru fimm mánaðir síðan eg var til upptøkuroynd og eri blivin nummar fimm, og mann kann ikki ímynda sær, hvussu nógv mann kann læra upp á so stutta tíð, segði Anna Nygaard. Longur enn væntað Nú veruliga spælið er liðugt fyri Annu Nygaard, so við­ gongur hon, at hon ongantíð væntaði at koma so langt. – Eg væntaði ongantíð at koma so langt. Eg roknaði næstan ikki við, at eg fór at koma víðari frá upptøku­ royndini, viðgongur hon. Hon leggur afturat, at nú veit hon, hvar hon skal sum songkvinna, og hesum takk ar Annu Remee, sum sendi Annu úr X­Factor, fyri. – Eg veit nú, hvønn veg eg skal. Eg skuldi av við tað gamla og inn við onkr­ um nýggjum, sigur Anna Nygaard. Kom longur enn væntað Hóast Remee valdi at senda Annu úr kappingini, tá hann skuldi velja millum tveir av sínum egnu finalistum, so staðfestir hann, at fríggjakvøldið var Anna betri enn kappingarneytin X-Factor Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Eg tordi ikki við til Føroyar. Eg havi verið so keddur í dag, at tað skuldi enda so ­ leiðis, men eg haldi, at Anna var so fantastisk í gjár, og tað kundi illa gingið betri. Soleiðis segði Remee, tá Hvonn Live ringdi til X­Fac tor dómaran leygar­ kvøldið. – Eg hevði ongantíð roknað við at verða noyddur at velja millum Jesper og Annu. Eg megnaði ikki at finna nakað grundprinsipp at velja út frá. – Jesper hevur ikki enn havt sína bestu framførslu, men Anna endaði á sínum absolutta hæddarpunktið, segði Remee, og viðgekk harvið, at fríggjakvøldið helt hann Annu vera betur enn Jesper. Høvdið var um at sprongjast – Eg var noyddur at fara út. Tað gav ikki meining listar­ liga, at tey bæði stóðu í vandabólkinum, segði Remee um orsøkina til, at hann rýmdi út úr sjón­ varpsstovuni, tá hann fekk at vita, at hann nú skuldi velja ímillum Annu og Jesp er. Hann greiddi víðari frá, at hann veruliga harmast, at Anna ikki longur er við, tí tað vóru so nógv ting, sum Remee hevði í kvittanum at gera saman við Annu, sum hann nú ikki sleppur at gera. Hugt inneftir Leygardagurin hjá Remee fór sambært honum sjálvum til at hyggja inneftir, hvat hann kundi gjørt øðrvísi. – Eg havi hugsað um, hvat eg havi gjørt skeivt, sum ger, at tað endar so ­ leiðis, sum tað gjørdi í gjár, segði hann fríggjakvøldið. Hann legði afturat, at hann hevur verið í eini støðu, sum hevur mint mest um sjokk. Anna betri enn Linda Sambært Remee er Anna ein sterkari luttakari enn hvat Linda var. – Anna hevur nakrar dimen siónir, og klárar at leggja nakað í kappingina, sum Linda ikki megnaði, segði Remee leygar­ kvøldið. Hann greiddi somuleiðis frá, at øll kundu verið før­ oyingar í kappingini, og at tað, at ein føroyingur vann í fjør, ikki hevði nakað við avgerðina at gera, at Anna er føroysk. Eg havi skyldina Kenslurnar komu aftur í gongd, tá Anna og Remee tosaðu saman beinleiðis í sendingini hjá Rás2. – Mín bólkur hevur fylt ov nógv, og tí er tað mín skyld, at fólk hava gloymt at atkvøða fyri Annu og Jesper, segði Remee, áðrenn Anna enn eina ferð greiddi frá, at Remee hevur gjørt sera nógv fyri seg og at tað ikki er hansara skyld, at hon varð send úr kappingini, og hon er vís í, at hon kemur sterk víðari við tónleik in um. Anna var betri enn Jesper Anna Nygaard var fegin, nú hon var komin til Føroya, hóast hon minni enn 24 tímar frammanundan var send út úr X-Factor kappingini Remee, sum sendi Annu Nygaard úr X-Factor, heldur fram at biðja orsaka fyri, at hann var noyddur at sendi hana út