mánadagur 15. mars 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 15. mars 2010
15
Klagurnar frá døn
um taka ongan enda,
nú føroyska Anna
Nygaard fríggja
kvøldið bleiv send
úr XFactor. Danski
mentamálaráðharrin
er nú drigin við í
leikin
x-factor
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
– Tað kann ikki góð tak ast,
at Anna bleiv send heim.
Hon skal aftur í X-Factor
finaluna. Soleiðis siga 70
prosent av lesarunum hjá
BT,
Ekstra
blaðnum,
Jyllands
postinum
og
Se&Hør.
Síðani
kappingina
fríggja kvøldið, hava danir
vent kritiska eyga móti DR,
og fleiri hava havt illgruna
um svik við sms-atkvøðum
og avtalað spæl.
DR viðgekk fyri ekstra-
bladet.dk fríggjakvøldið, at
bert 10 – 15 prosent av
sms-atkvøðunum náa til
terminalin hjá DR, áðrenn
kappingin skal avgerast, og
hevur talan tí verið um svik
fríggjakvøldið
við
sms-
atkvøðunum. Serfrøðingar
innan telefonheimin í Dan-
mark siga, at orsøkin helst
er, at telefonnetið ikki
megnar at avgreiða meira
enn 10 – 15 prosent av
atkvøðunum, tí fleiri milli-
ónir senda smsboð sam-
stundis hvørt fríggjakvøld,
og hetta er meira, enn netið
megnar at avgreiða.
Men danir tykjast ikki
hava samkenslu við DR í
hesum málinum, og tískil
er politikkur eisini komin í
leikin. Per Stig Møller,
mentamálaráðharri í Dan-
mark, er nú drigin til svars
fyri almenna kringvarpið,
og
fólkatingslimir
hava
kravt, at DR setur í starv
ein
bókhaldara
fyri
at
tryggja, at svik ikki fer
fram í kappingini.
DR hevur nú tikið avgerð
um, at bókhaldari skal set-
ast í starv til stóru finaluna
í Parkini, soleiðis at eingin
ivi verður um sms-at kvøð-
urnar.
– Vit hava tikið avgerð
um, at bókhaldari skal
fylgja við gongdini í final-
uni, tí vit vilja ikki koma í
slíka støðu aftur, sigur Jan
Lagermand Lundme, ið er
undirhaldsstjóri hjá DR.
Anna skal í finaluna
Soleiðis ljóða boðini frá
lesarunum hjá fleiri av
stóru bløðunum í Danmark,
og DR hevur eisini móttikin
túsundtals
klagur,
um
avgerðina
fríggjakvøldið.
Nú krevja miðlarnar í Dan-
mark, at danska fólki verður
hoyrt, og at Anna Nygaard
sleppur aftur í kappingina.
Eisini hinir finalistarnir
og dómararnir halda, at
Anna hevur uppiborið, at
verða við í finaluni í Park-
ini.
– Eg haldi avgjørt, at
Anna skal sleppa aftur í
kapp ingina, sigur Remeé
við bt.dk.
Hvørt hetta letur seg gera
er ivasamt – men nú liggur
bólturin hjá DR.
Danir krevja Annu
aftur í X-Factor
Lesið meira á s. 16, 29 og 30
Anna var nóg illa komin úr flogfarinum, tá føroysk tíðindafólk stóðu fyri henni