Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 51 - 15. mars 2010 Eg vil fegin takka Til hald­ inum í Tórsgøtu í Tórshavn fyri at hava samskipað eina fundarrøð um bústaðar við­ ur skiftini hjá teimum eldru, eitt evni, sum júst nú er sera aktuelt. Tað er av týdningi, at vit eldru, sum sjálvi hava hend an problematikk nær at okkum, hava fingið eitt slíkt vælkomið tilboð at koma til orðanna. Og nógv vís og góð orð vórðu søgd, verd fyri politikar og tey, sum taka avgerðir, at lurta eftir og taka til eftirtektar. Vitan fær jú okkum at síggja tað ósjónliga. Greið semja er um, at røktarheimspláss eiga at vera tøk til øll óhjálpin fólk í Føroyum. Tað má vera ein mannarættur. Øll kunna koma í hesa støðu. Men hvørji eru alterna­ tivini hjá øllum hinum? Nógv hugskot, millum annað um alternativa bygg­ ing, sveima í luftini ­ góð hugskot ­ hava gjørt tað í mong Harrans ár, men hví er tað ógjørligt at fáa tingini at henda? Ættarlið eftir ættarlið fara í grøvina, og einki hendir. Hetta er ein trupulleiki, sum var umrøddur. Politik­ arar, sum vitjaðu seinasta týsdag, vórðu spurdir um hetta, men hvat skuldu tey svara? Spurt kann verða, hvat vit eldru vilja og ikki vilja. Millum annað: Vit vilja ikki vera ein byrða fyri samfelagið, “eldrabyrðan”, sum onkur bløð orða seg. Men vit vilja hava høvi at liva eitt trygt og virðiligt lív við teimum búðstaðar­ møguleikum og tí stuðli, sum hóskar til støðuna hjá tí einstaka. Vit heita á politikkarar at taka hendan spurning í álvara, ongantíð ov skjótt. P.S. Í vikuni, sum fór, sá eg eina sending í danska sjón­ varpinum, har tey tosaðu við eini hjún, har bæði vóru 1oo ár, og sum búðu í egnum heimi. Hetta læt seg gera, tí tey fingu góða heima hjálp, og tað vóru tey fegin um. Hetta er sjálvandi eitt serstakt dømi. Men eyðsæð er, at tey flestu eldri fólk helst vilja klára seg sjálvi sum longst – verði tað í egnum heimi ella smærri bústaði Sosialurin Tillukku Anna SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard jaspur@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Svein Rógvi Nielsen Ljósstein sveinrogvi@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00-20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Tað hevur verið við miklum spenningi, at øll tjóðin hevur sitið rúnarbundin framman fyri skíggjan seinastu fríggjakvøldini fyri at fylgja við, hvussu tað fór at gangast Annu Nygaard í X-Factorsendingini hjá Danmarks Radio. Soleiðis var eisini fríggjakvldið, tá spádómurin hjá Annu í Sosialinum síðsta mánadag gekk út: At hon endaði í vandabólkinum næstu ferð. Tað er sjálvandi at harmast um, at Anna dró stytsta stráið fríggjakvøldið, tí vit vildu øll fegin sæð hana í finaluni í Parkini um tvær vikur. Tað eru ymsar meiningar um hesar ymsu idol- dyrkingarsendingarnar, sum til dømis X-Factor. Sjálvt løgtingsfólk hava umrøtt tær á tingi - og tá hevur verið tosað um lættisopp og danska imperialismu. Tey um tað. Vit hava so ofta tosað um fótbóltin og hvussu stóran týding fótbóltslandsliðið hjá monnum hevur fyri Føroyar. Tað hevur verið kallað »besti ambassadørur« tá tað snýr seg um at branda Føroyar, og tað er alt mikið gott. Tað tykist nú, sum tónleikurin hevur tikið yvir hendan leik- lutin, í øllum førum tá tað snýr seg um Danmark og danska marknaðin. At X-Factor - og luttøkan hjá Annu Nygaard ikki einans hevur stóran áhuga í Føroyum, men eisini í Danmark, ber mikla miðlaumrøðan um vikuskiftið týðulig boð um. Nógv fólk eru á gosi, tí Anna var tveitt úr kappingini - og enntá hevur ein fólkatingslimur kravt av danska menta málaráðharranum, Per Stig Møller, at hann skal tryggja, at sms-atkvøðugreiðslur hjá public service miðlum fara fram á reiðiligum grundar lag. Tað man so vera fyrstu ferð, at ein X-Factor luttakari beinleiðis er endaður á einum ráðharraborði. Tað var eisini fult hús á Hvonn leygarkvøldið, tá Rás2 hevði boðið Annu heim at luttaka í beinleiðis sendingini Hvonn Live. Bæði Kaj Leo Johannesen, løgmaður og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, nýttu høvi at heiðra henni. Jú, tað er stuttligt, at vit í Føroyum eiga so góðan og gløggan ungdóm, sum Anna Nygaard er eitt dømi um. Nakað kann vera um tað, sum Helena Dam á Neystabø segði á Hvonn leygarkvøldið, at tað er mentanin, sum skal fáa Føroyar úr kreppuni. Vit skulu á hesum stað í øllum førum nýta høvi at ynskja Annu Nygaard hjartaliga tilluku og alt tað besta framyvir. Afturvendandi danska sjónvarpsrøðin “X­factor” hevur við góðari grund stóran áhuga hjá fólki – ikki minst millum føringar, tí íkøstini úr okkara lítla oyggjalandi hava verið merkisverd. Hesaferð hevur ikki ligið mær fyri at fylgja so nógv við, men løturnar, eg havi upplivað førisku Annu Nygaard á skíggjanum hava verið hugaligar. Tað var tí heldur hugstoytt, eg kom heim fríggjakvøldið, at konan segði, at nú gekk tað ikki longur hjá Annu. Seinni á kvøldi kom brot úr X­factor sendingini aftur á skíggjan, og tað var ikki sørt við sorgblídni, at tú fekst váttað, at unga føriska kvinnan ikki slapp við í framhaldandi bólkinum. Hon kom tó til sjóndar aftur og tá saman við einum drongi. Tey bæði skuldi nú hava eina eftirkapping, har annað kortini skuldi fáa enn ein møguleika til framhald. Tá Anna kom á pall, upplivdi tú eitt sangligt avrik sum neyvan áður í hesari sendirøð. Har var alt til ug: røddin, tónlista gáv­ urnar, kenslulagið, persón­ liga útstrálingin – hon tóktist mær at hava alt. “Hetta man kona mín ikki hava sæð”, hugsaði eg, og tá so ein av dómarunum helt upp á Annu sum vinnara, var eg styrktur í hesari fatan. Men so kom hasin fitti yvirdómarin, sum stórgrátandi og hálsfevnandi kortini rak Annu av palli aftur. Ivaleyst hava tað verið serstøk kriteriir, sum gjørdu, at maðurin tók hesa avgerð. Men eftir situr minniliga upplivingin av enn einum ljómandi sangfugli hiðan av landi. Nú renna Eyðgunn Sam­ uelsen og Javnaðar flokk­ urin undan sínum egnu uppskotum um lønarsteðg í tvey ár. At hon so leggur for­ mann Fólkaflokksins, Jørg­ en Niclasen, og Fólka­ flokk in undir at skjóta upp lønarsteðg við lóg, er bein­ leiðis ósatt og rein mani­ pulatión. Tað Fólkaflokkurin mill­ um annað hevur mælt til er ein avmarkaðan setanar­ steðg. Hetta merkir at um 300 fólk fara úr almennum starvi eitt ár, so seta vit 200 aftur í starv og soleiðis minka vit almenna sektorin við 100 fólkum um árið. Harafturat hava vit tikið undir við Javnaðarflokk in­ um um at lønarkarmurin verður hin sami, við tí broyting at Fólkaflokkurin mælir til sama lønarkarm hjá teimum alment løntu í 5 ár mótvegis Javnaðar­ flokkinum sum mælir til 2 ár. Tá Eyðgunn Samuelsen í reinari frustratión setur seg at skriva, so haldi eg tað hevði sømt seg at hon helt seg til sannleikan, tí Javn­ aðarflokkurin hevur ikki fingið nakað uppskot frá Fólkflokkinum at fremja lønarsteðg við lóg. Allir føroyingar eru greið ir yvir at búskapar­ støðan er álvar som og at neyðugt verður at taka tungar avgerðir, men hetta er neyðugt og vit sum hava ábyrgd mugu vísa ábyrgd. Tilmæli Fólkaflokksins miðar ímóti at fáa tamar­ hald á búskapin, minka rakstrarútreiðslurnar og fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2015. Lat okkum brúka orkuna uppá at finna loysnir sam­ felagnum at gagni, heldur enn destruktivt skrivarí. Vit eldru vilja fegin verða tikin við upp á ráð Sangarin Anna Nygaard ÓLAvUr HÁtÚN Fólkflokkurin mælir til avmarkaðan setanarsteðg í 5 ár løgtingslimur JÁKUP MIKKELSEN ÁSA HÁtÚN