mánadagur 15. mars 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 51 - 15. mars 2010
Fuglafjarðar býráð
arbeiðir miðvíst við
at skapa grundarlag
fyri einum uppisjóv
arvirki til matvøru
framleiðslu og ymisk
um øðrum møguleik
um fram við havna
lagnum, og nú hevur
Farec International
gjørt eitt prospekt ella
eina frágreiðing yvir
ymiskar møguleikar
FuglaFjørður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fuglafjarðar býráð hevur
nú tikið ítøkilig stig til, at
Fuglafjørður fær eitt upp
sjóvarvirki
til
matvøru
framleiðslu. Visjónirnar hjá
býráðnum eru stórar, og
lagt verður upp til, at Fugla
fjørður kann gerast ein
altjóða maritimur depil fyri
móttøku, framleiðslu og
tænastuveitingum til allar
sjóvinnur.
Borgarstjórin í Fugla
fjarðar kommmunu, Sigurd
Simonsen, hevur um dag
arnar kunnað sínar borgarar
um,
hvørjum
býráðið
ítøkiliga hevur arbeitt við í
seinastuni.
Hetta
hevur
hann gjørt á heimasíðuni
hjá kommununi.
Fólk spyrja, hvat tað er,
vit havast at, og tí kenna vit
tað sum okkara skyldu í
fyrsta lagi at kunna okkara
borgarar, sigur hann við
Sosialin.
Konsulenthjálp
Fyri
hálvum
ári
síðan
samtykti Fuglafjarðar býráð
at brúka konsulenthjálp til
at gera eina frágreiðing –
ella eitt prospekt – sum
kann lýsa partar av grundar
lagnum fyri einum uppi
sjóvarvirki í Fuglafirði.
Farec International við
Óla Samró, búskaparfrøð
ingi, fekk hesa uppgávu, og
í farna mánaði varð frá
greiðing løgd fyri býráðið í
Fuglafirði. Eisini varð upp
skot til eina 20 ára útbygg
ingarætlan fyri Fuglafjarðar
havn, sum er gjørt saman
við býráðsfyrisitingini, lagt
fram á hesum fundi.
Íleggjarar neyðugir
Sigurd Simonsen sigur, at
hin 1. mars varð prospektið
saman við útbyggingar
ætlanini lagt fyri eitt væl
uppmøtt stjóralið úr lokalu
vinnuni.
Hin 4. mars samtykti
býráðið so at fara víðari við
málinum og royna at fáa
áhugaðar íleggjarar til at
gera íløgur í eitt nýtt mat
vøruvirki til uppiosjóvarfisk
í Fuglafirði, sigur Sigurd
Simonsen, borgarstjóri.
Útróður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað gongur misjavnt hjá
bátunum, sum royna við
snellu
eftir
várfiski
á
Norðhavinum.
Á Bátafiski á Eiði siga
tey, at tað hevur viðrað illa
summar dagar, men tá
roynandi er, einir 20 bátar
við snellu.
Bátar, sum avreiða á Eiði
og eitt nú í Sørvági, hava
fingið upp í eini 20003000
pund, tá tað hevur vignast
best.
Nakrir
glastrevjabátar
royna eisini við línu og
avreiða á Eiði.
Fiskiskapurin hjá eitt nú
Gunnvá og Gortrúgvanum
hevur eydnast sera væl
summar dagar, og tá best
hevur ligið fyri, hava teir
fingið upp í eini 12.000
13.000 pund á setuna.
Bátarnir seta einar 5060
stampar hvørja ferð, og
soleiðis hava teir onkrar
dagar fingið meiri enn 200
pund á línuna.
Tað er rættiliga góður
línuútróður.
Á Bátafiski á Eiði siga
tey, at so at siga øll veiðan
hjá bátunum bæði við línu
og snellu er toskur.
Prospekt er gjørt yvir
møguleikar í Fuglafirði
Misjavnt við snellu á Norðhavinum
Landsstýriskvinnan
á skúlavitjan
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, vitjar í
hesum døgum á fólkaskúlum kring landið. Endamálið er at kunna seg um
umstøðurnar á staðnum og fáa ráð og vegleiðing frá skúlaleiðslunum um
m.a. skilagóðar bygnaðarbroytingar og námsfrøðiligar spurningar. Týs
dagin 9. mars hevði landsstýriskvinnan fundir við skúlaleiðslurnar í
Vágunum og vitjaðí á skúlunum á Giljanesi, í Sandavági, Miðvági og í
Sørvági. Hon vitjaði eisini leiðslurnar á skúlanum í Klaksvík, í Hvanna
sundi og á Viðareiði, og fríggjadagin varð farið inn á Skálafjørðin, har
vitjað verður á skúlunum á Toftum, i Runavík, á Skála og á Strondum.
Tjóðveldi hevur
javnstøðu á tingi
Í sambandi við at Høgni Hoydal og Sjúrður Skaale er í
farloyvi frá løgtingsarbeiðinum, hava tvey eykafólk
tikið sæti á tingi fyri Tjóðveldi. Tey eru Páll á Reyna
túgvu og Heidi Petersen, sum bæði hava verið vald á
ting fyrr. Á tann hátt hevur tingbólkur Tjóðveldisins
fulla javnstøðu, fýra menn: Tórbjørn Jacobsen, Páll á
Reynatúgvu, Heini O. Heinesen og Hergeir Nielsen
og fýra kvinnur: Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen,
Bergtóra Høgnadóttir Joensen og Bjørt Samuelsen.
væntar, at parturin verður
ikki minni í ár.
Marknaðurin í USA
byrjaði fyri okkara viðkom
andi so smátt at veksa í
2008, og í 2009 nærmast
eksploderaði hann, sum
Frederik tekur til.
Tað er serliga partur yvir
beinleiðis veitingar til við
skiftafyritøkur
á
ameri
kanska marknaðinum, sum
vaks so nógv í 2009.
Frederik Hansen sigur, at
nógv tann størsti parturin
av útflutninginum til USA
er feskur laksur, sum eitt nú
sushimatstovur
hava
í
sínum útboði.
Orsøkin til, at føroyskur
laksur er so umtóktur á
hesum matstovum, er, at
hann verður mettur at vera
so heilsugóður. Fóðurið er
úr fiski, og tí hevur fiskurin
eisini góðan smakk, sam
stundis sum innihaldið av
omega3 feittsýrum er stórt.
Fóðurið, sum Havsbrún
framleiðir til alivinnuna, er
úr fiskavørum við at kalla
ongari uppíblanding, meðan
aðrir fóðurframleiðarar eitt
nú brúka meis og korn sum
uppíblanding.
Sum skilst, er einki galið
við fóðuri, sum hevur hesa
uppíblanding, men smakk
urin á fiskinum er ikki hin
sami.
Frederik Hansen vísir á,
at eitt nú gjaldoyraviður
skifti og onnur viðurskifti
kunnu ávirka amerikanska
marknaðin í ár eins og aðrar
marknaðir,
men
hann
væntar, at hesin marknaður
verður líka góður í ár sum
undanfarna ár.
Okkara fyritøka kann
soleiðis rokna við at selja
fyri einar 100150 miljónir
krónur
á
amerikanska
marknaðinum í ár, sigur
søluleiðarin a Bakkafrost,
Frederik Hansen.