Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 51 - 15. mars 2010 Fiskaprísir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Miðalprísurin á Fiska­ marknaði Føroya var rættiliga lágur fríggjadagin. Tá vórðu tilsamans 267 tons av fiski seld fyri samanlagda miðalprísin 7,94 krónur fyri kilo. Sjáldan áður man miðalprísurin fyri seld fiskalsløg hava verið so lágur sum fríggjadagin. Tað vóru ikki prísirnir á toski og hýsu, sum hálaðu miðalprísin á marknaðinum niður. Toskur 3 og toskur 4 fingu ávikavist 12,80 og 10,53 krónur fyri kilo. Besti miðalprísurin á hýsu var 10,46 og hýsa 2, sum mest var av, fekk miðalprísin 9, 23 krónur fyri kilo. Fríggjadagin var meiri upsi enn vanligt seldur á Fiskamarknaði Føroya. Talan var um sløk 100 tons, og hóast miðalprísurin á upsa er rættiliga støðugur – góðar 6 krónur fyri kilo – so hálar ein so stór nøgd miðalprísin nakað niður. Samlaða virðið av søluni av teimum 267 tonsunum fríggjadagin var 2,1 miljónir krónur. Lágur miðalprísur á Fiskamarknaði Føroya Dýrur skjálvti Nývaldi forsetin í Kili, Sebastian Pinera, sigur, at tað fer at kosta í minsta lagi 30 milliardir dollarar at endurbyggja tað, sum fór í jarðskjálvtanum tann 27. februar. Forsetin sigur, at endurbyggingin fær ávirkan á fíggjarlógina, og at landið noyðist at læna pening til útreiðslurnar. Herumframt fer Kili at biðja onnur lond um hjálp, sigur forsetin, sum formliga tók við embætinum í síðstu viku. Jarðskjálvtin gjørdi sera stóran materiellan skaða. Serliga býurin Conception er illa farin. Marknaðarátak Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í hesum døgum er føroysk alivinna við á Boston Sea­ food Show í USA. Stevnan, sum byrjaði sunnudagin, 14. mars heldur fram til í morgin, 16. mars. Fýra føroyskar fyritøkur luttaka á hesi stevnu, og tær eru Bakkafrost, Luna, Salmex og Primafisk. Á Boston Seafood Show fara føroysku fyritøkurnar saman við umboðum úr før­ oyska uttanríkisráðnum at varpa ljós á føroysku ali­ vinnuna og sjómatarvinnu, samstundis sum fyritøkur­ nar fara at nema sær nýggja vitan um marknaðin í USA. Tað er amerikanski sjó­ matarídnaðurin, sum skipar fyri stevnuni í Boston. Hetta er ein stevna fyri allar týðandi veitarar og keyparar á amerikanska marknaði­ num fyri sjómat. Uttanríkisráðið veit at siga, at hvørt ár luttaka fleiri enn 16.000 handilsfólk frá fleiri enn 90 londum, og fleiri enn 80 framsýnarar eru við á stevnuni. Tað er ikki av tilvild, at føroysku luttøka er á fram­ sýningini í Boston hesaferð. ­ Amerikanski marknað­ urin er sera áhugaverdur hjá føroyskum fyritøkum. Í 2009 fekk føroyska alivinn­ an í meðal 2 krónur meiri fyri kilo av stóra alilaksi­ num, sum tær útfluttu til USA í mun til kiloprísin í Evropa. Eisini er ameri­ kanski marknaður størri enn allur hin evropiski marknaðurin tilsamans. Tí liggja eisini stórir møgu­ leikar í hesum marknaði, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri. Á heimasíðuni hjá uttan­ ríkisráðnum sigur lands­ stýrismaðurin seg vænta, at marknaðarparturin hjá føroysku alivinnuni í USA í ár fer at røkka 4%, sum er ein tvífaldan av marknað­ arpartinum í mun til 2008. ­ Ein orsøk er kreppu­ støðan í Chili, har laksa­ útflutningurin minkaði við næstan tveimum triðingum í hesum tíðarskeiði. Økti amerikanski eftirspurning­ urin eftir føroyskum alilaksi byggir eisini á, at ameri­ kanski marknaðurin nú í størri mun enn áður vil hava hágóðskuvørur til sínar sushimatstovur, sigur Jørgen Niclasen. Í fjør stóð føroyska ali­ vinnan fyri 40% av okkara samlaða vøruútflutningi, og útlitini hjá alivinnuni eru góð. ­ Vit eiga at brúka sterku støðuna hjá føroysku alivinnuni offensivt. Nú tá Chili, sum størsti veitarin til amerikanska marknaðin er í trupulleikum, hava vit ein góðan møguleika at styrkja um okkara markn­ aðarstøðu, heldur uttanríkis­ ráðharrin, Jørgen Niclasen. Stórur vøkstur Bakkafrost, sum er millum føroysku fyritøkurnar á framsýningini í Boston, hevur í hesum døgum tvey fólk har yviri. Tey eru Annika Fredriksberg og Sólja Jónsdóttir, sum báðar arbeiða á søludeildini hjá felagnum. Frederik Hansen, sølu­ leiðari hjá Bakkafrost, sigur, at eini 20% av útflutn­ inginum hjá felagnum fór til USA í 2009, og hann Amerikanski marknaðurin stóran týdning Føroysk alivinna ger í hesum døgum um seg á amerikanska marknaði­ num, har fýra fyritøkur saman við umboðum úr uttanríkisráðnum eru við á Boston Seafood Show. ­ Marknaðurin í USA byrjaði fyri okkara viðkomandi so smátt at veksa í 2008, og í 2009 nærmast eksploderaði hann, sigur Frederik Hansen, søluleiðari hjá Bakkafrost Frederik Hansen, søluleiðari hjá Bakkafrost, sigur, at eini 20% av útflutninginum hjá felagnum fór til USA í 2009, og hann væntar, at parturin verður ikki minni í ár Mynd: Vilmund Jacobsen Fýra føroyskar fyritøkur luttaka á Boston Seafood Show. Tær eru Bakkafrost, Luna, Salmex og Primafisk