Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 15. mars 2010 – Nr. 51 Sum vanligt, var árligi Stór steypa­ dysturin í gjár eisini til frama fyri eitt vælgerandi endamál, og hesa ferð var tað felagsskapurin, KRIS, sum veit ir teimum hjálp og vegleiðing, sum hava verið fyri kynsligum ágan­ gi. Felagsskapurin hevur í ár 10 ár á baki. Hesa ferð varð handanin av pengunum beint eftir dystin, og í tí sam bandi var dagligi leiðarin og ráð gevin hjá KRIS, Gvøðbjørg West, kom in at taka ímóti. Men tá Niels Natte stad, økisforseti hjá Lions Club í Føroyum, kunngjørdi upphæddina, var hon sjónliga ovfarin. Niels Nattestad fortaldi, at góðar 38.000 krónur vóru komnar inn í sam ban di við dystin, men at Lions Club rundaði upphæddina uppeftir, so KRIS fór at fáa 50.000 krónur. Undanfarnu árini er ágóðin frá Stór steypadystinum farin til verk æt­ lan ina »Tú hevur rætt« hjá Barna­ bata, Sjúklingahotellið Tórshavn í Keyp man nahavn og ung dóms­ deildina hjá Føroya Barnaheimi. hil Annað árið á rað megn aði HB at vinna Stór steypa­ dyst in, sum Lions Club og Fót bólts sambandið skipa fyri – og so er fótbólturin altso aftur farin á rull… Seinnapartin í gjár varð føroyska fótbóltskappingin sparkað í gongd, tá føroyameistararnir í HB og steypavinnararnir í Víkingi hittust í ársins Stórsteypadysti á ovara vølli í Gundadali. Hetta er dystur, sum Lions Club í Føroyum og Fót bólts­ sam bandið skipa fyri í felag. Hetta var fjórðu ferð, at hesin dystur var fyriskipaður eftir nú ver­ andi leisti, og meðan hetta var triðju ferð, at HB var við, var hetta fyrsti dyst urin av hesum slagnum hjá Vík­ ingi. HB vann í fjør og hevur havt stóra Lions­steypið standandi í sín­ um steypaskápi, og tá dysturin í gjár var liðugur, fór steypið aftur í sama skáp. HB vann dystin 2­1, og ikki vóru meira enn 11 minuttir farnir, tá Fróði Benjaminsen gjørdist leysur í brots­ teiginum hjá Víkingi og skoraði trygt. Tá kundi tað sama verið 2­0, tí longu í fyrsta álopinum hjá HB hevði Andrew av Fløtum ein stóran møgu leika, men rakti ikki málið. Liðini raktu bæði málið ímóti enda num á fyrra hálvleiki, men meðan royndin hjá Víkingi endaði á stong ini, endaði tann hjá HB á yvirliggjaranum, og tí var støðan 1­0 til HB, tá spælararnir sluppu at hvíla seg millum hálvleikirnar. Tvey mál aftrat HB hevði samanumtikið havt munin í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin var Víkingur nógv meira við, so tí kom tað kanska ikki so óvart á, at toppskjúttin í fjør, Finnur Justinus­ sen, javnaði til 1­1 stutt inn í seinna hálvleik. Hetta gav teimum ljósabláu enn meira trúgv upp á tað, og nú sat Víkingur í eina løtu á tí nógva. Hevði dysturin endað við javnleiki, hevði verið neyðugt við brots sparkskapping fyri at fingið hann avgjørdan, og leingi sá út til, at tað kundi gerast endin. Men fimm minuttir fyri tíð var Rógvi Poulsen á blettinum fyri HB og skoraði til 2­1, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið. Sostatt hevur HB sum tað fyrsta lið ið vunnið tveir Stórsteypadystir. Sum vanligt, tá so lítið er runnið av ári num, var spælið hjá hvørgum lið­ num serliga polerað, men báðir partar royndu sítt besta, og í løtum var tað slett ikki so galið. HB tók fyrsta steypið Stórsteypadysturin 2010 HB-Víkingur 2-1 (1-0) 1-0: Fróði Benjaminsen, 11. 1-1: Finnur Justinusen, 55. 2-1: Rógvi Poulsen, 86. 50.000 krónur til KRIS Dagligi leiðarin og ráðgevin hjá KRIS, Gvøðbjørg West, gjørdist sjónliga ovfarin, tá hon fann útav, hvussu stóra upphædd felagsskapurin fekk eftir Stórsteypadystin í gjár Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Økisforsetin hjá Lions Club í Føroyum, Niels Nattestad, handaði liðformanninum hjá HB, Fróða Benjaminsen, stóra Lions-steypið, ið HB aftur í ár kemur at hava í varðveitslu Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir B68 vann í Klaksvík Um vikuskiftið var árliga Klaksvíkskappingin í Klaksvík, sum upprunaliga mátti útsetast, tí kavin darvaði. Tá avtornaði, vann B68 kappingina eftir 3­2 sigur á ÍF í finaluni í gjár. Frammanundan høvdu KÍ og TB spælt um triðja plássið, og tann dystin vann KÍ 2­1. Í innleiðandi dystunum, sum vóru leygardagin, vann B68 5­2 á TB og ÍF vann 2­0 á KÍ. Costin heldur fram Tjaldur hevur um vikuskiftið gjørt nýggjan eitt ára sáttmála við Costin Dumitrescu, sum í vetur hevur vant ungdómsdeildina hjá felagnum. Í tíðindaskrivi sigur nevndin í Tjaldri, at hon metir, at við Costin sum venjara kann Tjaldur mennast til eitt enn størri felag. Í kappingunum hjá teimum yngru í vetur hevur Tjaldur vunnið eitt gull­ og trý silvurmerki.